Dagstovnaøkið Til ár 2000 var ábyrgdin av dagstovnaøkinum tvíbýtt millum landið og kommunurnar. Ein skipan, sum als ikki gav borgarunum nakra nøktandi tænastu. Talið av dagstovnum, m.a. her í Klaksvíkar kommunu [...] frá 2000 varð ábyrgdin og umsitingin av hesum týðandi málsøki løgd út á kommunurnar, og nú gjørdist raðfestingin av hesi borgaratænastu ein heilt onnur. Talið av dagstovnum fleirfaldaðist, snøgt sagt [...] kommununum í kommunulæknaskipanini er tann best røktað av øllum, meðan tað er landið, sum haltar aftaná á teimum økjum, sum tað hevur ábyrgdina av. Sjálvandi skulu vit taka í álvara tey ónøktandi viðurskifti
verður nevnt kapitalpensión. Hetta ikki minst tí nógv fólk eru umfatað av hesi skipan.Ein stórur partur av teimum alment løntu eru umfatað av eini eftirlønarskipan, sum er eitt ískoyti til vanligu fólkapensiónina [...] Uppgávan hjá tryggingini er at fáa sum mest av rentu av hesum inngjøldum. T.d. kann talan vera um at keypa lánsbrøv ella t.d. partabrøv. Út fra eini meting av váðanum, so verður peningurin settur í hetta [...] Nú er tað soleiðis, at ein íløga í partabrøv gevur meira av "rentu" til tryggingina - og harvið tryggingartakaran t.v.s. okkum-, enn keyp av lánsbrøvum. Men samstundis er váðin eisini størri. Eitt partafelag
upplýsing um peningaviðurskifti hjá hvørjum føroyskum borgara og fyritøku av landinum – og allar viðgerðir av peningaviðurskiftum skulu av landinum til tess at verða framd. Onki land í heiminum hevur góðtikið [...] góðtikið, at allir peningaupplýsingar og alt fíggjarliga infrakervið eru flutt av landinum. Kostnaðurin av at flyta allar skipanirnar av landinum, er millum 100 og 200 mió. kr. Hetta rindar brúkarin, hóast ongin [...] eykarokning fyri at leggja um til eina nýggja innkrevjingarskipan fyri skattin av peninginum hjá sær sjálvum, sum nú er fluttur av landinum í eini handavending. At tað ber væl til at hava skipanir í Føroyum
sum myndir av sjálvum lívsmáttinum. Hesi seinastu árini er menniskjaheimurin komin inn í listina hjá Guðrið Poulsen. Hetta er serliga hent við mongum byggilistaligum skulpturum í skapi av dukkuhúsum [...] Memorial í Berlin. Ein risastór villiniborg av hvassliga skornum og jarngráum kubbum, tú ikki fært skil á og lættliga kanst villast í. Upplivingin av hesum minnisvarða yvir 6 mio. deyðum verður [...] kropslig og skakandi uppliving, sum ikki slepst av við. Stødd ávirkar, og framsýningin hjá Guðrið Poulsen á Listasavninum er soleiðis eisini stýrd av tveimum stórum skapum úr viði, eitt opið rúm úr rimaverki
viðgerð av umsóknum og umsiting av stuðli vera samskipaðar. Tað skal verða heilt greitt, hvørji øki hvør stuðulsskipan raðfestir, og hvat slag av verkætlanum kunnu fáa stuðul. Kompetentar metingar av umsóknunum [...] fyri viðgerð av umsóknum og umsiting av stuðli eru gjørdar, soleiðis sum nevnd og fyrisiting meta hóska best til teirra skipan. Vantandi samstarvið í sambandi við umsóknarfreistir, viðgerð av umsóknum, møgulig [...] koma vit til kanska einar 60 milliónir krónur. Ella 0,6% av BTÚ. Í 2003 vóru Føroyar sostatt við øðrum orðum við at nærkast 20% av teimum 3% av BTÚ, ið grannalond og kappingarneytar okkara meta sum minimum
pengar, tí at Kringvarpið fer av stað við so nógvum lýsingar og sponsorpengum, sum nátúrliga hoyra privatu miðlunum til. (Sigast skal beinanvegin, at høvundurin av hesi grein als ikki er óheftur [...] at mvg-upphæddin av kringvarpsgjaldinum verður roknað við í inntøkurnar hjá Kringvarpinum. – Hugsanin er, at borgarin rindar tad sama, landið frásigur sær mvg-upphæddina av gjaldinum og harvið [...] økum, og hetta gevur samstundis privatu miðlunum øktar inntøkumøguleikar. – Í verandi skipan er inntøkan av kringvarpsgjaldi 46 milliónir krónur árliga, meðan sveiggjandi inntøkur sum eydnuspøl
svíkja tað lyftið, tey høvdu givið Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum við undirskriftum um skipan av samgongu við Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Og tá Framsókn kendi seg verða sett uttanfyri, so [...] egna við hjá Tjóðveldinum, so var tað í øllum førum smart telvað av Fólkaflokkinum. Sum in.fo skilir, so roynir Javnaðarflokkurin nú av øllum alvi at fríggja til Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin – og Heðin [...] býráð skipað. Orsøkin er, at tað er Heðin Mortensen, ið sum fyrstvaldi býráðslimur einsamallur ger av, nær nýggja býráðið skal kallast saman at skipa seg. Einasta treyt er, at hann ger tað fyri 1. januar
saman um ta ”oyðileggjandi og niðurgerandi” almennu fígging av okkara heilsuverki og almannaverki, sum, sambært galdandi lógum, verða fíggjað av landskassanum og ríkiskassanum í felag. Teirra ørvitistos [...] blokkmytan” í bløðunum fyri einari viku síðani, kann ikki skiljast øðrvísi enn, at øll almenn fígging av sjúkrahúsum, heilsuverki, almennum pensiónum og serforsorg eigur at verða lækkað við 616 milliónum [...] smæðin. Í 1951 hendi nakað tað sama sum í 1992. Samfelagið skramblaði; fólk í túsundatali flíggjaðu av landinum, arbeiðsloysið var methøgt. Nationalistarnir róptu seg hásar um fólkaatkvøðuna 1946. Ongin
er, at tær tænastur, sum sjúkrakassarnir hava veitt, verða veittar av nýggju skipanini, men har kemur nógv aftrat. - Í verandi skipan fáa limirnir stuðul til lækna, tannlækna, tannrøkt, fysioterapeut og [...] á einum stað. - Nú verður alt meiri rationelt og einfalt, og eg rokni við, at tænastan til borgaran av somu grund kann gerast betri, sigur Hans Pauli Strøm. Ein annar fyrimunur verður, at nú fæst ein t [...] til fótarøkt. Eitt annað, sum hevur verið rættiliga fløkt, er hjálpartól, men nú verða hesi umfatað av nýggju skipanini, sigur Hans Pauli Strøm. Eisini sum nakað nýtt fer hvør einstakur limur at fáa eitt
vera ein orsøk til, at ein partur av veiðini er smáur fiskur, men í øðrum londum, har veitt verður eftir kvotuskipan, hava teir í staðin stórar trupulleikar við útblaking av smáum fiski. Landsstýrismaðurin [...] stig politiski myndugleikin saman við vinnuni higartil hevur tikið fyri at kunna útlendskar keyparar av føroyskum fiskavørum, at vit fiska burðardygt. Í øðrum lagi spurdi hann, um landsstýrismaðurin veit [...] segði hann seg meta, at hann politiskt hevur gjørt tað, sum gerast kann at byrgja uppfyri boykotti av føroyskum fiskavørum í Bretlandi. Bæði Bretland og í størri høpi eisini ES hevur víst stóran áhuga