trettan ára gamal drongur var óheppin í ferðsluni hóskvøldið. Hann koyrdi á rennihjóli, fór av gongubreytini á Ternuryggi í Havn og út á vegin, og tá rakti hann inn í síðuna á einum bili. Bilurin fekk bara [...] dreinginum. Hann varð fluttur á Landssjukrahúsið, og tað vísti seg, at hann hevi brotið báðar leggirnar í vinstra skinnabeini.
Avgerð er tikin um, at Norrøna fer á Kollafjørð í kvøld. Tá Norrøna skuldi koma á Havnina í kvøld um 23 tíðina, var so nógvur vindur í Havn, at ikki var komandi til bryggju, tí varð avgerð tikin um, at [...] . Norrøna kemur úr Danmark, tað eru góð 800 ferðafólk við Norrønu. Norrøna fer aftur til Danmarkar í nátt.
28. oktober, og fram til 1. november hevur Pól Skarðenni sína árligu heystframsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Sambært Pól sjálvum fer hann at sýna fram umleið 40 málningar, har myndaevnið er føroyska [...] men eisini eru nakrir abstraktir málningar við. Framsýningin verður opin hvønn dag frá trý til seks í døgunum 28. oktober til 1. november.
Ein bilførari var í morgun tikin fyri rúsdrekkakoyring Í sambandi við ferðsluvanlukkuna á Ringvegnum í Havn í morgun stongdi løgreglan vegin eina løtu. Ein bilførari, ið helst ætlaði at lirka seg heim
Mikudagin eru formenninir í limafeløgunum hjá Fótbóltssambandinum innkallaðir til fundar í Havn. Á fundinum fer starvsnevndin at kunna um ymisk viðurskifti í fótbóltssambandinum, eitt nú um málið við [...] verður mikudagin 25. juni kl. 17.30, og ætlanin er at enda dagin við at hyggja eftir fyrru hálvfinaluni í EM-kappingini á stórskíggja.
skrivað, meðan hann og familjan hava verið búsitandi í Italia - har tey búgva enn. Fløgan er tó innspæld í Kris-Stuff Studio í Havn og Fix-n-Mix Studio í Danmark. Óli Poulsen hevur framleitt, og framleiðslustjóri
Í dag var útgávutiltak í handlinum hjá útgávufelagnum Tutl í Havn. Talan var um plátuna hjá bólkinum Hamradun. Plátan hevur heitið Nætur níggju. Plátan varð løgd fram, og limir í bólkinum greiddu frá plátuni
Á Ellisheiminum í Vágum gjørdist 15. juni ein serligur dagur, tá trý av starvsfólkunum blivu ommur. Tvey ommubørnunum vóru fødd í Havn og eitt í Danmark. Anna Dánjalsdóttir fekk ein ommuson kl. 00.44, [...] ommudóttir kl. 19.07 fødd á Landssjúkrahúsinum, og Ingrid Lindenskov fekk eina ommudóttir kl. 12.04. fødd í Danmark.
kl.13. Anna Jóhanna Olsen, ættað úr Skúvoy, búsitandi í Havn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 12. desember, 84 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin [...] Poul Sumberg, Sumba, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 13. desember, 60 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl.15.00 Jararferðin verður úr Ki
Tekniski skúli í Havn fyri stórum tiltaki í Gongugøtuni. Millum fara næmingar á skúlanum at sýna fram nakað av tí, sum teir hava tikist við seinasta skúlaskeiðið. Talan er um handverk í breiðum týdningi [...] timburarbeiði og bilar á skránni. Alt handverk, sum er framleitt av næmingunum á skúlanum. Tiltakið í Gongugøtuni byrjar klokkan 12.