Í nátt eru 100 ár síðani ferðamannaskipið Titanic sakk á síni fyrstu ferð um Atlantshavið. Titanic, sum var á veg úr Onglandi til USA, sigldi á eitt ísfjall um náttina millum tann 14. og 15. apríl í 1912. Skipið var tá 375 fjórðingar sunnan fyri Nýfunnaland. Umborð vóru 2.224 fólk, og alment kostaði vanlukkan 1.513 teimum lívið.
Hóast aðrar skipavanlukkur hava kravt fleiri mannalív enn Titanic-vanlukkan, hevur hon eina serstøðu í altjóða siglingarsøgu og er uttan iva tann mest umrødda. Orsøkin til tess er ivaleyst, at søgan um Titanic er søgan um skipið, sum ikki kundi søkka, men sum kortini sakk.
Nógvastaðni er og verður skipað fyri ymsum tiltøkum til minnis um vanlukkuna. Eitt nú hava írar gjørt eitt savn, sum er smíðað sum skipið, og í Hongkong hava kokkar borðreitt við júst tí matinum, sum ferðafólkini fingu tað seinasta kvøldið.









