Gunn Joensen hevur í átta ár sitið við róðrið í Vestmanna bygdarráð, men tá ið val verður aftur í heyst, takkar hon fyri seg og letur onnur sleppa framat. Hon hevur sitið 12 ár í bygdarráðnum, og sum áðurnevnt hevur hon seinastu átta árini sitið sum bygdarráðsformaður. Hon heldur ikki, at tað hevur merkt lívið í bygdini, at fast samband er komið um Vestmannasund.
Nýggjur dagstovnur
Seinni í ár letur ein nýggjur dagstovnur upp í Vestmanna. Í løtuni er bert útibarnagarður og so dagrøktarskipanin, men Gunn Joensen sigur, at dagrøktarskipanin verður niðurløgd í næstum, tí tað gongur so striltið við at fáa dagrøktarmammur. Sjálv heldur Gunn Joensen eisini, at fólki dámar best, at børnini verða ansaði á stovni, tí tá eru tey í enn størri mun saman við øðrum børnum.
Tá ið avgjørt var at fara undir at gera undirsjóartunnil undir Vestmannasund, vóru tey mong, ið væntaðu, at hetta fór at verða mønustingurin hjá Vestmanna, men nú hálvtannað ár eftir, at tunnilin lat upp, kann staðfestast, at eingin broyting er í fólkatalinum í bygdini. Bygdarráðsformaðurin greiðir frá, at seinastu mongu árini hevur fólkatalið í Vestmanna ligið rættuliga støðugt um tey 1200, og hon heldur ikki, at nøkur tekin eru um, at fólk ætla sær at flyta úr bygdini.
Lítil áhugi fyri nýggjari útstykking
Í fjør var farið undir eina nýggja útstykking uppi í Miðalsbrekku, beint vestan fyri Hórará, men áhugin fyri nýggju grundstykkunum er ikki serliga stórur, sigur Gunn Joensen. Orsøkin til hetta er eftir hennara tykki, at so nógv eldri hús í Vestmanna hava verið til sølu seinastu tíðina, og fleiri ungar barnafamiljur hava keypt hesi hús, greiðir bygdarráðsformaðurin frá og leggur afturat, at í flestu førum er talan um hús, sum eldri fólk, ið eru deyð, hava búð í. Í nýggju útstykkingini eru 25 grundstykkir, og prísurin liggur um 200.000 krónur, tá ið stykkið er planerað.
Nógv sjófólk
Fá veruliga stór arbeiðspláss eru í Vestmanna. Størsta arbeiðsplássið er óivað Fiskavirking, men harafturat eru eitt nú Vest Pack og Timburhandilin. Fyrr í ár lat laksavirkið Atlantis aftur, og tað kostaði sjálvsagt nøkur arbeiðspláss, men tó tykist tað ikki, sum um nakað veruligt arbeiðsloysi er í bygdini, tí at tá ið Fiskavirking í Vestmanna herfyri hevði tørv á 15 fólkum, eydnaðist tað teimum einans at fáa fatur á tveimum.
Gunn Joensen sigur, at rættuliga nógvir vestmenningar eru sjómenn, og nógv skip, so sum Grønanes, Vestmenningur og Vesturbúgvin eru heimahoyrandi í bygdini, og tískil er sjógvurin óivað størsta arbeiðsplássið hjá bygdarfólkinum.
Bygdarráðið fær vitjan á Fjarðastevnu
Tað er ítróttarfelagið í bygdini, VÍF, sum fyrst og fremst stendur fyri Fjarðastevnuni. Gunn Joensen sigur, at uppgávan hjá kommununi er fyrst og fremst at skapa karmarnar fyri stevnuni á ymsan hátt.
Sjálva fjarðastevnuna verður Gunn Joensen annars nógv upptikin av, at Vestmanna kommuna fær vitjan úr Íslandi. Tað er bygdarráðið í vinarkommununi hjá Vestmanna í Íslandi, Snæfellsbæ, sum kemur á vitjan, og í tí sambandi eru bygdarráðslimirnir í Vestmanna nógv upptiknir á stevnuni.
Spennandi ætlanir
Viðvíkjandi ætlanunum um bygging av matstovu og kunningarstovu inni á Fjørð, sigur Gunn Joensen, at eftir hennara tykki eru hesar ætlanir rættuliga spennandi og áhugaverdar. - Tað er gott fyri bygdini við slíkum ætlanum, tí tað fer uttan iva at skapa meiri lív í bygdini, sigur hon. Fyribils er Vestmanna kommuna ikki ein fíggjarligur partur av hesum ætlanum, men aðrastaðnis er vanligt, at kommunur eru við til at reka kunningarstovur, og tí er ikki óhugsandi, at Vestmanna kommuna fer at koma upp í ætlanirnar.
Nú Gunn Joensen fyrireikar seg til seinastu bygdarstevnuna sum bygdarráðsformaður, gleðir hon seg til at síggja nógv fólk koma á vitjan í Vestmanna, og vegna kommununa bjóðar hon øllum at verða hjartaliga vælkomnum.










