Kristinu Háfoss og Helenu Dam á Neystabø, ið báðar hava drúgvar royndir, var hettar læruríkt og sera áhugavert.Hesi ið umboðaðu hinar flokkarnar, vóru í nøkrum førum sera kend almenn andlit, og tískil føldist [...] tey. Eg vóni inniliga, at fólk sær álvarsemi í hesi hóttan og áhaldandi álopið á tey virðir sum fedrar okkara bygdu land á,og tí fer á val, og gevur Miðflokkinum 4 umboð hesuferð. Vinarliga Vilhelm Hendrik [...] inntøkum Landskassans. Miðflokkurin hevur ítøkiligar ætlanir um økt fólkatal, og vil leggja lunnar undir heimafturflyting, og betri kor til lesandi, so at summi velja at útbúgva seg her á klettunum. Demografiska
Havnin var full av lívi, miðbýurin lá opin og vinarligur og bjóðaði øllum vælkomnum. Og loksins fluttu vit úr Danmark til Havnar. Og tað var tað besta sum kundi henda fyri meg. Síðani tá hevur Havnin sjálvandi [...] um bústaðir til ein sámiligan prís, og at tryggja fólki ráð til at liva í Havn, at skapa vinnulig arbeiðspláss, og fjølbroyttar útbúgvingar og granskingarmøguleikar. Og so at menna ta mentan, sum fær hjartað [...] hjartað at banka av longsli hjá ungum og gomlum. Ansa eftir at tolsemið altíð ræður, og at afturhald og snævurskygni ikki fær fastatøkur á okkum. Og at fáa lív aftur í miðbýin. Eitt hugskot er at viðgera
haldast og mennast. Í tveimum umførum havi eg umsitið kommunumál í landsstýrinum, og kenni tí væl til markamótini millum land og kommunu. Nógv stríð hevur verið um uppgávu- og ábyrgdarøki millum land og kommunu [...] endurgjald og endurreisn sum tjóð. Sum landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum frá 1998 til 2001 eydnaðist tað okkum m.a. at bøta munandi um fólkapensjónina hjá okkara eldri borgarum, og sum tá var [...] málsøki. Og kommunurnar sviku ikki álitið. Eisini Tórshavnar Kommuna hevur gjørt eitt megnar arbeiði at tryggja øllum børnum eitt gott dagstovnatilboð. Tað eru bæði børn og foreldur glað fyri, og ikki minst
komnar, ið eita “Herviligi Henry og Andskræmiligi kavamaðurin” og “Herviligi Henry og sombivampýrurin”. Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bøkurnar eru heftar, 100 síður og til tey 8-10 ára gomlu. ##med2## [...] 194 síður og til ung. ##med3## Klokkan – ein bók um tíð og Skúlabyrjan Tað skal vera stuttligt at læra! Skúlabyrjan er ein røð av ítrívsbókum við stuttligum uppgávum um tøl, bókstavir, klokkuna og annað, [...] bókini ber til at læra seg klokkuna, og í hinari eru stuttligar og einfaldar rokniuppgávur. Kristianna Poulsen týddi úr donskum. Bøkurnar eru 17 og 24 síður, heftar, og ein rúgva av klistrimerkjum eru í.
býarmeldrinum og út í Havnardal og nátturuna har. At Føroya Ríðingarfelag, hóast høga aldurin er sprelllivandi er sjón fyri søgn. Felagið skipar enn fyri kappingum, felagstúrum, umframt skeiðsvirksemið og ikki [...] teimum trimum stigtakaranum, umframt Tummas Rubeksen og Eivindi Evensen. Endamálini hjá felagnum vóru trý. Fremjing av ríðingini, viðlíkahald av ríðigøtum og fyriskipan av kappríðing. Fyrstu mongu árini var [...] byggja fjós og at nýta sum felagsøkið. Orsøkin til at felagið fekk økið frá býráðnum, var helst at vanligi borgarin var um at gerast troyttir av øllum rossunum sum stóðu runt um í fjósum og skúrum inni
um tónleik. Kappingin er hørð, og tí mást tú syrgja fyri, at tónleikur, stílur, myndir og úttrykk annars skulu passa saman. Og eg haldi, at tað passar saman hjá mær, og eg eri fegin um tað, sigur hon. [...] frekar. Á einari mynd eri eg bara í bikini, og tað haldi mann saktans kann, uttan at tað verður ov frekt. Myndirnar skulu vera estetiskar og hava eitt úttrykk, og tað haldi eg, at mínar myndir hava, sigur [...] síðani hon var ung genta. Hon hevur sungið í kirkjukóri, hon hevur sungið gospel, hon hevur verið við í rockbólki, og hon hevur eisini gingið á musical-skúla. - Eg havi fingst nógv við tónleik, og eg havi í
tíðin við at nærkast til at lata seg í og skøða seg til hesa í ferðsluni øðrvísi og eisini vandafullari tíð. Betur fyrivarin enn eftirsnarin er eitt gott orðafelli og sera væl hóskandi fyri veturin sæð í [...] sanniliga eisini geva sær fær um broyttu árstíðirnar, og her kemur eisini myrkur inn í myndina. Og her eru ráðini eittans: at brúka endurskyn. Nú hetta kæra og vælvalda orðið hevur fingið pláss í málinum, er [...] ikki minst at læra børnini og tey smáu, at endurskyn er og skal vera ein náttúrligur partur av klæðunum, tá tey ferðast úti, har akfør eru. Hetta kann ikki sigast ov oftani, og nú rúsdrekkalógin varð broytt
ein grundleggjandi trupulleiki og hann nevnir nøkur dømi um hesa støðu: Vit vilja vit sleppa uppí hjá ES – og hjá EFTA! Búskaparliga vilja vit bæði trýsta á speedaran og á bremsuna! Fiskivinnupolitiskt [...] hava færri og sterkari kommunur – men vit tora ikki at leggja tær saman við lóg! Skúlapolitiskt tosa vit um eitt vitanarsamfelag – men vit halda fram at senda ung fólk av landinum at lesa og læra alla [...] fiskivinnupolitikkin, áðrenn ov seint er og vit mugu fáa ein skilagóðan kommunbygnað, sum er meginfortreytin fyri øllum nútímasgerðunu á skúla og útbúgvingarøkinum eins og á øðrum økjum. Vit mugu fáa fíggja
hevur sjálvhjálparbólkar fyri børn og ung, sum hava mist foreldur og/ella systkin. Vit hittast annan hvønn mikudag til prát og samveru. Ikki er altíð lætt at fáa vinfólk og onnur at skilja, hvussu tað kennist [...] verður broytt. Alt, ið fyrr var trygt og forútsigiligt, er vent á høvdið. Grundarlagið undir tí, ið áður kendist trygt og kent, er rivið burtur. Tað er so sárt og tungt at missa ein, sum hevur so stóran [...] meg virkuliga vælkomna. Eg kundi sita í minnuttir og práta um pápa mín, ímeðan øll sótu still og lurtaðu. Tá vit sita við borðið í sorgarbólkinum, og lurta eftir hvørjum øðrum, skal man ikki vera bangin
royndum, og sum teljast millum teir bestu vit eiga. Atli K. Petersen hevur í mong ár skrivað og útsett fyri Føroya Symfoniorkestur. Tróndur Bogason er tónaskald og arbeiðir m.a. saman við Aldubáruni og Eivør [...] modernaða og tó eksperimenterandi ljóðmynd. Tónleikararnir í bólkinum megna sera væl at ferðast millum ymiskar tónleikasjangrur, og hoyrir tú tí íslett av øllum frá fólkatónleiki til rokk, jazz og blues, [...] lat dyrnar upp fyrstu ferð, og sama ár bleiv Føroya Symfoniorkestur sett á stovn. “Floymandi nærvera” er partur av 40-ára føðingardagsfagnaðinum hjá symfoniorkestrinum og Norðurlandahúsinum. Komandi ár