at tær eru mjúkari, tá tær koma oman í Bólagerði. Larmur og dálking av ferðslu verður ofta havt á máli. Eg trúgvi, at um 20-30 ár verður tað hvørki loyvt at larma ella dálka. Bilar eru longu nú farnir [...] matolju, so her koma at henda broytingar til tað betra, áðrenn vit vita av, serliga um oljan fer at verða so kostnaðarmikil, sum hon er nú.
Roknskapur - Vit rokna við, at talan samanlagt verður um eitt undirskot á tríggjar til fýra milliónir fyri 2004. Somikið greiður var fyrrverandi nevndarformaðurin í Faroe Seafood, Hákun Steingrímsson, [...] sent føroysku fjølmiðlunum, varð tó upplýst, at talan verður um eitt hall upp á 23,1 mió kr. Av hesum eru óvanligir kostnaðir av umskipanini 7,5 mió kr., og niðurskriving av framleiðslutólunum í Fuglafirði [...] at teir framvegis standa við tað, sum varð sagt í heyst. Av teimum 9,8 milliónunum, sum raksturin nú gav í halli, stava 2,5 mió kr. frá niðurskriving av kapitalparti felagsins í Faroe Farming, umframt
Tríggir dystir eru á skránni í Sunset-kappingini hjá kvinnum hetta vikuskifti. Í Havn fáa steypafinalistarnir úr Neistanum vitjan av VB, sum hóskvøldið í evstu løtu tapti dystin um hitt pláss í steypafinaluni [...] vitjan av oddaliðnum Stjørnuni í Havn, og tá vunnu klaksvíkskvinnur ein greiðan sigur upp á níggju mál. Nú er tað so hitt oddaliðið, VB, ið kemur á vitjan á Hálsi, og so skal neistamanningin standa sína roynd [...] hava í huga, at liðið hjá vágbingum allarhelst er eitt sindur viðtikið bæði kropsliga og sálarliga, nú tær hava spælt heili tríggjar dystir seinastu vikuna. Seinasta vikuskifti spældu tær fyrst leygardag
Ikki heilt óvæntað, so eru ráfiskaseljarnir ímóti, at meir fiskur skal um føroyskan keikant. Heldur ósmæðið, so er sjónarmiðið frá ráfiskaseljarunum, at teir til eina og hvørja tíð skulu sleppa at landa [...] um atgongd til rávøruna, men teir vilja hava fríar marknaðarkreftir at ráða, tá teir skulu selja. Vit hava eina skipan í Føroyum, har fiskiveiðirættindi verða latin teim fáu, uttan nakað slag av auktiónskipan [...] g skipan, og tað er væl skilligt, at Landsstýrið setur treytir við, hvar fiskurin skal landast, tá nú skattgjaldarin einki fær fyri veiðirættindini. Tað hevur verið okkurt graml um, at onkur hugsar um
íslendsku Ampop, grønlendski Angu, svenska Molinder Band, norska Gran Island og føroysku Deja Vu eru longu váttaði, og nú avdúkar ame.fo enn tvey nøvn, talan er um føroyskan punk frá 200, og rapp/rokk við Die Dumme [...] Dumme Dänen. Á fløguni Spænd Hjelmen, verða vit fóðraði við temaum sum rúsevnismisnýtslu, krígnum í Irak, skattaskuld og um ung fólk fangaði í kaos. Hóast temaini eru trupul at svølgja, hevur bólkurin fingið [...] ljóði. Búnaður Clemens Oddamaðurin og yrkjarin í Die Dumme Dänen er tann navnframi rapparin Clemens, ið nú gongur undir fulla navninum Clemens Legolas Telling. Hann hevur flutt seg langt, síðan hann 17 ára
at Smyril skal sigla til Sands og síðani verður koyrt haðani til Havnar. ? Tað vita vit onki um, tí ongar kanningar eru gjørdar. Men tað fer at fáa ómetaligan økismenningarligan týdning, bæði fyri Sandoy [...] Lognberg sigur, at hann nú fyrst og fremst fer at tosa við floksfelagarnar í javnaðarflokkinum um støðuna og síðani við samgonunguna alla. Og tað verður tað fyrsta hann fer at gera, nú tingið kemur saman aftur [...] Sandoyartunnilin gjørdan . Hann spyr eisini um Eysturoyartunnilin ikki er ein luksustrupulleiki, tí har eru breiðir og góðir vegir frammanundan. Tað hevur verið ført fram, at Skálafjarðartunnilin er privatur
er so, sigur Kári Hentze, at veitsluhølini eru í trengra lagi, og ætlanin er at víðka tey í niðaru hæddi. Tað ger so aftur, at tey gistinarrúmini, sum har eru, mugu burtur. Tey fáast so aftur við at byggja [...] verður framvegis við ymsum ætlanum fyri tað húsið. Akkurát hvat tað verður til, vi hann ikki siga beint nú. Vetrarskráin hjá Hotel Vágum byrjar leygardagin 11. oktober. Tá verður tann fyrsta av teimum sonevndu [...] oynni. Og helst verður okkurt spilturnýtt tiltak á skránni næstu ferð, lokkar Kári Hentze við. Eitt nú fjallaklintring saman við Vága Bjargingarfelag. Hóast summarið júst er farið, er klárt aftur til næsta
sum hvørt vikuskiftið eru í 1. deild, ikki verða tøkir, men ein slík avbjóðing hevur stóran týdning. Vit hava góðar árgangir til U?18 liðið, og at nakrir av bestu monnunum ikki eru tøkir, hevur við sær [...] so væl hjá føroysku landsliðunum at sleppa upp í part, uttan tá talan er um undankappingarnar. Men nú hevur Fótbóltssambandið fingið eina innbjóðing frá Wales. Walisar vilja fegnir hava føroyska U?18 [...] spældir 7. og 9. august. Í fyrstu atløgu var ætlanin, at talan skuldi vera um trílandakapping, men nú er tað greitt, at talan verður um tveir dystir ímóti walisiska landsliðnum.Føroyska ferðalagið fer
er nú eitt. Men so at vera vitni til, at foreldur, sum verða boðsend at koma eftir einum avdotnum 13 ára gomlum barni, bara góðtaka tað soleiðis meira ella minni, er upp aftur verri. ? Tá mugu vit bara [...] bara ásanna, at tað veruliga eru foreldrini, og ikki børnini, sum eru trupulleikin. [...] næstan gera tað sama, tí tað er einki stuttligt at standa við ein tivolibás í slíkum líkindum. Eitt nú royndu tey at hava hoppiborgina, sum børnunum dámar væl, opna. Men har gjørdist einki fyri regni. Annars
søkt verður um vegna Napoléon, heldur Tórbjørn Jacobsen ikki, at tey eru í familju við hvørt annað. ?Okey, sigur Jørgen Niclasen, Nú eri eg ikki so væl inni í familierum viðurskiftum. Men lat okkum so siga [...] s, tí hatta hevur einki við hvørt annað at gera. Teir báðir, Jørgen Niclasen og Tórbjørn Jacobsen eru samdir um, eins og advokaturin hjá reiðarínum hjá Napoléon eisini í áðurnevnda brævi sigur seg vera [...] at Jørgen Niclasen í tveimum førum hevur brotið lógina, og tí mátti hann frá. Her er talan um, at vit søkja um at vikið verður fyri kostnaði av at økja um virðið á einum skipi, og tað er lovt, sigur hann