– Tað er púra burturvið at siga, at sleppa handlarnir í Føroyum at selja rúsdrekka, hevði úrvalið minkað og prísirnir høvdu farið upp.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Seinastu tíðina hevur kjak aftur tikið seg upp um at avtaka Rúsuna sum einahandil og at lata vanligar handlar sleppa at selja rúsdrekka, í hvussu so er øl og vín.
Men fleiri røddir eru frammi um, at so fer úrvalið at versnað, tí vanligir handlar verða noyddir at leggja seg eftir teimum sløgum, sum selja. Og tað merkir, at fólk, sum vilja hava serstøk sløg av rúsdrekka, verða slept upp á fjall, tí tað er bara Rúsan sum kann liggja inni við eini so mikið stórari goymslu, at hon kann tryggja, at úrvalið er nóg stórt til, at eisini tey, sum vilja hava serstøk sløg, kunnu fáa tey í Rúsuni.
Hetta sjónarmið hava fleiri politikarar og hetta er eisini metingin hjá stjóranum í Rúsuni.
Stjórin í Rúsuni førir harafturat fram, at Rúsan hevur ávísar stórrakstrarfyrimunir, tí tey keypa í stórum og fáa sostatt góðar avtalur um prís. Skal rúsdrekkasølan ístaðin verða spjadd á fleiri handlar, sum keypa í smáum nøgdum, eru útlit til, at prísirnir fara at hækka, heldur hann.
Men hesin er Niels Mortensen grundleggjandi ósamdur í.
– Tann, sum sigur, at handilsvinnan í Føroyum, ikki hevði kunnað lyft hesa uppgávuna og bæði hevði kunna tryggjað fólki sámuligar prísir, og eitt fjølbroytt úrval, hevur rætt og slætt ikki sett seg inn í handilsvinnuna, sigur hann.
Hann heldur enntá, at ein slíkur hugburður er ikki sørt niðrandi fyri handilsvinnuna.
– Tað, tey siga, er í roynd og veru, at varð kongligi einahandilin varðveittur í Føroyum, høvdu vit havt bæði bíligari prísir og størri úrval av vørum, leggur Niels Mortensen afturat.
Hann leggur dent á, at hann hevur onga støðu til um vit skulu varðveita eina skipan við eini Rúsu, sum hevur einkarrætt til at innflyta og selja rúsdrekka.
– Tað er ikki mítt borð, tí tað er ein politiskur spurningur burturav, har teir skulu taka tey atlit, teir halda, eru neyðug at taka.
Men hann leggur afturat, at politikarar skulu ikki varðveita rúsuna av fíggjarligum orsøkum, ella tí teir vilja tryggja føroyingum eitt fjølbroytt úrval.
Niels Mortensen sigur, at í fyrstu atløgu kostar tað tíggjutals milliónir at reka Rúsuna um árið í lønum, húsaleigu kring landið, og øðrum.
Hann sigur, at teir leverandørar, føroyska handilsvinnan samstarvar við, handla fyri einar 100 milliardir um árið, og í tí sambandi er rúsdrekka bara ein viðfáningur.
– Og at siga, at Rúsan hevur stórrakstrarfyrimunir, er rætt og slætt burturvið, tí hon er altso ikki meiri enn ein evarska lítil handil í hesum sambandi.
Niels Mortensen er sostatt sannførdir um, at handilsvinnan í Føroyum kann keypa rúsdrekka til Føroyar fyri minst líka góðar treytir, sum Rúsan kann.
Hann vísir eisini á, at í vanligum handlum í Danmark er rúsdrekka ikki meiri enn eini 10 prosent av søluni, so tað hevur ikki serliga stóran týdning.
Varð rúsdrekka selt í handlinum, svitast ikki, at úrvalið hevði verið væl størri enn tað er nú, og prísirnir høvdu helst verið lægri, ella í hvussu so er ikki hægri enn teir eru nu.
Stjórin í SMS vísir á, at í summum handlum í Danmark er úrvalið væl størri enn tað er í Rúsuni. Men hann ásannar kortini, at í lágpríshandlum, leggja tey seg eftir at hava tær vørur, fólk keypa mest av.
Men hann er sannførdur um, at verður rúsdrekka selt í handlum í Føroyum, høvdu teir ymsu handlarnir lagt seg eftir ymsum vørum og tilsamans hevði úrvalið verður munandi størri.
– So hevði rúsdrekka bara verið ein partur av einum fjølbroyttum úrvali, og vit høvdu ikki havt fleiri fólk í starvi fyri tað, og serligum rakstrarútreiðslum høvdu vit sloppið undan, har Rúsan hinvegin er eitt dýrkandi millumlið, sigur Niels Mortensen.
Les eisini:Rúsdrekka í handlar: Hægri prísir og minni úrval
– Og vit høvdu eisini havt eitt úrval av serstøkum sløgum, sum bara teyt fægstu drekka, tí tað snýr seg eisini um at hava ein handil, sum viðskiftafólk halda tað vera spennandi at vitja, sigur stjórin í SMS.
Hann sigur, at longu í dag selja handlar eisini vørur, teir ikki selja so nógv av og tað er av tí sama.
Hann nevnir eitt dømi, sum er uppi beint nú
– Tá ið vit selja livandi hummara í SMS, er tað ikki tí at tað er gravgangur eftir tí, men tað er tí, at tað eru nøkur, sum vilja hava tað, sigur Niels Mortensen.
– Í nógvum bygdum er ongin Rúsa, og skulu vit tosa um prísin á rúsdrekka, skulu vit eisini telja tað við, tað kostar hjá teimum í bensini og øðrum, at koyra til næstu Rúsu, leggur hann afturat.
– Fíggjarliga ella handilsliga er tað høpisleyst at hava ein stovn sum Rúsan er, staðfestir Niels Mortensen.