sinni, HM í felagsfótbólti tríggjar ferðir, og UEFA Super Cup á tveimum sinnum. Harumframt vann hann Liga Cup steypakappingina við Tottenham. Gareth Bale skoraði 41 mál fyri Wales í 111 landsdystum. Í 2016 [...] roysnið at vinna seg til hálvfinaluna í EM-endaspælinum, har teir tó máttu lúta fyri Portugal, ið vann EM-kappingina. Tað fyrsta Gareth Bale gavst at spæla fótbólt fór hann í holt við at íðka golf á einum l [...] lutfalsliga høgum støði. Tó er hann sera langt frá heimselituni í golf. Nú roynir walisiska liðið, Wrexham sum spælir í triðbestu ensku fótbóltsdeildini Gareth Bale at gera eitt "comeback" á fótbóltsvøllinum
Føroyska fótbóltslandsliðið tapti uppiborið, men tapti heldur nógv, 1-4 fyri Estlandi í hálvfinaluni í Baltic Cup í Talinn ígjár. Petur Knudsen legði Føroyar á odda við einum góðum máli aftaná gott upplegg [...] seinastu løtuna øktu estar við tveimum málum. Talan er um fjórða dystin á rað vit tapa fyri Estlandi í Talinn. Týsdagin spæla Føroyar dyst um triðja plássið móti Lettlandi í Riga. Dysturin byrjar longu klokkan [...] upplegg frá Hanusi Sørensen. Tá vóru 24 minuttir leiktir. Estland javnaði til 1-1 beint undan steðginum. Í seinna hálvleiki løgdu estar seg tíðliga á odda, og eftir tað var talan um mótbrekku hjá føroysku leikarunum
Barna- og útbúgvingarmálaráðið er mannað við tveimum nýggjum fólkum. Eva Klein er sett sum fulltrúi á barnaøkinum við serligum denti á dagstovnaøkið. Eva Klein hevur útbúgving sum námsfrøðingur, umframt [...] umframt at hava fleiri eftirútbúgvingar og royndir á økinum. Seinastu 10 árini hevur hon starvast í Vága kommunu sum ráðgevi og leiðari. Steinbjørn Hardlei skal leiða Barnaverkætlanina, sum er eitt tvørgeiraligt
Ukrainsk herfólk hava fingið venjingar í ymiskum londum, men nú ynskir forseti landsins, at hesar venjingar fara fram í Ukraina. Volodymyr Zelenskyj ynskir, at hernaðarligir instruktørar úr sameindum londum [...] ukrainsk herfólk. Hetta veit franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært AFP-tíðindastovuni at siga í dag. Ukraina hevur avbjóðingar við fólki, sum kunnu taka sær av slíkum venjingum. - Tí hava ukrainski [...] franskt sjónvarp. Emmanuel Macron leggur aftrat, at áheitanin úr Ukraina kom skrivliga fyri umleið tveimum døgum síðan.
er undir trýsti í løtuni, og hon plagar altíð at fylgja evruni. Tað verður stýrt soleiðis, at evran altíð svarar til áleið 7,45 krónur. – Rentan er prísur á pengum, og um rentan er hægri í Danmark, so fara [...] vegin. Málið er, at inflatiónin skal liggja á tveimum prosentum. Hon er nakað omanfyri, men slík tiltøk verða gjørt fyri at fáa inflatiónina at nærkast tveimum prosentum. [...] Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya. – Og tá Tjóðbankin lækkar rentuna, so plagar tað at merkja, at føroysku bankarnar eisini lækka rentuna tilsvarandi. Ikki beinanvegin, men helst innan
10 uppleggum til mál flest assists í deildini. So Hillerød er fremst á tveimum listum. Harumframt vann Hillerød niðara endaspælið. Adrian Justinussen skoraði sjey mál í 13 dystum fyri Hillerød hetta kap [...] Gamli B36- og HB áleyparin, Sebastian Pingel gjørdist toppskjútti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Pingel skoraði 18 mál í 31 dystum fyri Hillerød hetta kappingarárið. Næstbesti málskjúttin gjørdist [...] Faroesoccer skoraði Pingel 34 mál fyri B36 og 18 mál fyri HB. Pingel spældi við B36 í 2016, 2020 og 2021, og við HB í 2017, 2018 og 2019.
fagnaður í HB leguni, og tá var vónbrotið stórt í heimaleguni. HB økti tíggju minuttir eftir steðgin um leiðsluna til 2-0. Innskifti Leivur Fossdal Guttesen og Hanus Sørensen áttu uppspælið í høgru, og [...] bóltin í málið. So hevði HB fult og heilt tak á tí. Longu í 10. minutti , legði HB seg á odda 1-0, tá ið Mikkel Dahl kom ímillum afturlegging og sneiddi framvið málverjan, áðrenn hann trillaði bóltin í málið [...] frá innskifta Búa Egilsson, at Petur Knudsen javnaði. Í fyrra førinum sendi hann bóltin í stólpan, og so var hann fyrstur á returinum og setti bóltin í málið. NSÍ brúkti nógva orku fyri at svara aftur, og
endaði hann í stóra bólkinum, sum býtti 17. plássið í Veronica’s Cup. Jóannes og Sámuel, sum báðir fingu játtað úrvalsstuðul frá ÍSF í ár, fara í dag víðari til Poreč í Kroatia, har teir verða við í evropeisku [...] bogaskjóting í altjóða høpi, tá ungi compoundskjúttin Sámuel T. Petersen úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Eysturoynni gjørdi bart og vann seg heilt í fjórðingsfinaluna í altjóða kappingini Veronica’s Cup í Kamnik [...] uttandura í Essen í Týsklandi, og tá vóru úrslitini í lakara endanum – nummar 64 í innleiðandi kappingini og 138 stig í tí einasta dystinum, hann fekk afturat tá. Til tað er tó at siga, at Sámuel kom við í
liðfelagarnir í Strømmen tóku móti Strindheim á heimavølli í triðbestu norsku fótbóltdeildini. Aftaná tvey tap á rað reisti Strømmen seg í dag við einum greiðum 3-0 sigri. Sindre Rindal syrgdi við tveimum málum [...] fyri, at Strømmen fekk eina rimmar byrjan upp á dystin. Tíðliga í seinna hálvleiki økti Mats Lunde til 3-0. Strømmen er nummar fimm í bólki 2 í deildini við 16 stigum fyri níggju dystir. Strømmen hevur bert
Føroyar 8-0. í juni mánað fyri tveimum árum síðani spældi føroyska kvinnulandsliðið tveir venjingardystir móti Andorra, sum báðir endaðu við føroyskum sigri. Í tí fyrra, sum var á Djúpumýru í Klaksvík, vunnu [...] Tvær spennandi uppgávur standa fyri framman hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hesum døgum. Og tann fyrra verður longu í morgin, fríggjadagin, tá Andorra kemur á vitjan á Tórsvølli, skrivar Fótbóltssambandið [...] ímóti Andorra, var í innleiðandi EM-undankappingini fyri níggju árum síðani. Og tá var als eingin ivi, hvønn veg sigurin skuldi fara. Við fýra málum frá Rannvá Biskopstø Andreasen, tveimum frá Heidi Sevdal