Væntandi samskifti millum Vágatunnilin og Brunaumsjón Landsins hevur gjørt, at leiðarin á Brunaumsjónini nú hevur biðið fútan kanna, um trygdarviðurskiftini í Vágatunlinum loyva, at tunnilin yvirhøvur er opin. Stjórin fyri Vágatunlinum undast á ta støðuna, tí honum kunnugt hevur Brunaumsjónin góðkent alla trygdarútgerð og rakstrarhondbók hjá Vágatunlinum
Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins, sigur, at tað, sum serliga hevur gjørt, at hann hevur vent sær til fútan, er, at hann ikki kennir tær mannagongdir, sum galdandi eru í Vágatunlinum. Eitt nú hvussu rakstrarhondbókin há Vágatunlinum sær út. Hvør skal ansa hvørjari trygdarskipan, Hvør skal siga hvørjum frá, um eitthvørt ikki riggar, sum tað skal. Og hvør skal seta tey neyðugu tiltøkini í verk, tá okkurt er galið.
?Vit høvdu eitt dømi herfyri, tá vatn fleyt út á koyribeytina. Tað vísti í hvussu er, at har var ikki alt ,sum riggaði nøktandi, vísir Petur á Lava Olsen á.
Skilir ikki málið
Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, undrast á, hvat Brunaumsjón Landsins vil við hesum málinum nú.
?Brunaumsjónin hevur góðkent alla ta trygdarútgerð, sum brúkt verður í Vágatunlinum. Og vit hava víst teimum rasktrarhondbók, og hvat nú kann vera aktuelt, sigur hann.
Stjórin fyri Vágatunlinum sigur, at hann skilir ikki rættiliga, hvat Petur á Lava Olsen vil við hesum málinum. Sær vitandi, sigur Dávur Reinert Hansen, hevur samstavið verið gott við allar partar, sum hava ábyrgd av trygdini í vágatunlinum. Tað verið seg Brunaumsjón Landsins og sløkkiliðini báðu megin tunnilin. Tað vil siga í Kvívíkk og Miðvági/Sandavági.
Allar seinasta hond verður i løtuni løgd á arbeiðið í Vágatunlinum. NCC eftirkannar rivur og tílíkt, sum bøtast skal um, og boðað er frá, at tað arbeiðið verður endaliga liðugt tann 8. september. Hetta hevur Brunaumsjón Landsins eisini fingið at vita, sigur hann, men haðani hevur Vágatunnilin einki frætt aftur.
?Eg havi biðið um ein kunnandi fund við Brunaumsjón Landsins saman við Fiskimálaráðnum, sum Brunaumsjónin nú er løgd undir, men haðani er einki frætt aftur, sigur Dávur Reinert Hansen. Vit halda okkum hava gjørt ein góðan innsats og undrast tí á, at soleiðis verður farið út við hesum beint nú.
Petur á Lava Olsen sigur, at hetta, sum nú er komið upp um fráboðan til Fútan, er ikki nakað spildurnýtt mál. Tað er nakað síðan, hann sendi áheitanina, sigur hann. Men hevur enn einki frætt aftur frá fútanum.
Hann váttar, at Brunaumsjónin hevur góðkent ljós, elskáp og so framvegis av trygdarútgerð, sum er í Vágatunlinum, sum Dávur Reinert Hansen eisini vísir á. Men tað er ikki nokk, at teir ymsu lutirnir hvør í sínum lagi eru í ordan og rigga. Tað, sum umráðandi er, er at teir rigga saman og undir teimum umstøðum, teir skulu brúkast, vísir hann á.
?Eitt er at seta upp. Eitt annað er at gera endaligt eftirlit. Øll skipanin skal eftirsýnast, tá hon er liðug. Og tað úrslitið kenni eg ikki, sigur Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins.
Øðrvísi enn aðrir tunlar
Spurdur um hví hann vísir á manglandi trygd í Vágatunlinum fram um aðrar tunlar, sum í rættiliga nógv longri áramal hava verið brúktir, uttan at tey trygdarkrøv, nú verða sett Vágatunlinum, eru í lagi, sigur Petur á Lava Olsen, at tað er tí, at Vágatunnilin er øðrvísi enn aðrir føroyskir tunlar á fleiri økjum.
Eitt nú er talan um ein undirsjóvartunnil, sum beinanveg ger hann øðrvísi í skapi enn aðrar tunlar.
Undirsjóvartunnilin hevur stórt hall, sum ger, at eitt nú roykur uppførir seg heilt øðrvísi, enn hann ger í vatnrøttu tunlunum. Eisini ber til at rulla ein bil út úr einum vatnrøtum tunli. Men tað ber illa til í undirsjóvartunlinum við brattari brekku.
?Men tað er ikki soleiðis at skilja, sigur Petur á Lava Olsen, at teir tunlarnir, sum Landsverkfrøðingurin umsitir, eru friðaðir. Tær skipanir, har eru, skulu eisini dagførast, og tað arbeiðið er farið í gongd.
Hann nevnir til dømis, at Vágatunnilin á stórum strekkjum er taktur við skúmtilfari, sum eitt tunt lag av betongi liggur uttaná. Tað skal eisini kannast, um tað er nóg trygt.
Tá so víst verður á, at Norðskálatunnilin er klæddur við júst sama tilfari uttan betonglag uttaná, játtar Petur á Lava Olsen, at so er, men sigur, at har er bert talan um eitt nógv styttri strekki enn í Vágatunlinum. Men tað skal eisini takst upp, sigur hann.
Tað er rætt, at gomlu tunlarnir hava verið brúktir í nógv ár, uttan at tey trygdarkrøv, nú verða sett, eru lokin. Men nú tosa vit um ein nýggjan tunnil, sum er gjørdur, eftir at vit kenna trygdarkrøvini, sum nú eru galdandi. Og so skulu tey bara vera í lagi. Tá so alt er í lagi og góðkent, verður tunnilin sagdur klárur at ferðast ígjøgnum. Sum er hevur hann bara fyribilsloyvi.
Tunlarnir hjá Landsverkfrøðinginum skulu eisini lúka tey til einahvørja tið galdandi trygdarkrøv. Tann uppstrammingin er í gongd, og tað verður ein stór uppgáva hjá Landsverkfrøðinginum at fáa til vega pening til tað, sigur Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón landsins.
Hvat fer at henda eftir 8. september, um so verður, at krøvini til Vágatunnilin ikki eru uppfylt, veit Petur á Lava Olsen ikki. Men hann fer so at taka eitt álvarsligt prát við leiðsluna fyri Vágatunnilin, sigur hann.