Tað sigur Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya.
– Og tá Tjóðbankin lækkar rentuna, so plagar tað at merkja, at føroysku bankarnar eisini lækka rentuna tilsvarandi. Ikki beinanvegin, men helst innan fyri ein mánað, sigur Malan Johansen.
Hon sigur, at danska krónan ikki er undir trýsti í løtuni, og hon plagar altíð at fylgja evruni. Tað verður stýrt soleiðis, at evran altíð svarar til áleið 7,45 krónur.
– Rentan er prísur á pengum, og um rentan er hægri í Danmark, so fara tey sum hava pengar heldur at gera íløgur í Danmark. Tað vil so siga, at eftirspurningurin eftir donsku krónuni fer upp, og so fer kursurin upp, og fyri at fáa kursin niður, mugu tey hava lægri rentu, sigur landsbankastjórin.
– Hon vísir á, at Danmark hevur ein fastkurspolitikk, og at tað er tað einasta, sum Tjóðbankin koyrir eftir.
Hon sigur, at tað er ikki trýst á donsku krónuni, og vænta øll, at lækkingin verður eitt til eitt – at sama rentulækking verður í Danmark – atlso at Tjóðbankin eisini lækkar rentuna við 0,25 prosentsigum til 3,75 prosent.
– Vit kunnu siga, at hetta er eitt signal um, at tey hava fingið inflatiónina á eitt nøktandi støði, og tá tú setur rentuna niður, so linkar tú soleiðis, at tað verður lættari at læna pengar, sigur Malan Johansen, sum tó vísir á, at vit hava havt 0 prosent rentu leingi, so vit eru ikki har. Men bara tað, at rentan lækkar, so gongur rætta vegin.
Málið er, at inflatiónin skal liggja á tveimum prosentum. Hon er nakað omanfyri, men slík tiltøk verða gjørt fyri at fáa inflatiónina at nærkast tveimum prosentum.