Jógvan Arge 65

17. juni er ein av døg­un­um í gregorianska álma­nakk­an­um, sum hevur hýst fleiri stórum hendingum. Stóra franska kollveltingin byrj­­aði hendan dagin í 1789. Fransmenn sigldu hend­an dagin í 1885 inn í havn­ini í New York við Frælsis­guðinnuni og júst hendan dagin í 1944 boða íslendingar, grannarnir í útnorði, frá, at teir hava loyst frá Danmark og sett á stovn sína egnu Republikk. Júst trý ár seinri – á Bótolvsmessu í 1947 - verður ein drongur borin í heim í Føroyum, annað barnið hjá teimum báðum Niels Juel Arge úr Tórshavn og Petru Arge, fødd Gregersen, úr Syðru­gøtu. Seinri, í skírnini, verður hann uppkallaður eftir abbanum í Gøtu. Jógvan Arge er maðurin, ið fer um 65 ára hvarvið sunnudagin. Kendur í Føroyum og uttan­lands í fleiri høpum.
Hendan dagin kundi tað ikki lesast á stjørnu­himm­alinum, hvør fram­tíð­in og lagnan skuldi ger­ast hjá hes­um nýfødda dreingja­barn­inum, sum sleit sínar barna- og tannáringarskógvar á Ting­húsvegi 55 (nú 59), har mamma hansara framvegis húsast einsamøll, hóast hon av álvara er farin at tátta í tey níti árini. At vit­ið var bjart og minnið óvan­liga gott, kom ikki frá fremm­and­um, og hóast hann gjørdi ein sildatúr við kenda skip­ar­anum Óla Hansi Olsen í Gøtu, í sekstiárunum, so gjørd­ist tað skjótt greitt, at tann lutfalsliga nýggi út­varpsmiðilin skuldi gerast verk­liga lívsrásin hjá Jógvani. Føroyingar vóru í 50-ár­un­­um umvegis politisku skip­anina so mikið at sær kom­nir, at teir settu á stovn tjóð­laðingar­stovnin Útvarp Føroya. Og tað er neyvan ov dýran tikið til, at hetta er eitt tað størsta mentanarliga bragdið, sum framt er her á landi.
Mentanarikonið Aksel Tórgarð stjórnaði frá byrjan, men táið hann valdi at uniformera seg í kjóla og kraga og halgaði guðfrøðini og øðrum mentanararbeiði sítt óvanliga virkna lív, varð Niels Juel settur stjóri í loft­borna miðlinum. Ongin ivaðist í hvør stjórin var og heldur ongin ivaðist í hvat hesin stjórin ætlaði og vildi við stovninum. Tað snúði seg bara um at menna føroysku tjóðina á øllum mótum. Hetta varð tjóðlaðingarstovnurin burt­urav, og ivasamt er, um nakar er førur fyri at gera greiði fyri, hvussu ovur­honds­stóran leiklut Útvarpið hevur havt fyri føroyskt mentanarlív og ikki minst fyri málsliga førleikum hjá okkum, sum eru vaksin upp saman við hesum stovni, og sum brúka hann sum mennara og til dagdvølju hvønn Guðsskapta dag á árinum.
Vit, sum meira og minni hava havt okkara dag­ligu gongd ovarlaga á Ting­hús­vegnum, vita, at gamli hús­harrin hevði eina óvanliga greiða og magnfulla visión við stovninum, sum hann var stjóri fyri, og at alt annað mátti víkja fyri hesi kreddu. Útvarpið og kringumstøður tess vóru samrøðuevnið við døgverðaborðið, í urta­garð­inum og táið vit tóku okk­um meira av løttum. Altíð og stund. Tíðum kimaði tele­fonin í gongini, tá vóru allar grindir latnar aftur, og harrin í húsinum fór einsamallur í holt við klientin, oftani var tað onkur rættiliga rísin politikari, sum ikki var nøgdur við handfaringina av eini tingviðgerð, ella tíðinda­flutninginum frá politiska pallinum, men ongantíð sóðu vit farran av, at tann nú legendariski útvarpstjórin boygnaði. Tvørturímóti. Líka­mikið hvør ið hevði fing­ið ilt í afturpartin av tí, sum stovnur hansara hevði borðreitt við, so slapp sub­jektiviteturin ongantíð at sigra á objektivitetinum. Út­varpið var og skuldi vera stovn­urin hjá fólkinum og ikki hjá ávísum áhugamálum í sam­felagnum.
Jógvan sat á fyrstu par­kett, og tað fekk illa verið annað enn, at hann varð sogin inn í hetta umhvørvið, allur sum hann var. Nýmálsligt studentsprógv fekk hann úr Hoydølum í 1966 og árini eftir hetta, frá 1967-1970, varð hann avlærdur sum jour­nalistur frá hinum gitna Ritzaus Bureau í Keyp­manna­havn. Frá hesi tíðini minnast tey flestu, at hann varpaði út frá ferðini, táið amerikumenn á fyrsta sinni lendu á Mánanum. Sent umvegis Útvarpið, har Niels Juel og hansara menn sótu og fingu allar træðrirnar flættaðar saman soleiðis, at føroyingurin, sum onki sjónvarp hevði, so “visuelt” sum gjørligt kundi fáa eina hylling á, hvat leikaði á har­úti í rúmdini. Sjálvur gloymi eg ongantíð hesa hendingina av tí einfaldu orsøk, at vit báðir Magni sótu sum óvitar í studio´num á Bryggjubakka og fylgdu gongdini, táið ameriku­menn vunnu sín fyrsta veruliga sigur í rúmd­ini mótvegis tí rapaða Sovjet­samveldinum.
Heimafturkomin av flat­londum gjørdist hann pro­gram­medarbeiðari í Út­varpi Føroya. Hetta var 1. januar 1970. Hann virkar framvegis á stovninum, og hevur hesi árini verið eitt nú tíðindaleiðari, pro­gramm­leiðari, varastjóri og onkuntíð virkandi stjóri. Einaferð helt ein nýsettur og nú farandi stjóri, at brúk var ikki fyri honum longur, men hetta spældi ikki væl av. Tað gjørdist nærum eitt fólkakrav, at maðurin, sum trúgvur og áhaldandi hevði kveikt og ment teim­um mergin og hvest teim­um vitið við tíðindum, repo­r­tasj­um og samrøðum, var settur í starvið aftur, - og tað bleiv hann. Tíbetur siga tey flestu, sum eftir tað hava lurtað eftir eini perlurøð á tráði av samrøðum við frásøgufólk, sum onkurs­vegna hava tað serliga álitið á útvarpsmanninum og hans­­ara fyrireikingum, at tað oftani kennist sum list á høg­um støði, táið sagt verð­ur frá. Hartil eru hetta ómiss­­andi virðir fyri eftir­tíðina, táið granskarar og onn­ur fara at skoða aftur í tíð eftir málsligum førleika, ment­anarligum tæri og fólksins hugsan í okkara tíð.
Málsligi agin í Útvarpinum var strangur. Tað man hava verið ógvuliga umráðandi, táið fólk vórðu sett í størv á stovninum, at málsliga kálv­føðingin var í lagi. Við tíðini gjørdist Útvarpið ein málsligur “skúli”, og í dag hoyrist hann serliga væl aftur hjá eitt nú Jógvani og Johnsigurði Johannesen í Sjónvarpinum. Onki roks, ong­in óneyðugur rómi í setn­ingunum, tað ræður um at tosa við fólkið í eygnahædd. Borðreiðingin av dagsins teksti skal vera so einføld og røtt sum yvirhøvur gjør­ligt. Hetta gongur eisini aft­ur í øllum bókunum Jógv­an hevur givið út um føroy­ingsins lív og virki. Finnbogi Ísakson, sáli, segði mær einaferð, at mesta málsliga førleikan hevði hann frá gamla útvarpsstjóranum og frá at hava sitið undir hjá skyldfólkunum norðuri á Nesi – á Trøllanesi. Hvussu ræði tað lá fyri hjá honum, eisini sum politikara, at tosa og greiða eitt mál, við at vera serliga umhyggin og vandin í tí málsliga høpinum, er eisini legendariskt.
Objektivitetur er eitt nógv nýtt orð í tíðini. Í tíð og ótíð leypa eitt nú politikarar og viðhaldsfólk teirra á journalistar og díkja hesar undir við ókvæmisorðum um tað øvuta av objektiviteti – subjektivitetur. Havi ikki hoyrt Jógvan Arge nevndan í hesum sambandi, hóast hann kom inn á tíðindapallin í eini broytingartíð, tá meg­in spakuliga dragnaði hjá polit­isku bløðunum og Útvarpið í alt størri mun fór undir at flyta fólkinum tíðindir frá politiska pallinum og handan leiktjøldum hansara. Føroyar vóru eisini í eini broytingartíð á mongum økjum hesa tíð­ina, táið Jógvan avlærdur var heimaftur komin. Tað ráddi um at halda fast um jour­nalistiska integre­tet­in og stoltleikan, tá fløktir spurn­ingar skuldu flýggj­ast fólk­inum, eitt nú í EEC-málinum, undir útróðrarverkfallinum, táið fiskimarkið varð flutt út, táið bilateralar fiski­vinnu­samráðingar vóru á skrá etc. Helst hevur hann hildið seg seg dygst við metodurnar, sum lærumeistararnir hava lagt honum eina við á Ritzaus Bureau. Annars hevði hann neyvan staðið hei­laga journalistiska objek-tivi­tetinum kurl, tí í hesum sama hami fanst eisini eitt polit­iskt hjarta.
Tjóðskaparliga kálv­føð­­ing­in kemur úr báðum legg­um, og longu í 1965-66 er hann nevndarlimur í Unga Tjóðveldinum. Hann stillaði upp til løg­tings­val á fyrsta sinni fyri Tjóð­veld­isflokkin í 1978, fekk val av atkvøðum, men rakk kortini ikki tinggáttini ta ferðina. Árini 1984-87 var hann nevndarlimur í Pf. Blað­starv, sum gav floks­blaðið 14. September út, og í 2001 varð hann valdur í Tórshavnar býráð, og har situr hann enn fyri Tjóðveldi. Í árunum 2002-04 var hann eyka­maður á Føroya løgtingi og á valinum í 2004 fingu teir tríggir Jógvan Arge, Rói Egholm og Finnur Helmsdal, sáli, nógmikið av atkvøðum til at gerast umdømisvaldir tingmenn. Teir fingu nevnliga effinett sama atkvøðutal í Suðurstreymoyar valdømi og í lutakastinum vann Finnur Helmsdal valið og Jógvan valdi eftir hetta at brúka politisku orku sína í Tórshavnar kommunu, og táið 65 ár ikki er nakar aldur longur, vænta tey flestu, at hann tekur eitt tørn afturat í grótbygninginum á Vaglinum, sum skyldmenn hansara laðaðu havnarmonnum fyri so mongum árum síðani. Eins og í øllum lutum er hann eisini serliga væl fyrireikaður og avvigaður tá vit hoyra frá honum í býráðsregi, og teir sum eg havi tosað við, bæði í samgongu og í andstøðu, lata heilt væl at honum sum samstarvspartnara.
Jógvan er elsta dreingja­barnið í Gøtu-streinginum, og tí hevur hann altíð havt ein serligan status, táið vit, nøkur ella øll, hava hitst í ymsum høpum. Ein nestorur, sum verður spurdur til ráðs, táið tað stendur á stór­við­inum. Og góður hevur hann mangan verið í ávikum. Við hesum fari eg at takka tær fyri eitt lívlangt vinalag og ynskja tær mong góð ár aft­urat – eisini í politikkinum og ikki minst sum tann fólka­kæra røddin í nationalu út­varpsrásini. Hjartaliga til­lukku við 65 ára degnum.
---
tj-.