Tykkara hugsjón er ikki longur ein vegleiðari tann dag, tit ikki duga at hyggja kritiskt at henni uttanífrá. Tá eru tað ikki tit, sum eiga hana, men hon, sum eigur tykkum. Tá er hon ein múrur millum tykkum [...] Og eitt sum er gott at minnast til í lívsins meldri, er tað, eg byrjaði við: At tað í øllum lívsins viðurskiftum veldst um okkara egnu eygu og okkara egnu nøs. Tað veldst um okkum sjálv. Ein heldur okkurt [...] vera keðsamt ella ljótt ella ræðandi – ein annar heldur tað sama vera spennandi, flott ella áhugavert. Sansirnir registrera heimin og alt sum er í honum, men tað er sinnið sum ger av, um vit síggja nakað
settu á stovn tjóðlaðingarstovnin Útvarp Føroya. Og tað er neyvan ov dýran tikið til, at hetta er eitt tað størsta mentanarliga bragdið, sum framt er her á landi. Mentanarikonið Aksel Tórgarð stjórnaði frá [...] ivaðist í hvat hesin stjórin ætlaði og vildi við stovninum. Tað snúði seg bara um at menna føroysku tjóðina á øllum mótum. Hetta varð tjóðlaðingarstovnurin burturav, og ivasamt er, um nakar er førur fyri [...] ara. Jógvan er elsta dreingjabarnið í Gøtu-streinginum, og tí hevur hann altíð havt ein serligan status, táið vit, nøkur ella øll, hava hitst í ymsum høpum. Ein nestorur, sum verður spurdur til ráðs,
og sigur: »Tað er ræðuliga syrgiligt, at eitt so gávuríkt menniskja skal søkka soleiðis niður og broytast fullkomiliga. Men tá ið tørnið er av, verður lagið gott aftur, og hann er eins fittur og fullur [...] við humor, sum ofta er ein mangulvara í solosangarahøpi. Føroysku tónaskaldini á hesi fløguni eru umboðað av Regini Dahl og Sunleifi Rasmussen, og eg haldi, tað er gott, at tað aftur er møguleiki hjá útlendingum [...] uppá, at maðurin man hava sjónleikaragávur. Sostatt er hann sera væl egnaður til at syngja opera, ið sum kunnugt er sungin sjónleikur. Frantz Schubert er nakað fyri seg, tá tað ræður um sangir. Heilt frá
Støðan hjá Niels og Sámal á Krákusteini var, at »det er aldeles ligegyldigt, hvad enten Talen er paa dansk eller færøsk, naar blot Foredragets indhold er religiøst opbyggeligt og fri for al Politik og Partiskhed [...] 11 1965, giftist við Ellen Malene Haraldsen f. 1867 úr Miðvági. Hon er helst deyð ung. Tí er hann jarðaður í gamla kirkjugarði sum ein av teimum seinastu. Tey fingu børnini Johanna Jacobina f. 1902, Harald [...] Pápabeiggin fór til New Zealand Niels átti ein pápabeiggja, Niels, sum var føddur í 1837. Hann fór blaðungur út í stóru verð og endaði í New Zealandi. Eingin visti hvat varð av honum, og Niels varð tískil u
vist, og tað er, at hvussu so væl ein hevur fylgt við, so kann ein aldri siga við 100% vissu, at soleiðis verður tað aftur, ella soleiðis verður tað í hvørt fall ikki. Tað verður altíð ein feilmargin. Jú [...] førini er ikki neyðugt at regulera fyri veiðiorku, tí tað regulerar seg sjálvt við tað, at táið nógvur fiskur er til, so verður roynt meir, og harvið fæst meira burturúr, sum er positivt, og er lítið at [...] veiða, hvar ein vildi og hvat ein vildi. Tað var betri við hvørt og verri til aðrar tíðir. Tað var ikki hugsað nógv um umhvørvið, og havið sá út til at vera so stórt, at tað toldi at taka ímóti øllum, sum
árum síðani, og er tí vert eina serliga umrøðu. Fyrst er at siga, at skiparin var Jákup Andreas Vang, ættaður úr Kálvhúsinum á Glyvrum, er ein “legenda” í føroyskari skipasøgu. Hann var ein úrmælingur á mangan [...] nøkur ár seinni fekk ein nýggjan fransktbygdan Columbus, gjørdist Jákup Andreas skipari á honum. Vesturhavið Blíða fekk eina sera dramatiska byrjan bæði á ein og annan hátt. Ein tann fyrsta ferðin hjá [...] verið galið. Teir høvdu, eins og Titanic á sinni, ikki varnast, at ísur var á leiðini. So eina náttina sigla teir við fullari ferð beint á eina ísbrúgv. Tað var, sum rímiligt er, ein rættiligur hvøkkur, og
har - og merkjast, tí fyrst er tað heimstaðið, so føðilandi, og síðani kann annað koma afturat. Helst er hetta ein sera grundleggjandi kensla, ið vit menniskju hava. Og tá er onki nattúrligari, enn at hava [...] lið, ið ár undan ári skipar fyri. Og er tað nakað , ið merkir flaggsøgu okkara, so er tað júst áhaldni og treiskleiki. Eg fari í hesi røðu um Merkið, flaggið, ið er ogn Føroya fólks, at royna at halda meg [...] tó at neyvan slepst heilt undan, tí tað er líkasum Merkið og søguna, dagurin í dag snýr seg um. Men við flaggsøguni er tað næstan sum við jólaevangeliinum: tað er sama søga ár undan ári, og tí kann tykjast
uttan fyri landoddarnar er at tað er ringt at sammeta ein føroyameistara við ein annan. Undirritaði dugir í øllum førðum ikki at siga um greipan í fóbtóltið hjá 1. mansliði hjá HB er betur enn greipan í Fótbóltið [...] at tað er stuttligt at man roynur at samanlíkna ymisk brøgd, sjálvt um tað onkuntíð er rættuliga torført at siga um annað er betur enn hitt. Eg haldi tó at listin sum Dimmalætting hevur gjørt er í styttra [...] t.d. eitt heimsmet er, at hon hevði hug at umbera at hon ikki megnaði at vinna Føroyingum okkurt gullmerkið. Her er endiliga ein føroyskur íðkari, sum torir at vísa at næst best er ikki nóg gott. Og hví
Tað er tó kanska torført at síggja, hvat er loyvt og ikki, tí tá vit spæla í altjóða dystum, so er dømingin aloftast heilt øðrvísi, so tað er eitt sindur ringt at vita, hvar markið fyri slíkum er. Greið [...] gjørdi í 20?unum. Har máling er nýtt, er málað við gamlari linoljumáling. Út frá gamla tapetinum, tey hava funnið í húsinum, er nýtt tapet prentað á serligum virki í Noreg. Nógv er gjørt burtur úr at finna [...] í støðum, so er bert tann parturin skiftur út, og nýtt tilfar lúsað íaftur, eins og einstakar fjalar eru skiftar, um tað hevur verið neyðugt. Munurin á restaurering og at gera av nýggjum er, at bert tann
víst foreldrum sínum og øðrum, hvør hann er og hvat hann vil. Jón er ikki bert ein drongur í einum koyristóli. Jón er ein drongur sum hevur eina persónligheit, ein sterkan vilja og eina ætlan við lívi sínum [...] psyka hansara er ótrúliga góð, tá ein hugsar um, hvussu belastaður hann er. - Ein persónur við slíkum breki, skal altíð hava okkurt at síggja fram til og gleða seg til. Tá eg hugsi um Jón, so er hann einki [...] Miðvágur: - Jón er eitt ótrúligt menniskja. Hóast hann hevur eina álvarsama sjúku, er hann ikki á nakran hátt fallin í fátt. - Lagið er gott, hann klárar ótrúliga nógv ting og er heldur ikki bangin fyri