lógaruppskoti, sum nú er lagt fyri Løgtingið. Verður uppskotið samtykt, kemur yvirtøkan í gildi 1. januar 2027. Málsøkið er í dag felagsmál, hóast tað verður umsitið og í høvuðsheitum fíggjað av føroyskum [...] landsstýrið. Serliga verður víst á trupulleikan við nýggjum rúsevnum, sum koma á marknaðin. – Viðvíkjandi rúsandi evnum er alneyðugt, at nýggj rúsandi evni stundisliga verða sett á listan yvir evni, ið [...] skyldum á økinum, millum annað ST-sáttmálum um narkotisk og psykotrop evni. Verður uppskotið samtykt av Løgtinginum, verður málsøkið rúsandi evni føroyskt sermál frá 1. januar 2027.
heilsufótbóltur verður spældur á smærri økjum og í minni bólkum enn vanligur fótbóltur. Dentur verður lagdur á rørslu, samveru og spæligleði, og tí kunnu øll vera við, bæði roynd og óroynd. Sagt verður, at hóast [...] hin 1. september byrjar heilsufótbóltur aftur í Vágum. Spælt verður innandura hvønn týsdag í heyst og í vetur frá klokkan 18-19, og hetta verður í høllini í Sørvágs skúla. Vága kommuna og Sørvágs kommuna [...] saman við øðrum, eru vælkomin. Sum nakað nýtt verður í vetur eisini møguligt at spæla fótbóltspetanque í Vágum. Spælið líkist vanligum petanque, men verður spælt við fótbóltum í staðin fyri kúlum. - Tað
vórðu løgd fram. Í dag verður so fjórði tingfundurin, síðani nýggja tingsetan byrjaði á ólavsøku. Á dagsskránni er bara eitt punkt: Framløga . Tað merkir, at eingi mál eru sett til viðgerðar á fundinum
í vegsúkkling, í Felagsstarti, finnast. Tað verður leygardagin 5. septembur. Dagin eftir skal føroyameistarin í Einkultstarti finnast. Eina viku seinni verður kappast um tvey FM heiti í fjallasúkkling. [...] niðan Jónas Broncksgøtu, og so aftur á Hoyvíksvegin. Tað gingu ikki nógvir minuttir, so bleiv ferðin sett upp, og sterka trio´in setti aftur sín dám á kappingina. Í dag fingu teir fylgi av Jákup Petur Eliassen [...] Og so gongur aftur ein vika, tá verður kappast um FM heitið í Sprint Triathlon. Kappingarkalendarin hjá SST sæst á heimasíðuni hjá SST, sst.fo. Úrslit frá 5. etapu av Leif Mohr Kring Føroyar: https://my
unum. Myndin er sett saman úr upptøkum, sum Copernicus Sentinel-2-fylgisveinarnir gjørdu 2. og 7. juli 2026. Smáu grønu økini á myndini eru spjaddur gróður og dyrkað lendi, sum verður vætað nærindis bygdum
seinastu nýbygging við kømrum, verður talan nú um tvær samanbygdar lonir - við sjey kømrum í hvørjari lon. - Hetta verður alt eitt hús, og gongdin ímillum lonirnar verður sjálvsagt innandura. Tey sjey kømrini [...] veitara í Danmark seinast, at veitarin verður hin sami hesaferð. ##med2## Báðar síðurnar í bygninginum verða glas, ovari endi verður timbur, og endin oman eftir verður betong. - Vit eru stak væl nøgd við [...] byggingin hesaferð verður bjálvað við 30 sentimetrum av flamingo í dekkinum. Martin Karl vísir á, at enn er ikki endalig støða tikin til, hvør hitaskipanin í nýggju kømrunum verður, men tað verður so ikki olja
á 43 sessir. Men sjálvt um andstøðan vinnur valið, er ikki sjálvsagt, hvussu ein nýggj stjórn verður sett saman. Sosialdemokratarnir skulu finna eitt parlamentariskt grundarlag saman við Vänsterpartiet [...] Ríkisdagsval verður í Svøríki sunnudagin 13. september. Tá skulu sviar velja øll 349 umboðini í Ríkisdagnum, og samstundis eru kommunu- og regiónsval. Nýggjasta Verian-kanningin fyri svenska kringvarpið [...] prosent. Sperrumarkið fyri at fáa umboð í Ríkisdagin er fýra prosent. Falla Liberalerna úr Ríkisdegnum, verður uppaftur truplari hjá núverandi stjórnargrundarlagnum at fáa meiriluta. Andersson kann gerast fo
stigum. Næsti dystur hjá Víkingi verður fríggjakvøldið um eina viku, tá ið HB verður gestur í Sarpugerði. Næsti dystur hjá B36 verður annan sunnudag, tá ið B68 verður gestur í Gundadali. [...] Líkindini vóru fín í Sarpugerði í kvøld, tá ið hol varð sett á 20. umfar í Meistaradeildini. Tað vóru góðar støður og onkur góður møguleiki, men tá ið Dagfinn Forná bríkslaði fyri síðstu ferð vísti máltalvan
hvussu nógvir næmingar velja týskt. Tað heldur Astrið Breckmann, løgtingskvinna, sum í dag hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning. Hon spyr fyrst, [...] næmingum, sum velja týskt í fólkaskúlanum, um upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur. Fyrispurningurin varð settur í Løgtinginum í dag, 21. august.
til bústað, heilsutænastur, viðgerð og onnur sosial tilboð. Sum partur av avtaluni verður eisini ein samstarvsnevnd sett við umboðum frá øllum pørtunum. Nevndin skal saman við leiðaranum virka fyri, at [...] Havn, sum skal hýsa Tilhaldsstaðnum. Arbeitt verður nú víðari við teimum praktisku fyrireikingunum og við at seta og førleikamenna starvsfólk. RÓWT verður samantvinnað við nýggja Tilhaldsstaðið, soleiðis [...] Samstarvsavtalan ásetur karmarnar fyri samstarvið og leiklutin hjá ymsu pørtunum. Tilhaldsstaðið verður skipað undir Almannaverkinum, men Psykiatriski Depilin, rúsviðgerðarstovnarnir og Danmarks Fængsler