hesum dronunum. So tann kanningin er sjálvandi í gongd, sigur hann. Vaktleiðarin hevur ikki fleiri upplýsingar. Enn er tí óvist, hvør kann standa aftanfyri dronuflúgvingina, og um talan er um eina ella fleiri [...] avstað, eru seinkað, leggur hann dent á. - Men her eru næstan eingi flogfør, sum lenda og fara um náttina, so fyrrapartin í morgin vænta vit heilt vanligan rakstur uttan seinkingar. Statsfelagið Naviair [...] stongd mikudagin klokkan 21:41 og læt upp aftur stutt fyri klokkan 23:30. - Vit hava latið uppaftur, so nú byrja flogførini at lenda og fara. Flogførini, sum eru ávegis, sleppa at lenda, og tey, sum skuldu
“Gloymsk – men ikki gloymd” varð løgd fram, og 13 ár eru liðin, síðani álitið varð skrivað. Tó, so sær støðan framvegis út til at vera ómetaliga trupul og avbjóðandi hjá ikki so fáum, og av teimum mongu tilmælunum [...] Sum ein segði við meg: “Vit hoyra alt ov lítið um hesar sorgarleikirnar í miðlunum, men veruleikin er tann, at tað sita fólk um alt okkara land, sum eru í so meiningsleysari støðu og púrasta í neyð og vita [...] yngri enn 67 við demenssjúku. Tey eru at síggja til veruliga gloymd – um ikki í orðum, so í hvussu er í verki. Tað sýnist snøgt sagt sum um, at Almannaverkið ikki megnar hesa uppgávu. Støðan er púra óvirðilig
og Kári Johansen løgdu fram broytingaruppskot um at gera umhvørvisárinsmeting í økinum, áðrenn arbeiðið at byggja røktarheim í Stórubrekku fer í gongd. Atkvøtt varð um broytingaruppskotið, ið fall [...] málið um nýtt røktarheim og við røktaríbúðum á skránni, tí at Kári Johansen úr Kommunulistanum og Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, báðir nevndarlimir í byggi- og býarskipanarnevnini, høvdu biðið um at [...] afturat og segði seg vilja virka fyri tí. Kári Johansen vísti á stríðið um kirkjubygging á Argjum. Hann segði, at á Argjum var talan um at byggja á einum gomlum ruskplássi, men at hetta var nakað heilt annað
ikki altíð var so beint fram og eydnusom. Danski filmsútleigarin, UIP, sigur um Callas: Som operaens definerende diva, og en af de største i faget i det 20. århundrede, er hun allestedsnærværende i vores [...] eisini vøkru og tragisku søguna um eina av heimsins størstu kvinnuligu operasangarinnum. Søgan fer fram móti endanum á lívsskeiði hennara, har París i sjeytiárunum er karmurin um filmin. Umfram Jolie sum Callas [...] víða hvar um heimin, eisini her hjá okkum. Tá hon, hóast gift, møtti grikska reiðaranum og ríkmanninum, Onassis, sum hon livdi saman við frá 1959 til 1968, vóru allir miðlar eftir henni, so lívsleiðin
at atkomur skulu gerast til gomul sethús, og verður hetta gjørt so lagaliga sum til ber, umframt at fleiri parkeringspláss fáast fram við Stangavegnum. Arbeiðið hevur gingið væl, men onkrar avbjóðingar [...] liðugt, og er ágrevstur og annað jørðarbeiði um at verða liðugt. Kostnaðarmetingin fyri verkætlanina er 8,3. mió. kr., og verður arbeiðið eftir ætlan liðugt um mánaðarskiftið august/septembur í 2025, skrivar
– Føroysk og føroysk, tað er so sum so við tí. Tað var danska postverkið, sum gav tey út. Ætlanin hjá P&T var, at tað skuldi standa Danmark á teimum, men tað bleiv stríð um tað, og endin gjørdist, at teir [...] ótrúliga vøkru frímerkini út. Tey vóru tey fyrstu føroysku frímerkini, so í dag eru liðin júst 50 ár síðani hendan søguliga hendingin fór fram. Tað var tó Post og Telegrafvæsenet, ið gav hesi fyrstu føroysku [...] teir prentaðu FØROYAR á merkini. Eingin ivi er tó um, at tað eru liðin 50 ár, skrivar táverandi starvsfólk í P&T.
Umframt In.fo, so hava miðlar sum Bolt.fo, Eyp.fo og BBC Radio Humberside fylgt gongdini seinastu mánaðirnar. Í gjár segði Géza Dávid Turi farvæl við liðfelagarnar úr Víkingi og sum skilst, so er miðvallarin [...] hava bjóðað 650 túsund krónur fyri miðvallaran við ungarskum uppruna. Hartil sigst at Víkingur fær um 20 prosent av eini møguligari víðari sølu. Hetta er ikki óvanligt í altjóða fótbólti. Tað ljóðar eisini [...] avloysara fyri miðvallaran, sum nú eisini kann spæla á føroyska landsliðnum. Heldur verður hildið fram við leistinum, har ungir spælarar fáa møguleikan. Eisini er Ragnar Skála nýggjur í hópinum.
Tað var eitt prát um bókina 'marta marta' hjá Marjun Syderbø Kjelnes. Skaldøgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts. Talan er um sjálvævisøgu hjá [...] at fundur hevur verið um við stjóran á Námi um skaldsøguna marta, marta. – Vit vóru á fundi við stjóran á Námi mikudagin 29. januar, og hetta er tað, vit nú vita: Stjórin bað um fyrigeving fyri, hvussu [...] tað er so aktuelt viðurskifti talan er um. – Vit, útgevarin og eg, takka fyri umberingina, vit hava fingið, men høvdu sjálvandi ynskt okkum, at umbering og frágreiðing vórðu alment bornar fram, skrivar
Men bæði handlar og húskini velja í størri mun prentaðu lýsingabløðini frá og brúka talgildar pallar so sum Posta-appina, sosialar miðlar ella tilboð á telduposti, sigur Edvard Remberg, fyribilsstjóri. Frá [...] lýsingabløð og annað adressuleyst í postkassan hvørja viku: – Hetta er ein neyðug tillaging fyri at betra um raksturin, og tað ger, at vit kunnu fokusera virksemið og skipa okkum enn meira eftir pakkaútbering [...] lk hvønn einasta dag, sigur Edvard Remberg. Posta gevst í vár at bera út adressuleyst, men heldur fram við talgildu lýsingablaðstænastuni. Í Posta-appini og á bera.fo kunnu viðskiftafólk lesa lýsingabløð
spyrja um hansara hugsan, so vísti hann skjótt, at hann væl dugir diplomatisku snildirnar og kynstrið at samráða seg til bestu úrslitini. Verður sáttmálin ikki hildin, er hann tó knívskorin, so onkur [...] og við nógvum línuskipum kundi vera langt ímillum, at manningarnar so frægt sum fóru upp um minstulønina. Tá Jan Højgaard bjóðaði av um formanssessin í Fiskimannafelagnum, var hann annars uppilagstur og [...] Højgaard fór til skips sum hálvvaksin og hevur mest siglt við línuskipum, so hann hevði eisini sjálvur ein góðan førning av vitan um batar, ið lógu á láni, og órættvísi, ið skuldi rættast. Tað var eisini