sína fyri at halda fíggjarligar upplýsingar aftur í stríðnum um franska vínslottið Château Miraval. Tað skriva fleiri altjóða miðlar, teirra millum USA Today. Sambært skjølum, sum eru latin rættinum, vil [...] hjúnini keyptu saman. Í 2021 seldi Angelina Jolie sín helming til fyritøkuna Tenute del Mondo, sum er partur av Stoli-samtakinum. Brad Pitt heldur, at sølan var í stríð við eina avtalu teirra millum um [...] hava báðir partar havt ymiskar sigrar í rættinum. Hóast skilnaðurin varð endaliga avgreiddur í 2024, er stríðið um franska vínslottið framvegis ikki loyst. Brad Pitt og Angelina Jolie hittust undir upptøkunum
staðbundnu nevndini umrøddu ymisk mál, sum høvdu týdning fyri bygdina. Nú verður tað sama gjørt í Kirkjubø, og ætlanin er at gera tað sama í øðrum bygdum í kommununi komandi tíðina. [...] Tórshavnar kommuna skrivar, at endamálið er at kunna seg um viðurskifti í Kirkjubø og eisini at hitta fólk á staðnum, sum harvið eisini fáa høvi at tosa við borgarstjóran um ymiskt, sum kann liggja teimum
Sum vanligur siður er í Vágs kommunu, fær ein borgari, sum fyllir 90 ár, vitjan av borgarstjóranum, sum handar føðingardagsbarninum blómutyssi og konfekteskju. Men uppgáva hjá borgarstjóranum, Bjarna Johansen [...] Johansen, var eitt sindur øðrvísi hesaferð enn annars, tí nú var tað pápi hansara, Eyðun Johansen, sum fór um tey níti. Sjálvur sigur borgarstjórin soleiðis á sínum Facebook-vanga í gjár: - Hesaferð hevði
í havið. – Eg sigi ikki, at kópur er orsøkin til støðuna hjá toskinum. Men um hann etur nógv av toski og øðrum fiski, eiga vit at vita, hvussu stór ávirkanin er. Tað er ein partur av at umsita okkara tilfeingi [...] stórur stovnurin er, hvussu nógv hann etur, og hvørja ávirkan hann hevur á fiskastovnarnar. Tað eiga vit at fáa greiðu á, sigur Bjarni Hammer. Føroyskar kanningar hava víst, at toskur er partur av føðini [...] Tíðindaskriv: Nú vil Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hava at vita, um tíðin er komin at loyva kópaveiðu aftur – og hvørja ávirkan kópurin hevur á fiskastovnar undir Føroyum, eitt nú
møguleika at finna loysnir sjálvar. Tað er tann besta loysnin, segði løgmaður. Men hann legði samstundis afturat, at um einki er hent, tá hetta kommunala valskeiðið er liðugt (í 2028), kann landið taka stig [...] ##med2## – Eg veit ikki, um tað endiliga skulu vera sjey kommunur. Tað týdningarmiklasta er, at tær eru sterkar, segði løgmaður við Sosialin. Borgarstjórin í Vági, Bjarni Johansen, er tó ósamdur í hesi tilgongdini [...] Kringvarpið í dag segði Bjarni Johansen, at tað eigur at vera upp til kommunurnar sjálvar at taka støðu til kommunusamanleggingar. Hann helt, at betri loysnin er at styrkja samstarvið millum kommunur heldur
Prestagarðurin er ein skrivstova og ein tænastubústaður, har fólk koma at avgreiða ymisk ørindi, og familjan má liva við ikki at búgva í egnum húsum. Ikki fyrr enn kirkjubókaførandi prestur er um pensjónsaldur [...] vítt til ber, kann hava prest í nærumhvørvinum, sigur hann við Frihedsbrevet. Sambært bispi hevði tað fingið avleiðingar fyri fólkakirkjuna, um prestagarðarnir vórðu tiknir burtur. – Verða prestagarðarnir [...] niðurlagdir, verður mett, at sóknarprestarnir verða savnaðir í miðstaðarøkinum og koma at búgva har. Tað hevði verið óheppið fyri ta samlaðu fólkakirkjuna og mint um gongdina í samfelagnum, har miðsavningarandin
síðan 2002. Hon verður latin einum filmi, sum er rótfestur í norðurlendskari mentan, hevur høgt listarligt virði og er eitt heilstoypt verk. Virðislønin er 300.000 danskar krónur. Peningurin verður býttur [...] vera hjúnafelagi og umsorganarpersónur. Mitt í álvaranum er Birita sjálv tó ein ljós og lívsjáttandi megi, sum ávirkar øll rundan um seg. Birita er fyrsti filmur í fullari longd hjá Búa Dam. Jón Hammer, [...] ungdómsfilmurin Kevlarsjäl – altjóða Kevlar Soul – er fyrsti spælifilmurin hjá Maria Eriksson-Hecht. Pelle Rådström hevur skrivað handritið. Filmurin er ein lýsing av brøðralagi, har eldri beiggin noyðist
staðni í Klaksvík, nú Summar Festivalur er. Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin av bilføraranum, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.
skrokkskaða, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan sigur, at sýnið í krossinum er eitt sindur avmarkað, men tað broytir ikki upp á tað, at bilførarar hava skyldu at halda víkiskylduna. Vanliga fær ein bilførari [...] lagi eitt klipp í koyrikortið fyri at bróta víkiskylduna. Endar brotið við einum samanstoyti, kann tað eisini hava við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
hámarksferð aftur er galdandi. Tøknin í bilunum er broytt. Tí er rímiligt at spyrja, um okkara skelting eisini eigur at fylgja við. Talan er í grundini um eina einfalda loysn: Tá tað aftur er loyvt at koyra [...] bilurin vísir, at hámarksferðin er 60 km/t, er tað púra natúrligt, at førarin lítur á tað. So kann úrslitið gerast, at koyrt verður 60 km/t kilometur eftir kilometur, hóast loyvt er at koyra 80. Ferðarmunur hevur [...] km/t, hóast komið er inn á eitt vegastrekki, har loyvt er at koyra 80 km/t. Fyri ein føroying, sum kennir vegakervið og reglurnar, er hetta kanska ikki ein stórur trupulleiki. Men støðan er ein onnur hjá einum