hundinum og kettuni av mjólkini. Eg fati ikki, at fólk tíma at savna pengar til sín sjálvs. Sjálv havi eg ongantíð verið óð eftir pengum, men nú skulu fólk hava pengar fyri alt. Petra hevur ongantíð havt [...] haldi, vit skulu duga betur at virða tey, sum gera tað ofta tunga og skitna arbeiði. Tá eg var sterk og betri fyri, enn eg eri í dag, gróv eg nógvar veitir og gjørdi nógv tungt arbeiði. Nú er kroppurin [...] við, tá eg taki harmonikuna. Tað er vorðið eitt sindur tyngri at hála og trýsta luftina í harmonikuni nú, men tað er kanska eisini tí, at eg í seinastuni havi spælt so lítið, sigur hon brosandi. ##med4##
fara frá Fiskavirkinum, sum er ein familjufyritøka. Mær dámdi væl at hava nógv fólk rundanum meg. Tað vóru nógv ymisk fólk, og øll trivust. Eg sakni tær eldru damurnar, sum hava arbeitt har í nógv ár og [...] Poula og heldur fram: - Nú arbeiði eg hjá Eik, og eg fari at taka bankaútbúgvingina gjøgnum fjarlestur. Eg vil ikki útihýsa, at eg einaferð fari at lesa í Danmark, men beint nú hugsi eg ikki so langt fram [...] eingin reyðsokkur. At uppfordra kvinnum til at fara uppí politikk er gott, men tær, sum ætla sær, skulu bara stilla upp. Tað er keðiligt, at tær ikki eru fleiri, men tað er eingin forðing, at tú ert konufólk
havi eg ein meira samskipandi leiklut. Tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman, um alt skal ganga skjótt og væl fyri seg, og skipini skulu sleppa avstað aftur skjótast tilber. Absalon Olsen sigur, at hann [...] stjóri á P/F Barðinum, sum er landingarmiðstøðin á Vestaru Bryggju í Havn. Her er nógv landing, og nógv fólk er til arbeiðis, tá mest er at gera. Umframt landing, skiljing og pakking, hevur P/F Barðið eisini [...] Falkvard Joensen) kom beinanvegin eftir mær, tá hann hevði í hyggju at lata upp landingarmiðstøð, og nú eri eg blivin 67. Eg havi trivist væl í fiski, og mær dámar væl at koma tíðliga til arbeiðis, sigur
stóra samfelagskreppu. - Tað var tí skjótt, at vit saðlaðu um. Í kreppuni brúktu fólk ikki pengar upp á gávur, men øll skulu ganga í klæðum. So, bert fá ár eftir, at vit høvdu latið handilin upp við gávulutum [...] kreppuni høvdu fólk ikki ráð at keypa tað nógva. Tað var tungt at reka handilin í byrjanini, men tær arbeiddu seg upp og hóraðu undan kreppuni. Rokoko hevur nógv trúgv viðskiftafólk, og her vitja fólk úr øllum [...] gávulutum og búnýtisvørum. - Eg var 33 ára gomul og hevði hug at royna okkurt. Hølini vóru har, og nú var tað beiggi mín, sum átti tey. Vit fóru á sølumessu, keyptu inn, og síðan lótu mamma mín og eg handilin
Jú, teimum dámar væl at koma hendavegin, og tað skulu ikki so nógv vaksin fólk til við børnum – ja, so er aftur lív í bygdini. Eg haldi eisini, at fólk her í bygdini finna væl út av tí saman. Sjálv føli [...] telefon, bil og maðurin er heima, kanst tú næstan búgva allastaðni. Nú hon ikki er bundin at skúlanum longur, heldur hon fyri, at nú kann hon siga ja takk til tað, hon hevur hug til – og nei takk til tað [...] Hellunum er eisini onkur á við sílum, og her plagdu børnini eisini at spæla og fanga síl. Jórun sigur, at nú er eisini FIFA-vøllur í bygdini. Hesin liggur oman fyri Bønhúsið og er eitt fantastiskt spælipláss
visjónir við starvinum, og longu nú ætlar hann sær at gera onkrar broytingar. Nakað av tí fyrsta sum hann kundi hugsað sær at broytt, er rekrutteringsgrundarlagið. - Sum nú er, skulu næmingarnir hava siglingstíð [...] 50 ára gamla havnarmannin, nú hann skal virka sum stjóri á Vinnuháskúlanum. - Tað eru komin altjóða krøv, ið áseta ymsar broytingar við útbúgvingunum. Hesar broytingarnar skulu vera farnar fram, áðrenn eitt [...] dømis navigatørar kunnu hava eina 12 mánaðar langa siglingstíð og ikki uppí 36, soleiðis sum tað er nú, greiðir Vilhjálmur Gregoriussen frá. Hann ætlar sær eisini at arbeiða miðvíst fyri at hækka støðið
veru latin upp í hendurnar á tí ríka fuglalívinum í økinum, og flestu fólk, ja, sjálvt suðuroyingar høvdu gloymt alt um Fámará. Nú hava tey bæði, Johan og Rakul umskapað hetta til teirra egna heim, við [...] óveruligt, og føldist sum um at teppið nú var skrykt undan mær og konuni í einum. Men eg kom skjótt yvir tað, tí bara 10 minuttir seinni sat eg og tjattaði við fólk á Facebook um hetta. Vit fáa allatíðina [...] prógvið um. Hann búði á einum sambýli í Havn, men hevur nú funnið seg sjálvan og sítt egna lív snøgt sagt við bert at vera hjá Johan og Rakul í Fámará. - Nú stórtrívist hann her, og hevur enntá keypt sær sín
sjálvari bygdini, soleiðis at fólk ikki skulu fara langvegis fyri at keypa matvørur sínar. - Tað eru sjálvandi mest hósvíkingar, sum keypa her. Men av og á koma eisini fólk aðrastaðni frá higar at keypa [...] nógvar kundar í einum handli í eini so lítlari bygd. Men her fara og koma fólk allatíðina. Tey flestu keypa, men her kemur eisini fólk við tingum. Postboðið kemur og avgreiðir síni ting, og beint eftir er [...] børnini vóru í skúla. Kennir kundarnar Hetta er ikki nakar nýggjur matvøruhandil, sum Birgit Olsen nú rekur í Hósvík. Hon er í veruleikanum triðja ættarlið av teim, sum hava átt handilin hjá Esmari. Hon
einum manni í Klaksvík. -Evnið á fundinum ljóðaði áhugavert. Og so fekk eg eisini høvið at hitta onnur fólk sum vóru urguleikarar, sigur hann. Á fundinum fekk hann somuleiðis møguleika at lurta eftir øðrum [...] eini 12 ára gamal hjá kenda tónleikalæraranum í Klaksvík, Boga Lützen. - Eg spæli enn hjá Boga, men nú er tað bara av og á, - bara tá eg havi frí, sigur Ólavur. Hann er tó í teirri hepnu støðuni, at hann [...] Hann brúkar eisini tíðina til at læra seg tey ymisku hugtøkini og orðini, sum ein møtir tá nótar skulu lesast. - Hetta er ikki altíð so lætt, tí tey eru á italienskum máli. Men skal ein kunna spæla eitt
umstøðum. Spurdur um hvat Óli nú fer at takast við, svarar han, at nú kann hann uppliva hvussu landsdystir eru, sæð frá áskoðaraplássunum. Hann fortelur eisini, hvussu hann nú kann brúka meiri tíð saman við [...] Óli Johannesen spældi sín fyrsta dyst fyri Føroyar í 1992 og nú 15 ár seinni hevur hann valt at geva endaligt avboð til landsliðsfótbólt. 35 ára gamli tvørámaðurin hevur í eina tíð umhugsað, nær tíð var [...] vunnið nýggju. - Tá TB við núverandi hópi megnar sovorðin úrslit, hvat kunnu vit so ikki megna, um nú vit fáa væl størri peningaligan stuðul, sigur Óli spyrjandi. Óli sigur seg væl duga at skilja, hví