Vegaføringin gjøgnum Lorvík

Í einari grein herfyri hevði Jógvan Páll Sevdal eina grein um fyrimunir og vansar í teim ymisku uppskotunum um vegaføring. Hansara sannføring er at »Lokrennuloysnin« er besta loysnin.

13. juli 2005


Rætt skal vera rætt, sæð frá sjónarmiðinum hjá teim ferðandi er ein partur av hesum pástandunum rættir.
Bygdarfólkið fær tó avmarkaða nyttu av hesi loysnini, men kommunan fær frígivið nakað av byggilendi, væl at merkja um 80 km vegurin skal gerast við breiðum frástøðu øki til vegin. Tað undrar meg bara, at tá talan er um vegin í samb. við lokrennuna, tá kann hann koma tætt fram við bygdum øki. Tað at J. P. pástendur, at 130 grundstykkir verða mist, fari eg at loyva mær at ivast í. Sjálvandi skulu vegir gerast oman fyri bygdina, tá bygt verður, antin tað verður kommunan ella landið. So stórur munur man tað neyvan vera á mista økinum, um tað er landsvegur ella ein kommunalur vegur. Men ein munurin verður tann, at verður tað kommunalur vegur, skal kommunan viðlíkahalda, meðan hon sleppur undan hesum um hann verður lands.

Tað, sum sær út til at hugtaka menn mest, er henda »geniala« loysnin við lokrennu. Hon er tó ikki meira genial enn so, enn at hon verður brúkt so manga staðir.

Nærliggjandi var tí at hugsa, hví kroysta hana her niðri í bygdini, har mest er til hindurs fyri at gera hana.
Hví ikki leggja lokrennuna oman fyri bygdina, har onki er til hindurs fyri at gera hana, event. í brekkujaðaranum? Tá kundi verið bygt dygst í hana, kanska oman á henni, um onkur hevði hug til tað.

Stutt sagt, flytið ta »genialu loysnin« niðan um bygdina í staðin fyri at kroysta hana niðri í bygdini.
Fyri somu pengar kundi tá helst tann dupulta longdin, kanska 1 kilometur ella meira, verið lagt undir heilt. Var tað ikki vert at hugsa um?

Lag tá manni hevði tá verið at lagt kloakkskipan, vatnleiðing, elkáplar, fjarhita og fjarskiftiskáplar í sama viðfangi, tað átti at verið ein fyrimunur.

Onki nýtist J.P. at órógva ferðandi við útsynningshvirlunum uppi í Brekkum, onki kenni eg til at tær eru mjúkari, tá tær koma oman í Bólagerði.

Larmur og dálking av ferðslu verður ofta havt á máli. Eg trúgvi, at um 20-30 ár verður tað hvørki loyvt at larma ella dálka. Bilar eru longu nú farnir at koyra við gassi, alkohol, ja enntá matolju, so her koma at henda broytingar til tað betra, áðrenn vit vita av, serliga um oljan fer at verða so kostnaðarmikil, sum hon er nú.