Fiskurin livir í tropiskum og subtropiskum sjógvi, og er á ávísum árstíðum at síggja í torvum fram við bretsku strondunum. Onkur hendingur er fingin í Norðsjónum og eisini so eystalaga sum í Oyrasundi er [...] gjørdu ein sjáldsaman fong á sandinum í Miðvági sunnudagin. Teir fingu ein fisk, sum helst er tann, ið á donskum verður nevndur »Makrelgedde«, og vanliga livir í nógv heitari sjógvi enn okkara. Teir báðir [...] ir, Hørdur Johansen og Hans Otto Samuelsen, mundu halda botndystin í fystu deild millum FS Vágar og VB vera í so keðiligan og fóru í staðin ein túr oman á sandin at vita, um ikki okkurt meira áhugavert
Fiskurin, sum teir báðir Sandavágsdreingirnir, vit nevndu í blaðnum í gjár, fangaðu á Miðvági, er fingin undir Føroyum nakrar feðrir áður, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni. Hann sigur [...] á. Hjalti í Jákupsstovu sigur, at fiskurin helst er komin hendanveg við heitari sjógvi, sum rikin er hendanveg. Sjógvurin kring Føroyar er heitari í ár, enn hann er vanlig ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu [...] ni ikki siga nakað um enn. Fylgt verður við, hvussu gongdin er, sigur Hjalti í Jákupsstovu og vísir á, at Magnus Heinason í løtuni er úti og ger yvirlitstrolingarnar, sum gjørdar verða á hvørjum sumri
Miðvági:Sundaberg avreiðir gulllaks til Føroya Fiskavirking í Miðvági. Skipið hevur gjørt tveir túrar higartil og lagt góð 300 tons upp í Miðvági. Jákup Sólstein hjá JFK Troli sigur, at felagið eigur eina [...] Føroya Fiskavirking í Miðvági, sigur, at vanliga plagar gulllaksatíðin at strekkja seg september mánað út. Men hvussu verður í ár, er kanska eitt sindur torført at siga, tí fiskamarknaðurin í Europa er vánaligur [...] tungt at selja fisk í løtuni, sigur hann. Umframt Sundaberg landar eisini Vesturbúgvin gulllaks til Fiskavirking í Miðvági. Vesturbúgvin landaði 120 tons mánadagin, og Sundaberg var í gjar við umleið 180
sum spældi við Werder Bremen í týsku bundesliguni, situr í panelinum hjá UEFA. Í dag er hann ítróttarstjóri í norska felagnum Rosenborg. Hann tekur undir við, at graslíki verður góðkent til altjóða dystir [...] kunstigum grasi. Ráðstevna um graslíki Í hesi vikuni hava tey norðurlendsku fótbóltssambondini havt eina ráðstevnu um graslíki. Ráðstevnan var í Noregi, og Rúni Heinesen, nevndarlimur í FSF, hevur umboðað Føroyar [...] hetta er nakað, sum teir hava kent til í fleiri ár, og Fótbólssambandið hevur í fleiri ár borið hetta ynskið fram fyri UEFA. Teir nýggjast vallirnir í Føroyum, sum eru í Klaksvík, Fuglafirði, Gøtu, Runavík
samanlagt, tær tríggjar vinkonurnar Maria Rasmussen í Miðvági, Jenny Davidsen á Skála og Kitty Mortensen í Dragør. Vit sita í stovuni hjá Mariu í Miðvági. Hon er tann einasta, ið aftur kom á rókina, eftir [...] vuksu upp í Miðvági og hiðani gekk heimurin út frá. Jenny er fødd í Sørvági og varð ársgomul borin í einum leypi til Miðvágs og sett av her. Her vaks hon so upp. ?Heldur tú ikki tað var synd í mær? sigur [...] ein munn: »Tvætl í teg. Einki var tað nakað synd í tær, eingin hevur havt tað betri enn tú yvirhøvur.« Og Jenny er samd við teimum. Líka síðan tær dugdu at stetla um teigar og tún í Miðvági, hava tær verið
Árni gekk í realskúla í Hoydølum, og hann leyk studentsprógv í Sorø. Árni fór undir víðari lestur í Århus, har hann tók læraraprógv í 1980. Hann var í nøkur ár lærari á kristnum frískúla í Odense, og [...] Leynum. Eftir kríggið búsettust tey í høvuðsstaðnum, og tey fingu seks børn: Kári, Tordis, Ingi, Finnur, Árni og Jón, sum druknaði í ánni dygst við húsini, har tey búðu, í 1961, tá ið hann var knappliga tvey [...] Vibeke og Árni gingu á læraraskúla í Århus í senn, og Vibeke er framvegis lærari. Tey eiga fýra børn: Andreas, Amalia Asbjørn og Annfinn. Árni hevur verið virkin í kristiligum arbeiði øll útisetaárini
verið í Vágum í so stóran mun sum í ár. Niels Olgar Joensen sigur, at í mun til í fjør er vøksturin ikki so øgiligur í prosentum, men har er ein vøkstur. Hinvegin var vøksturin í fjør í mun til í fyrraárið [...] og Tindhólm vilja føroyingar vitja. Kunningarstovan fer fyrst í september at flyta í nýggj høli í Miðvági. Tað verður har, sum Sparikassin í løtuni heldur til, meðan umbygt verður hinumegin vegin. Terji [...] Tey, sum starvast í ferðavinnuni í Vágum hava týðuliga merkt, at Vágatunnilin hevur verið opin í summar. Nógv fremmandafólk hava vitjað oynna í summar, og serliga tey sonevndu »Stop over« ferðafólkini
trygdini í vágatunlinum. Tað verið seg Brunaumsjón Landsins og sløkkiliðini báðu megin tunnilin. Tað vil siga í Kvívíkk og Miðvági/Sandavági. Allar seinasta hond verður i løtuni løgd á arbeiðið í Vágatunlinum [...] so framvegis av trygdarútgerð, sum er í Vágatunlinum, sum Dávur Reinert Hansen eisini vísir á. Men tað er ikki nokk, at teir ymsu lutirnir hvør í sínum lagi eru í ordan og rigga. Tað, sum umráðandi er [...] vísir á manglandi trygd í Vágatunlinum fram um aðrar tunlar, sum í rættiliga nógv longri áramal hava verið brúktir, uttan at tey trygdarkrøv, nú verða sett Vágatunlinum, eru í lagi, sigur Petur á Lava
Ungdómsmøti verður í kvøld kl. 21. Sunnudagsskúlin byrjar aftur í morgin kl. 13.30 bæði í Thabor og á Kambsdali. Møti verður kl. 18. KFUM & K í Norðoyggjum Hóskvøldið kl. 20 Bíbliutími við Jákup í Mýru. Fríggjakvøldið [...] fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla læraraíbúðin). AA-fundir í Vágum Í gamla skúla í Sandavági hvørt hóskvøld og leygarkvøld kl. 19.00 (á loftinum, inngongd niðanfyri). Al-Anon í Vágum Fundur fyri [...] 19.30 í Gamla skúla í Sandavági. AA-Suðuroy AA-fundirnir í gomlu læknamiðstøðini á Tvøroyri eru fríggjakvøld kl. 19 og sunnudag kl. 15. Hvønn sunnudag síðst í mánaðinum ? opin fundur kl. 15. AA í Vági AA
byrjaði sum bankalærlingur 21. august 1978 í Føroya Banka í Niels Finsensgøtu. Stephania er dóttir Annu, f. Haraldsen, ættað úr Miðvági, og Sverra Trónd Hansen í Havn. Hon er gift við Anfinni Thorsteinsson [...] Klaksvík, børnini hjá teimum eru: Anna, Ólavur Sverri og Guðfinnur. Stephania arbeiðir í dag á fyrisitingardeildini í Føroya Banka.