Provokerandi skúlatankar og verkætlanarundirvísing á Føroya Læraraskúla

Viðmerking til grein í Fregnir nr. 12, Paula Nielsen og Hans J. Hansen

 

Magnus Pauli Poulsen og Jógvan Philbrow úr 3.P 2001

 

Í samband við grein í Fregnir nr. 12 hava fleiri viðmerkingar verið í bløðunum. Eftir reaktiónunum hjá Paula Nielsen, rektara, og Hans H. Hansen, eru okkara sjónarmið og meiningar eftir øllum at døma ikki komnar nóg væl til kennar í Fregnir. Pauli og Hans hava skilt okkara støðu sum, at vit m.a. ikki vilja hava og enntá ikki skilja endamálið við verkætlanarundirvísing, so sum Føroya Læraraskúli vil praktisera hana. Og at vit heldur vilja hava gomlu pultundirvísingina við krossum í protokol, ávíst tal av síðum at lesa til hvønn dag og yvirhoyring av næmingunum. Hetta er ikki so.

 

Tað, sum serstakliga vit pedagoglesandi havast at, er vánalig samskipan av undirvísingini, og manglandi krøv og uppgávur - ja manglandi høvuðsinnihald í undirvísingini yvirhøvur. Stutt sagt ov vánalig undirvísing, vegleiðing og manglandi karmar. Her verður sipað til, at eingin miðvís ætlan liggur fyri undirvísingina, serstakliga pedagogútbúgvingina: Teir frælsu karmarnir eru blivnir til ongar karmar - hvør einstakur lærari avgerð hvat hann/hon heldur at pedagoglesandi eiga at vita - eingin yvirskipa regla er. Og so tá ið teir lærarar sum eru um pedagogútbúgvingina ikki megna at samstarva á fullgóðan hátt, sigur tað seg sjálvt at alt ikki hongur saman.

 

Rektarin førir fram, at pedagogútbúgvingin og undirvísinging er merkt av sokallaðum ?verkætlanum?. Lat okkum hyggja at, hvat fyri verkætlanir vit hava havt hesi 3 árini sum pedagoglesandi á Læraraskúlanum: Aftaná byrjaða skúlagongd í 1. P summarið 1998 var áðrenn heystfrítíðina vanlig skúlagongd og ein mánaðarlang verkætlan í handaligu fakunum. Eftir heystfrítíðina til jólar vanlig skúlagongd, saman við eini verkætlan - har fríggjadagurin var avsettur - um ymiskar góðar førleikar hjá pedagoginum. Eftir jól 13 vikurs praktikk (allar praktikkir umfata eina uppgávu, sum skal leggjast fram eftir praktikktíðina) og vanlig skúlagongd við tímatalvu og pultundirvísing. Hendan pultundirvísingin var á leið. Samanumtikið eitt sindur undir miðal skúlaár við 2 rímuliga væleydnaðum verkætlanum, hóast onnur kundi verið betri fyriskipað.

 

Í 2. P skrivaðu vit eina uppgávu í sálarfrøði - hon var einar 7 síður til longdar. Og vit skrivaðu eina ?stílkenda? 2 síðurs uppgávu um eina grein vit høvdu lisið - eisini í sálarfrøði. Restin var 13 vikurs praktikk og pultundirvísing, onkuntíð vánalig, men á leið. Og so eitt miseydna projekt í einum faki, har flokkurin ikki fingu hvørki høvd ella hala á, hvat endamálið og úrslitið við projektinum skuldi vera - við tí úrslitið at tað upploystist.

 

Í 3. P hava vit onga verkætlan havt. Bert vanliga skúlagongd og 14 vikurs praktikk. Og pultundirvísingin hevur verið stak vánalig - ofta tí tímatalvan ikki hevur verið fylgd, og broytingar mugu gerast tí lærarar hava aðrar uppgávur at taka sær til. Allar hesar mánaðar við pultundirvísing hevur tað verið gjøgnumgangandi - tó ikki hvønn dag - at vit eru møtt í skúlanum kl. 8-9 um morgunin, fyri at vera send til húsaftur 2-3 tímar seinni. Vit hava lisið 2 bøkur í 2 fakum, sum vit so hava gjøgnumgingið í bólkum - kapittul fyri kapittul. Vit hava eisini havt tað skipan, at vit hava verið undirvíst eina viku í senn í einum faki - og fleiri av hesum vikum hava verið lítið gevandi.

 

Okkurt hevur verið afturat, men hetta eru høvuðspunktini í okkara skúlagongd higartil.

 

Gjøgnumgangandi fyri tey síðstu 1 1/2 árini er, at lítil og ongin krøv hava verið sett til okkum, og alt ov fáar - so gott sum ongar (burtursæð frá praktikkuppgávunum) - uppgávur eru tilskilaðar okkum. Vit hava meiri enn einaferð gjørt vart við teir manglandi karmarnir, og at alt, alt ov lítið er á skránni, men einki er hent. Tað er henda støða, ið er orsøkin til at tað kókar yvir nú móti endanum. Vit hava bíða. Bíða eftir at okkara eftirmetingar skulu geva eina ella aðra reaktión, og at skúlagongdin skuldi gerast betri. Tí flokkurin hevur havt fleiri eftirmetingar - og hava eisini vent okkum til rektaran. Men lítið og einki er hent.

 

Samanumtikið vilja vit undirstrika, at okkara gleps ikki var eitt álop á verkætlanarundirvísingina og ein hálovan av pultundirvísingini, men ein generellur kritikkur av samskipanini av undirvísingini á skúlanum. Vit taka undir við tí verkætlanarorienteraðu undirvísingini - trupulleikin er bara at hon ikki hevur verið praktisera serliga nógv í okkara flokki. Og tá hon hevur verið praktiserað, hevur hon ofta rigga illa - vegna vantandi samskipan. Vit skulu her skoyta uppí, at lærararnir á Føroya Læraraskúla ikki eru verri enn lærarar á øðrum skúlum - og vit hava eisini fingið góða undirvísing á Føroya Læraraskúla - trupulleikin eru eftir okkara tykki vantandi samstarvi og karmar.

 

?Nýggjir skúlatankar eru provokerandi? sigur Pauli Nielsen í aftursvarið til greinina í Fregnir. Nei, vit eru ikki blivnir provokeraðir av hesum ?nýggju? skúlatonkum, tí vit taka fult og heilt undir við teimum. Tað einasta vit eru blivnir provokeraðir av á Føroya Læraraskúla, eru óskipaðum verkaætlanum og keðiligari og lítið gevandi pultundirvísing. Og at vit sleppa at ganga so gott sum uttan gevandi avbjóðingar í fleiri ár. Hevði væl fyrireikað verkætlanarundirvísing verið reglan heldur enn undantakið, so skuldi nógv gott og gevandi komi burturúr. Fyri okkara viðkomandi hevur tað bara ikki verið so.