sjúklinga- og læknaligum sjónarmiði, er tað als ikki gott. - Tá ið vit tosa um, hvat er forsvarligt og ikki, tosa vit um eitt lágmark. Í summum førum meti eg sum lækni, at tað er líka við ikki at vera forsvarligt [...] í starv. Innan stutta tíð er talið á yngri læknum á sjúkrahúsunum farið niður í helvt. - At yngri læknar í so stórum tali ríma, er nakað av tí mest hóttandi, ið er, tí tað er har grundarlagið verður lagt [...] Ein av uppgávunum hjá Læknafelagnum er at síggja til, at læknar verða útvegaðir til landið, og at siga frá, um trot er á læknum. Og tað er júst í hesum ørindum formaðurin í Læknafelagnum, Sølvi Winther
vera yvir við einum máli, var tað KÍ, sum hevði bóltin mest. Klaksvíkingar hava ferð eftir ferð síðani summarsteðgin víst, at vongspælið hjá teimum er so gott, sum tað er hjá nøkrum øðrum. Í talvi er tý [...] týdningarmikið at fáa rókarnar við í spælið, og tað er ikki minni týdningarmikið í fótbólti. Tað er sjáldan, at lið nú á døgum spæla við gamla slagnum av vongspælarum, sum ikki hava serligar verj-uuppgávur [...] Nesá ? avloysti heilt tíðliga álítandi miðvallaran Jan Petersen, sum mátti út við trælæri ? lyfti upp um málverjan og dygst við síðuna av málinum, og hin ferðin var, tá Øssur Hansen royndi at lyfta uppum
fólkini, kennir, at hann er vælkomin. Ikki av ongum verður Malawi nevnt »Heita hjarta Afriku«. Malawi er eitt land, sum er rættiliga ókent í mun til onnur afrikansk lond. Grundin er helst at finna í søguni [...] fyritøku. Og mong munnu so seta sær tann spurningin, um nú støðan var so nógv verri undir enskum hjálandastýri. Søga Tað, vit vita um landið at siga úr søguni, er í grundini rættiliga lítið. Ikki fyrr enn beint [...] sum tað stóð líkasum ein slík virðing um biskupparnar, at teir vóru teir einastu, sum tordu at tala at, tá politiska stýrið fór ov langt. Og eisini í Malawi fóru nú biskupparnir at taka til sín. Í 1992
Ballerup. Tað er leygardagur, og komið er út á seinnapartin, nú John er farin til verka her á sambýlinum. Hann hevur longu koyrt alt tilfarið í – mjøl, rug og annað tilhoyr. Hann stendur nú bert og bíðar [...] bakingin byrjað. John hyggur fegin upp. Nú er bert eftir at bíða eftir klokkuni, tá breyðið verður liðugt. Enn einaferð. Hetta er nevniliga ikki fyrsta breyðið, sum John hevur bakað. Frammanundan hesum, hevur [...] onnur rugbreyð her á sambýlinum. Men nú er liðugt við breyðbakingini: - Tá eg hevði bakað tey fyrstu 700 breyðini, hevði eg hug at gevast. Men eg hevði tó hug at vita, um eg ikki kláraði at baka 300 aftrat
spælt átta dystir, 20 ára gamli Poul G. Olsen er sloppin upp í part tvær ferðir, og tað sama er galdandi fyri bara 16 ára gamla Jóhannes Hansen. Tað er langt síðani, at so nógvir ungir mans eru slopnir framat [...] ein stóran leiklut. Hetta er sanniliga eisini galdandi fyri HB í ár, har Fróði Benjaminsen hevur ovurhonds stóran týdning. Tískil var saknurin í honum bæði stórur og sjónligur, nú hann var leikbannaður, eftir [...] Pauli G. Hansen og Levi Hanssen nú á fjórða ári í felagnum. Aftrat øllum hesum hevur EB/Streymur havt ein og sama venjara í Heðini Askham seinastu fýra árini. Tað er, tíverri, sjáldsamt í føroyskum fótbólti
Eisini er Mikkjal Thomassen, sum heldur ikki var við í fyrra dystinum, framvegis skaddur, men burtursæð frá teimum báðum løgreglumonnunum eru allir mans hjá B68 tøkir. Spurdur um tað ikki er óseriøst [...] og í okkara eygum er dysturin meiri ein fyrireiking til fyrsta dystin í seinnu hálvu av landskappingini móti KÍ. Nú taptu vit 0-3 á heimavølli, men høvdu vit kanska vunnið 1-0, so er væl hugsandi, at vit [...] frammanundan, sigur Trygvi Mortensen. At tað eisini er ein stór fíggjarlig sparing hjá feløgunum við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, sigur seg sjálvt, og tað er eisini vert at hava í huga, heldur Trygvi Mortensen
sjónum, so er hetta í samsvari við tað, sum vit hava upplivað í havøkinum rundan um Føroyar hesi seinastu árini, har alt havið um Føroyar, hevur kókað av makreli og sild. Tá veruleikin nú er hesin í føroyskum [...] og ICES, at veruleikin er ein annar enn ICES higartil hevur hildið, bæði tá talan er um støddina á makrelstovninum og tá talan er um ferðingarmynstri hjá makrelinum, tí allar kanningar vísa, at tann stóri [...] fuglalívi við Føroyar? Er tað rætt, at tann stóri makrelstovnurin er orsøk til, at nógv sild er deyð í hungri í norskum sjógvi síðan 2009, og at tann veldugi makrelstovnurin nú í strembanini eftir føði
svevur á rygginum Temaið í filminum er eisini um menniskjans integritet ? ella um menniskjað er friðhalgað. Spurningurin er, um vit kunnu gerast so ólukkulig og koma so langt út, at vit byrja at gera okkum [...] torført at gjalda aftur, er tað í tí støðuni Sven, sum er tað »tú«. Sven er deyður, og samfelagið um at upploysast og doyggja, tí vónin, trúgvin og framtíðin er horvin. Tað Sven meinar er, at Kalle hevur mist [...] burtur. Serliga er tað Sven, ið er ein deyður starvsfelagi, ið Kalle hevur snýtt fyri 287.000 krónur, ið hann ysnkir langt burt. Kalle hevur ta lívsfilsofi, at marknaðurin er alt: »Lívið er ein marknaður
politikkurin burturav er myndaður í landsstýrinum og ikki í løgtinginum. Nú skal maktbalansan millum løgting og landsstýrið aftur roynast, og longu nú eru tekin um, at fíggjarnevndin aftur í ár fer at fremja [...] landinum. Er tað fíggjarmálaráðharrin? Ella formaðurin í fíggjarnevndini? Hallið verður størri Løgtingið er í øllum førum ikki tann stempulmaskinan, sum frustrerað tingfólk onkuntíð hava gramt seg um, tá p [...] politisk semja er um, og tí at uppskotið hevur bólkað fleiri rakstrarjáttanir undir íløgupartinum, sum gevur eina misvísandi mynd av samlaðu rakstrarútreiðslunum. Størsti trupulleikin er í løtuni, at fleiri
Eingin sum er yvir 30 ára gamal gloymir dagin fyri 20 árum síðani. Tórshavnar Býráð við Poul Michelsen, borgarstjóra á odda hevði júst fingið felags antennuætlanina »Rás Tórshavn« upp at koyra hetta heystið [...] talan um 12 kilometrar við betongi, og 137 kilometrar við píkatráði. Verkætlanin hjá kommunistisku DDR-stjórnini at gera ein samanhangandi betongmúr byrjaði í 1965. Tá alt stóð liðugt var talan um 106 [...] Mett verður, at millum 1961 og 1989 flýggjaðu yvir 5.000 fólk vesturum. Umleið 3.200 fólk blivu fangaði av eysturtýsku eftirlitsfólkunum. Stór óvissa valdar um, hvussu nógv blivu skotin í royndunum at flýggja