Titanic sakk á síni fyrstu ferð um Atlantshavið. Titanic, sum var á veg úr Onglandi til USA, sigldi á eitt ísfjall um náttina millum tann 14. og 15. apríl í 1912. Skipið var tá 375 fjórðingar sunnan fyri [...] Titanic-vanlukkan, hevur hon eina serstøðu í altjóða siglingarsøgu og er uttan iva tann mest umrødda. Orsøkin til tess er ivaleyst, at søgan um Titanic er søgan um skipið, sum ikki kundi søkka, men sum kortini [...] kortini sakk. Nógvastaðni er og verður skipað fyri ymsum tiltøkum til minnis um vanlukkuna. Eitt nú hava írar gjørt eitt savn, sum er smíðað sum skipið, og í Hongkong hava kokkar borðreitt við júst tí matinum
vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum er skrivað um sjúkrahúsið, men vit kunnu nú greiða frá henni. Fyrst skal vísast til tað, sum stóð í bløðunum um hesa vanlukku. Hon hendi tann 14. [...] hospital. Hon spyr eftir eini eldri systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski, sum jú var tað vanliga [...] starvsfólkatalið var 28. Hjá teimum vóru arbeiðsumstøðurnar nógv betri, enn tær høvdu verið. Ikki tveir mánaðir seinni: Maskinmeistarin doyði av vanlukku. Hetta var ein skakandi hending, sum ikki skuldi kunnað
sín. Tað kundi hon ikki sambært gomlu grundlógini, og tí hevði systkinabarn hennara og javnaldurin, Ingolf, verið kongur í dag, um grundarbroytingin ikki varð samtykt í 1955. Tá var tveykamarsskipanini [...] 24. apríl í 1918 var løgtingsval – sum samstundis var fyrsta løgtingsvalið síðani grundlógarbroytingina í 1915, sum loyvdu kvinnum í danska kongaríkinum velja á fólkatingsvalum og kvinnum í Føroyum velja [...] javnsettur partur av kongaríkinum. Fríðrikur 9. kongur skrivaði undir grundlógina frá 1953, eftir at hon varð samtykt við fólkaatkvøðu. Á løgtingsvalinum í 1918 gjørdist Sjálvstýrisflokkurin størsti flokkur
sínum hevur hann hesa áhugaverdu hugleiðingina um kenda jólasangin, ið nú fyllir 100 ár. Heri Eysturlíð skrivar: " Ikki hoyrist hon líka ofta sum fyrr, nú hon hongur eitt sindur anonym harúti í Kirkjugar [...] nøkur ættarlið – helst tí at klokkan skuldi hoyrast út um allar geilar, høhøhø. Havnin var jú nógv minni í 1923 enn í dag. Hóast býurin ikki var líka lítil, sum tá ið tann nýggja (núverandi) kirkjan varð [...] torninum og ringdi jólini inn í ein heilan tíma). Eingin bilferðsla var, eingi larmandi skip, Kjartansa moli var ikki bygdur enn, eingin tørvur var á felagnum Heimafriður, og eingi radiolurt, sjónvørp, teldlar
fyri Dimmalætting var fýra krónur árliga, og at danska drotningin varð jarðað í Roskilde. Eisini stóð at lesa um eitt lógaruppskot um landbúnaðarviðurskifti í Føroyum. Eisini varð skrivað um Jóannes bónda [...] bygdarhúsið kl. 15, har Jógvan A. Hansen var heiðursgestur. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, umboðaði Landsstýrið. Hon helt røðu fyri føðingardagsbarninum, og hon hevði til stuttleika hevði funnið fram [...] arbeiddi fyri at stovna landbúnaðarskúla í Føroyum, og um at lærarastarv varð lýst leyst við fýrin á Borðuni í Nólsoy. Árslønin var 250 krónur. Til minnis um 100 ára føðingardagin, handaði Helena Dam á Neystabø
síðan børnini vóru smá og torført mangan var at ferðast. Seinnu tíðina hevur hon ferðast við flogfari, sum henni dámdi sera væl, og seinast hon var her heima fylti hon 97. Hanna hevur verið sera lívsglað og [...] skeljar. Væl hevur hon dugað at seyma og eisini hevur hon teknað og málað. Evnað úr leiri hevur hon eisini, og í gluggakarminum hjá henni standa 3 flottar damur, sum hon hevur evnað til. At hon er listakvinna [...] hoyrir hon ikki væl og far tí ikki longur so nógva gleði av tónleiki, sum henni dámdi so væl. Hon kundi væl hugsað sær at komið heim til Sandavágs at hildið føðingardagin, men tað vilja tey avvarandi ikki hoyra
vindin bera boð um gamla konu, ið býr á Áargarði heima á Sandi. Henda gamla kona kennir so væl eyðkenda landsynningsljóðið. Nú hon er blivin mong ár, hugsar hon helst ikki stórvegis um veðrið. Sum dagurin [...] at livur hon til nýggjárs, so hevur hon uppliva tríggjar øldir. Fáum menniskjum man unnast hetta. Ikki tí, Jóhanna man neyvan gera sær stórt far um hesi viðurskifti í lívi sínum. Jóhanna var borin í heim [...] siga frá Jóhannu, einaferð hon hevði verið til handils niðri á Grótteigum. Á vegnum heimaftur støkkur hon inn á gólvið hjá Marini í Køk. Inni hjá Marini kærir hon sína neyð um Mariannu, handilskonuna á
upplivað stórar broytingar, og tað mesta er ikki til at kenna aftur frá tygara yngru døgum. Ella sum Jens Eli Ellefsen yrkti: “Tíðin var tíðin, sjálvt lívið var alt. Nú er alt bara minnir.” * * * Pápi tygara [...] at tað var ein fragd fyri tygum at skapa figurar, fuglar og annað burtur úr mógvinum, tá torvið varð skorið. Beiggi tygara, Moody, sum akkurát ikki náddi at uppliva henda stóra dag tygara, var tiltikið [...] ið høvdu ein góðan uppvøkstur uppi á Kválinum. Mamma tygara var bóndadóttir, ið nokk so tíðliga kom suður í Suðuroynna úr Gásadali, og hon dugdi væl at halda hús. * * * Tit bera øll orð fyri at vera kreativ
urguna, og hon lat hana til dóttur sína, Bodil Poulsen. Bodil hevur tilknýti til Adventistakirkjuna, og hon lat urguna aftur til Skopunar kirkju til minnis um móður sína. Elis sigur, at tað var ein sera [...] sera rørandi løta, meðan Rúni spældi upp á urguna. ? Tað var heilt ótrúligt at hoyra, hvussu væl urgan ljóðaði. Eg hevði ikki trúð, at hon var so væl varðveitt, sigur hann. Góðir fyrilestrar Í sambandi við [...] Jóan Hendriki var týskvøldið. Og nógv fólk var til báðar. Mikukvøldið var ein gudstænasta, har Inga Dam Poulsen, prestur, prædikaði fyri fullari kirkju. Elis Poulsen greiðir frá, at tað var av stórum týdningi
spírin til missiónsarbeiðið á Strondum var tann blaðunga strandagentan Súsanna Danielsen, Sanna í Stovugerði. Hon hevði verið sjúk eitt skifti í Havn, og har var hon komin í samband við kristiliga arbeiðið [...] Krossur og Heimamissiónin hava altíð gingið hond í hond. Tað er helst ikki uttan orsøk, at blákrossarbeiðið var so virkið. Tað var eitt øgiligt drekkarí millum fólkið tá í tíðini, og nógv heim vóru rakt [...] 18 ára gamla Sanna tók við trúgv, og heimafturkomin til Strendur fer hon at savna kvinnur saman og hava kvinnumøtir. Annar spírin var blákrossrørslan. Blái Krossur hevur havt ein týðandi leiklut á Strondum