Fótbóltur
Tað gongst ikki altíð so væl hjá føroysku landsliðunum at sleppa upp í part, uttan tá talan er um undankappingarnar. Men nú hevur Fótbóltssambandið fingið eina innbjóðing frá Wales. Walisar vilja fegnir hava føroyska U?18 landsliðið at koma niður til teirra at spæla tveir venjingardystir fyrst í august, og FSF hevur tikið av innbjóðingini.
Bæði fyri Wales og Føroyar verður talan um fyrireiking til EM undankappingarnar, sum vera seinni í summar. Dysirnir í Wales verða spældir 7. og 9. august. Í fyrstu atløgu var ætlanin, at talan skuldi vera um trílandakapping, men nú er tað greitt, at talan verður um tveir dystir ímóti walisiska landsliðnum.Føroyska ferðalagið fer av landinum 6. august, og teir verða aftur 10. august.
Føroyingar kenna eitt sindur til walisiskan ungdómsfótbólt. Fyri trimum árum síðani var Wales við í NM kappingini fyri U?16 landslið, sum var í Føroyum. Ta ferðina vann Wales 4?21 ímóti føroyska liðnum.
Lyklaspælarar ikki við
Tað er greitt, at tveir av stuðulsspælarunum, Vagnur Mohr Mortensen og Jón Rói Jacobsen, ikki fara til Wales. Teir vera báðir upptiknir av Europa Cup uppgávum fyri HB. Tað er eisini greitt, at Símun Joensen úr KÍ ikki verður við í tí seinna dystinum. Um hann verður við í fyrra dystinum var ikki greitt í gjár.
Tað er eisini ivasamt, um Bjarni Jørgensen úr HB verður tøkur. Tað veldst um, hvussu tað fer at ganga hjá Hans á Lag og Andrew av Fløtum at koma fyri seg aftur, soleiðis at teir verða tøkir til Europa Cup fótbólt.
Men Jógvan Martin Olsen, sum í gjárkvøldið skuldi hava U?18 spælararnar til venjingar á Svangaskarði, heldur, at ferðin til Wales er kærkomin, sjálvt um fleiri av føstu monnunum ikki vera við:
? Sjálvandi er tað harmuligt, at nakrir av mest royndu spælarunum, sum hvørt vikuskiftið eru í 1. deild, ikki verða tøkir, men ein slík avbjóðing hevur stóran týdning. Vit hava góðar árgangir til U?18 liðið, og at nakrir av bestu monnunum ikki eru tøkir, hevur við sær, at aðrir fáa høvi at royna seg, og at stóra ábyrgdin, sum omanfyri nevndu spælararnir plaga at hava, verður løgd á aðrar herðar.
U?18 landsliðið skal spæla í EM undankapping í oktober. Kappingin verður frá 22. og til 29. oktober í Slovenia. Umframt Føroyar og vertstjóðina skulu Grikkaland og Skotland luttaka.










