Nullhugsjónin og hvat so?

? viðmerking í sambandi við Minningardag teirra deyðu í ferðsluni sunnudagin 4. juli 2004

Jón Kragesteen
dagligur leiðari, Ferðslutrygd
??????????????????????????

Minningardagurin í ár er hin fimti, sum verður hildin, síðani byrjað varð í 2000. Hesi fýra árini eru 14 fólk deyð í ferðsluni Føroyum, samstundis sum umleið 250 fólk eru skrásett hjá løgregluni at hava fingið skaða. Av teimum fjúrtan vóru tvey eldri enn 30 ár, tvey millum 25 og 30 ár og tíggju millum 17 og 22 ár.
Nullhugsjónin
Í løgtinginum 13. apríl 2004 var aðalorðaskifti um Nullhugsjónina, sum miðar eftir:
?at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutningsskipanini,
?at alt virksemi, sum hevur við ferðslu at gera, skal vera í samljóði við hetta stavnhaldið."

Tað var full undirtøka millum løgtingsmenn fyri Nullhugsjónini. Men, sum tað sæst, er enn langt á mál og skal nakað henda, mugu ítøkilig stig verða tikin, tað er ikki nóg mikið við føgrum orðum.
Løgtingið hevur enn eftir at samtykkja Nullhugsjónina, og at skipa fyri, at ein ferðslutrygdarætlan fyri tjóðina verður sett út í kortið.
Tað eru nógv mál, ið liggja á láni, men uttan iva eigur eitt tað fyrsta at vera at gera serligt royndarkoyrikort við tilhoyrandi víðkaðari útbúgving til tey ungu.