vísti á, at hann í trý ár búði í Hósvík, meðan hann gekk í skúla á Oyrarbakka. - Har í húsinum var gamal maður, ið nevndist Andrass Hansen. Einaferð, vit báðir komu á tal um henda skaðadagin í Hesti, sigur [...] var, at í bjørgunum var onkur fallin, sum var úr aðrari bygd. Eisini var onkur hestmaður fallin í bjørgunum aðrastaðni. Pól nevndi, at Heindrikur í Pálsstovu, sum var húskallur á Sandi, fall í sandsbjørgum [...] longur aftur í tíðina enn 100 ár, har tú við fullari vissu hevði álítandi eyðmerkingar, og eru teir fyrstu í hesum tíðarskeiði, Pól í Sakrastovu og Jens á Nýlendi, sum fullu bjørgunum inni í Barmi 2. juni
Gunn Joensen hevur í átta ár sitið við róðrið í Vestmanna bygdarráð, men tá ið val verður aftur í heyst, takkar hon fyri seg og letur onnur sleppa framat. Hon hevur sitið 12 ár í bygdarráðnum, og sum áðurnevnt [...] heldur ikki, at tað hevur merkt lívið í bygdini, at fast samband er komið um Vestmannasund. Nýggjur dagstovnur Seinni í ár letur ein nýggjur dagstovnur upp í Vestmanna. Í løtuni er bert útibarnagarður og so [...] fólk, ið eru deyð, hava búð í. Í nýggju útstykkingini eru 25 grundstykkir, og prísurin liggur um 200.000 krónur, tá ið stykkið er planerað. Nógv sjófólk Fá veruliga stór arbeiðspláss eru í Vestmanna. Størsta
tilstaðar. Tað dugir hon væl at takla í dag, við at fara sín veg. Men tað rívur tó alt upp innan í henni. Og í so máta er minningardagurin fyri teimum, ið hava latið lív í ferðsluni fyri hennara viðkomandi [...] smágentuna Rósan Lag: Sóljugentan Ein lítil rósa í hava liggur hon blomstrað hevur í tíggju ár við tárum væta vit hesa rósu tí djúpt í hjarta har eru sár. Í heimi blomstraðu fýra rósur ein mamma bar allar [...] meiningina í hesum. ? Hví skuldi ein so ung genta doyggja, og hví skuldi tað júst vera eg, spyr hon. Har er ongin meining í, og tað kann vera líkamikið hvønn veg eg vendi hesum, so finni eg onga meining í tí,
Ferðslutrygd ?????????????????????????? Minningardagurin í ár er hin fimti, sum verður hildin, síðani byrjað varð í 2000. Hesi fýra árini eru 14 fólk deyð í ferðsluni Føroyum, samstundis sum umleið 250 fólk eru [...] og 22 ár. Nullhugsjónin Í løgtinginum 13. apríl 2004 var aðalorðaskifti um Nullhugsjónina, sum miðar eftir: ?at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini, [...] ?at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið." Tað var full undirtøka millum løgtingsmenn fyri Nullhugsjónini. Men, sum tað sæst, er enn langt á mál og skal
sum doyr í ferðsluni, vera eini 25 fólk skadd, og av hesum fáa um 10% álvarsligt mein. Soleiðis kunnu vit rokna, at um 400 fólk eru komin til skaða í ferðsluni síðani Minningardagur teirra deyðu í ferðsluni [...] ferðsluni var fyrstu ferð í 2000. Harav fingu um 40 fólk álvarsligt varandi mein. Siga vit at, umstøðurnar í ferðsluni næstu fimm árini vera tær somu, sum tær hava verið seinastu árini kunnu vit vera bangin [...] Minningardagur teirra deyðu verður hildin, hava 20 fólk afturat hava látið lív í ferðsluni. Av hesum verða eini fimtan/ sekstan í aldrinum 17 til 22 ár! Eini 500 verða fólk skadd og um 50 av teimum fáa álvarsligt
Í skrivinum frá landslæknanum sæst eisini, at av teimum 66 fólkunum, ið doyðu av ferðsluvanlukkum í tíðarskeiðnum 01.01.1986 - 31.12.2003, vóru tað: ? 9, ið við vissu nýttu trygdarbelti ella hjálm. ?44 [...] føroysku vegunum. Tað finnast bert tøl yvir tær ferðsluvanlukkur, har fólk eru deyð. Men umframt tey deyðu, mugu vit eisini hava í huga øll tey, ið hava fingið mein av ferðsluvanlukkum. Eingi nágreinilig hagtøl [...] omanfyrinevndu tøl, síggja vit sostatt, at fyri tey 66, ið eru deyð seinastu 17 árini, eru tað ikki færri enn 1650 fólk, ið eru komin til skaða í ferðsluni. Av teimum eru 165, sum eru álvarsliga skadd. Hetta
hesi seinnu árini, eru ættarstevnurnar. Í døgunum 17. - 18. juli verður ættarstevna hildin í Skopun. Tað eru eftirkomarar hjá Selatræð-Janus (Jens Joensen, føddur í Skopun 1845, deyður 1924) og Trinu á [...] S. Samuelsdatter, fødd í Koltri 1841, deyð 1903), ið hava tikið stig til hesa stevnu. Janus og Trina vóru eftirkomarar hjá nøkrum av teimum fyrstu ættarliðunum, ið settu búgv í Skopun. Tey fyrstu niðu
Tingi í 1950 og røkti tingmannastarvið í 24 ár út í eitt. Hann var eisini býráðslimur og borgarstjóri í høvuðsstaðnum og harumframt virkin vinnulívsmaður. Hanna var dyggur stuðul hjá manninum í øllum hansara [...] amtslækni (nú landslækni). Í 1938 fór Hanna til Danmarkar á húsarhaldsskúla. Longu sum smágenta í Klaksvík var hon komin at hitta kaldbaksdrongin Hanus við Høgadalsá. Tey giftust í 1939. Sum so mangir aðrir [...] aðrir føroyingar lógu tey innibyrgd í Danmark undir krígnum og komu tí ikki heimaftur fyrr enn í 1945. Føroyingar, sum noyddust at vera í Danmark krígsárini, komu nógv saman, og tey vinabond, sum vórðu knýtt
um allir kubbarnir stóðu har, teir skuldu og í tí rætta bilinum. Tað hendir seg, at fólk ikki tíma at festa hann, men leggja hann í ein lumma í hurðini, í handskarúmið ella aðrastaðni, fyri síðan at gloyma [...] dagliga gjøgnum tunnilin. Í mei var talið umleið 100 lægri. Og verður tað í ár, sum tað var í fjør, fer juli helst at verða tann mánaðin, har flestir bilar fara gjøgnum Vágatunnilin. Í august fer so at minka [...] aftur, um gongdin skal væntast at verða sum í fjør, sigur hann. Tað ferðast nógv fólk vestur í Vágar hesa tíðina. Eitt nú eru nógvar summarlegur á Zarepta í Vatnsoyrum, sum nógvir bilar koyra til. Eisini
ógvast við tá leiðarin á Heilbrigdinum Ingi Mohr tann 30. juli 2004 í útvarpinum royndi at skava útyvir, at hægstu læknaligu myndugleikar í ríkinum hava staðfest, at tað var starvsfólkið á Heilbrigdinum, sum [...] Mohr so forhánisliga tosar um, men tí hann hevði tørv á hjálp, sum so nógv onnur í samfelag okkara. Eg helt at eg læt hann í varðveitslu hjá fakliga útbúnum fólki við ábyrgdarkenslu, men har fór eg fullkomuliga [...] slíkur, tí hann fekk ein yvirdosis sum tók lívið av honum. Ingi Mohr segði í útvarpinum, at Heilbrigdið hevur lækna 24 tímar í samdøgrinum, men her lýgur Ingi, tí Kenneth varð yvirdoseraður uml. kl. 24