Mikudagin eru formenninir í limafeløgunum hjá Fótbóltssambandinum innkallaðir til fundar í Havn. Á fundinum fer starvsnevndin at kunna um ymisk viðurskifti í fótbóltssambandinum, eitt nú um málið við tjóðarleikvøllinum og eftirmetingina av sjónvarpingini av finaludystinum um Løgmanssteypið. Fundurin verður mikudagin 25. juni kl. 17.30, og ætlanin er at enda dagin við at hyggja eftir fyrru hálvfinaluni í EM-kappingini á stórskíggja.








