lagt alla orku í at fáa fáa nýggju ríðibreytina klára til ólavsøkukappríðingina. Hetta sær nú eisini út til at eyðnast. At tað verður sagt, at hon verður klár, men ikki liðug, merkir, at hetta er partur [...] nakað av girðingum, umframt brúgv og gøtuskipanir at koma til máløkið. Tað er áhugavert, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, ið er stovnað í 1943, at kappast verður á egnum øki. Kappríðingar byrjaðu [...] til í fjør, tá tað gjørdist klárt, at Húsareynstunnilin ávirkaði breytina ov nógv til, at hon ikki kundi brúkast longur. Samráðingar við Tórshavnar Kommunu førdu til, at kommunan lat endurgjald fyri breytina
Handilin kom av, at fýra vinfólk hugsaðu “hví ikki?” og fóru til verka. Tað hevði leingi verið eitt ynski at arbeitt saman um eina verkætlan, og tey blivu skjótt samd um, at tað at selja sex leikur í [...] mettu, at tað var týdningarmikið at kunna nerta við vørurnar og kunna fáa ráð og vegleiðing um brúk, reingerð og goymslu av leikunum. Eisini var týdningarmikið at hava fagurfrøðiligar vørur av tí, at sniðið [...] ikki er vanur at síggja í handlum í Føroyum, skrivar handilin í tíðindaskrivi. – Har ber til at keypa ymiskar sex leikur, hóast tað kanska ikki líkist teimum sex leikum, ið vit eru von at síggja. Leikurnar
ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis. Ruth greiðir frá, at hetta var eitt torført val, tí henni dámdi arbeiðið hjá MEGD sera væl, og at bæði [...] góð at samstarva við, umframt at stór og týðandi evni gera seg galdandi á brekøkinum, her undir at virka fyri at fáa styrkt fíggjarliga grundarlagið hjá MEGD. Viðtøkurnar hjá MEGD siga greitt, at "um [...] til fyrstkomandi aðalfund". Hetta merkir, at nýtt forfólk verður valt á komandi aðalfundi. Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at taka við sum forkvinna eftir Ruth fram til
halda at myndugleikarnir hava gjørt ov nógv, onnur at vit hava gjørt ov lítið. Tað ræður um at finna røttu javnvágina. Bjarni Kárason Petersen mælir foreldrum at tosa við síni børn, soleiðis at tey ikki [...] legði dent á, at eingin ítøkilig hóttan er ímóti Føroyum. Tilmælini eru gjørd eftir eini yvirskipaðari meting, og fólk skulu liva sum vant. - Hatta skapar tryggleika. Fólk eiga ikki at keypa inn undir [...] ættarliðnum, men ommur og abbar okkara eru von at fyrireika seg til kreppustøður, og hjá teimum er hetta púra náttúrligt, sigur Bjarni Kárason Petersen. Tilmælini siga, at fólk skulu eiga vatn og mat til trý samdøgur
púra greið. 59 prosent halda, at Føroyar eiga at fáa størri sjálvræði, men innanfyri ríkið. ##med2## 25 prosent halda, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, og 16 prosent halda, at ríkisrættarliga støðan skal [...] ríkisrættarliga økinum. Semja millum flokkarnar tykist at vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum. Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí sett sær fyri at kanna, hvat vanliga fólkið heldur um ætlaninar [...] skal halda fram óbroytt. - Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er á rættari leið. Vit vilja gera broytingar, so at vit fáa størri uttanríkispolitiskt sjálvræði, men vit vilja ikki slíta frá Danmark. Vit skulu
fer at henda. Royndirnar vísa, hvat ið hendir nú, men tær kunnu ikki vísa, hvat ið fer at henda. Fyri tí at sólin higartil er komin til sjóndar hvønn morgun, ber ikki til at prógva, at hon fer at koma [...] hon hevdar, at tað ber til at fáa sær vitan um veruleikan bara við at brúka skilið. Mótsett hesum hevdar empirisman, at øll vitan um veruleikan stavar frá sansingarroyndum. At halda uppá, sum Descartes og [...] sjálvari hendingini, at onnur kúlan rakar hina, sum logiskt hevur við sær ta hending, at hin kúlan fer á rull. At onnur hendingin kemur hinari á baki kann bara lærast við at síggja, at soleiðis gongur tað
11 dagar undan, at hoyringsfreistin í málinum at broyta byggisamtytkina fyri Sund – sum heimilar grótfyllingini – var úti. Tað merkir, at ovasta leiðslan í høvuðsstaðnum ikki ætlaði at halda: · lógarásetingina [...] hesum fundinum loksins høvi at leggja fram síni sjónarmið. Tá kaldbaksfólk vístu á møguleikan at brúka grótið at byggja út Skansabryggjuna, var svarið hjá havnameistaranum, at tað kundi ikki brúkast. Tað [...] høvdu vón um, at Tórshavnar býráð fór at virða fólkið við Kaldbaksfjørð og náttúruna á Sundi. M.a. tí at forkvinnan í byggi- og býarskipanarnevndini, Marin Katrina Frýdal, í 2014 segði, at vit ”hava ikki
Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskar heimasíður eru álopnar. Fyri nøkrum árum síðani boðaði ein bólkur av teldusníkum frá, at av tí at føroyingar drópu grind, fóru teir at gera føroyskar heimasíður til [...] skjótt boðaði Anonymous frá, at so var ikki. Tey høvdu onnur og størri ting at stríðast ímóti enn at føroyingar drópu nakrar túsund hvalir um árið. Hetta er eiheldur fyrstu ferð, at nic.fo er álopið. Heimasíðan [...] vil siga, at tá fólk skrivaðu nic.fo, so endaðu tey á eini aðrari síðu, har tey fingu boð um, at nic.fo var hackað. Men skaðin kundi verið so ómetaliga nógv størri. At teldusníkarnir megnaðu at taka ræði
starvsfólkini við! At leggja almennar stovnar saman bara fyri at leggja teir saman, eigur og skal ikki verða eitt mál í sær sjálvum. Ein samanlegging eigur ikki at verða gjørd uttan at hetta er til fyrimuns [...] er, at skipa eina so góða og skynsama almenna tænastu sum møguligt, samstundis sum stovnur og starvsfólk verða rikin á besta hátt. Hetta verður gjørt við at fylgja ásetingunum í sáttmálunum um at hava [...] kenna stovnin best innanifrá og úteftir. At taka starvsfólkini við í tilgongdina heilt frá byrjan ger eisini, at tey kenna tær broytingar sum koma. Tey fara at kenna ein ognarskap í broytingunum og teimum
Endamálið var ikki til at misskilja. Kommunurnar valdu enn einaferð at gera vart við sítt sjálvræði og sítt politiska frælsi, nú tað liggur á ljóði, at sitandi samgonga ætlar at skerja umstøðurnar hjá [...] kórinum fyri, at nú ætlar kommunufelagsformaðurin at steðga Tangafjarðartunlinum. Hetta var spildurnýtt fyri mær - og eisini fyri næstformanninum í Kommunufelagnum. Síðani havi eg staðfest, at ein maður hevur [...] eisini at man noyðist frá løgtinginum og landsstýrinum at halda aftur. Vit gera tveir undirsjóvartunlar fyri yvir milliardir av krónum.” Eftir hetta stutta innskotið hjá UHJ: “Er vandi fyri at búskapurin