Regin Guttesen við nýggjari fløgu

Mikudagin 20. mai varð nýggja fløgan ”FJAKKARI” hjá Regini Guttesen presenterað á móttøku á Hotel Djurhuus í Havn.

Tólv spildurnýggj løg eru á fløguni. Talan er um sangir við føroyskum tekstum, sum Regin, fyri stóran part, sjálvur hevur skrivað, meðan hann og familjan hava verið búsitandi í Italia - har tey búgva enn.


Fløgan er tó innspæld í Kris-Stuff Studio í Havn og Fix-n-Mix Studio í Danmark. Óli Poulsen hevur framleitt, og framleiðslustjóri var Jákup Zachariassen.