At vera menniskja og hava møguleikar

Leygardagin og sunnudagin skipaði Tórshavnar Kvøld-og Ungdómsskúli og Tórshavnar Listaskúli fyri stórari og áhugaverdari framsýning í Eysturskúlanum í Havn


Framsýning

Virksemið hjá Tórshavnar Kvøld-og Ungdómsskúla og Tórshavnar Listaskúla er nógv størri og fjølbroyttari enn fólk, sum ikki hava innlit í hetta arbeiði, duga at ímynda sær. Á velduga stóru og fjølbroyttu framsýningini, sum var í Eysturskúlanum í Havn leygardagin og sunnudagin, fekst tú eina ábending um, hvat hesin parturin av skúlaskipanini í Havn er mentur at skapa.
  Í faldaranum hjá skúlanum fyri farna ár stendur niðast á fremstu síðu:
  FRAMTÍÐIN
  - at vera menniskja
  - at hava møguleikar
  - at taka av avbjóðingum og mennast
?
Millum tey mongu, sum vildu síggja, hvat hendur og hugflog kunnu skapa, var Sosialurin eisini framvið í Eysturskúlanum seinnapartin sunnudagin.
  Nógv fólk var inni á gólvinum hesa løtu, og nógv streymaðu til, tá ið vit vóru á veg útaftur.
  Á framsýningini, sum fevndi um ein stóran part av skúlanum, sást tú vovin, bundin og seymaði klædnapløgg, teppir og dúkar, hondgjørdar prýðislutir úr steini, postalínmáling, málningalist og aðra myndlist, lutir úr træi og medel-skip og bátar ? bert fyri at nevna nøkur ting úr hesi stóru framsýning.
  Bæði leygardagin og sunnudagin var eisini undirhald á skránni.
  Leygardagin setti Havnar Hornorkestur sín dám á byrjanina av framsýningini. Seinni sang barnakórið, Ung Stjørnuskot, og seinast á skránni leygardagin framførdi unglingaorkestrið tónleik á messingljóðførum.
  Sunnudagin spældi harminorkestrið, GHM, musikkspælistovan undirhelt við sangi og dansi, og at enda var sangur við Eyð og Barbaru.
 
Napoleon gevst

Napoleon Nólsoy, sum hevur verið skúlastjóri á Tórshavnar Kvøld-og Ungdómsskúla og Tórshavnar Listaskúla í meira enn 30 ár, hevur nú sagt seg úr hesum starvi vegna aldur.
  Tá ið Napoleon segði upp til 1. februar í ár, varð heitt á hann um at halda fram í starvinum eina tíð aftrat.
  Napoleon ætlar sær at gevast sum skúlastjóri, nú summarfrítíðin byrjar, men einki bendir á, at hann verður arbeiðsleysur ? ella nýtist at keða seg.
  Hesin fryntligi maðurin, sum flestu havnafólk og onnur við kenna, er ættaður frá Gjógv.
  Konan, Gnippa Nólsoy, sum er ættað úr Dali, eisini er eitt kent andlit. Hon hevur í mong ár starvast sum sjúkrasystir, men hevur nú eisini lagt frá sær vegna aldur.
  Napoleon hevur yvirtikið barnaheimið við Gjógv, og eini onnur hús eiga tey bæði í Dali, umframt húsini í Havn.
  Napoleon og Gnippa hava nakað av seyði, bæði norðanfyri og sunnanfyri, so hvørgin teirra stúrir fyri, at dagarnir fara at tykjast ov langir.
  - Nei, vit fara helst at hava nóg mikið at tríva í, nú vit leggja frá okkum, søgdu Napoleon og Gnippa, tá ið Sosialurin hitti tey í Eysturskúlanum sunnudagin.