føroyskum limaskapi í olympiska felagsskapinum, at vit lúka tey krøv, felagsskapurin setir til eftirlit. Dopingroyndir verða gjørdar í Føroyum, men nú hevur at Dátueftirlitið boðað ÍSF frá, at tað er [...] ítrótti, heldur hann kortini, at tað er neyðugt at gera reglur um hetta. Hann vísir á, at føroysk ítróttafólk eru í alsamt størri mun við í altjóða kappingum, eins og tað alsamt verður meiri peningur [...] Nú skal stríðið ímóti doping og mutri í ítrótti leggjast í fastar karmar. Tað er endamálið við einum uppskoti, Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið í næstum. Tá
hjá løgregluni sigur, at báðir dreingirnir vórðu ættleiddir, meðan teir vóru á sjúkrahúsi, og tí verður nú kannað, hvar teir eru í dag, skrivar AFP. Sambært polskum miðlum skal kvinnan hava greittløgregluni [...] har tann nú 73 ára gamli Josef Fritzl er skuldsettur fyri at hava havt dóttir sína sitandi fanga í kjallaranum í 24 ár og fyri at hava fingið sjey børn við henni. -Í ein ávísan mun kunnu vit siga, at hetta [...] Løgreglan fer nú at biðja um kanningar, so tað kann staðfest, um tann 45 ára gamli maðurin er pápi teir báðar smádreingirnar, sum dóttirin fekk. Millum annað ætlar løgreglan at fáa fatur á teimum báðum
Analysa: Tað eru lítil útlit til, at løgtingið fer at samtykkja eitt misálitisuppskot á Jørgen Niclasen. Atkvøður Sambandsflokkurin fyri, er vandi fyri, at Fólkaflokkurin reisir misálit á løgmann, sum [...] alt rokið, sum kemur í kjalarvørrinum á tollmálinum, sum seinast varð viðgjørt í sjónvarpsending í Kringvarpinum í gjárkvøldið. Tá málið kom upp beint fyri jól á Portalinum og í Kringvarpinum var tað beint [...] Kringvarpinum øðrvísi. Nú varð sendingin send tveir dagar fyri, at løgtingið kemur saman í úrtíð. Vanliga hevur Kringvarpið ikki slíkar sendingar mánakvøld. Men við uppfylgingum, sum hava verið á ymsum miðlum í
lyftið:”Í avkomi tínum skulu øll fólk á jørðini verða signað. Jákup fær sama lyftið í 28. kap. 12-14. vers: Tá hevði hann dreym. Hann sá stiga standa á jørðini; ovari endi á honum kom upp til Himmals, og einglar [...] nevnir hetta á hvítusunnu. Ápostlasøgan 3,25-26. Tit eru synir profetanna og synir sáttmálans, ið Gud gjørdi við fedrar okkara, táið Hann segði við Ábraham: "Í avkomi tínum skulu allar ættir á jørðini verða [...] Hungursneyð kom nú í landinum - sum hina ferðina, á døgum Ábrahams; tá fór Ísakur til filistarakongin Abimelek í Gerar. 2 Men HARRIN opinberaðist fyri honum og segði: "Far ikki til Egyptalands, verð verandi
Tað eru allar orsøkir til heilt gott lag í EBS/Skála leguni í kvøld. Fyri tveimum mánaðum síðani vunnu tær steypafinaluna, og nú er meiri gull á stokkinum. Við 1-0 heimasigri ímóti fremsta avbjóðaranum [...] og 8-2 á útivølli. -Vit eru ikki meistarar enn. Tað er eitt umfar eftir, og kappingin verður avgjørd leygardagin. Eg eri sera fegin og stoltur av spælarunum, sum vístu framúr hugburð og avrik í dag, segði [...] skal spæla á Svangaskarði ímóti B68, sum higartil bara hevur vunnið ein dyst. EBS/Skála hevur vunnið tríggjar ferðir ímóti B68 fyrr í ár. Sigrarnir hava verið so sannførandi sum 8-1 og 4-1 á heimavølli
fyrimunin. Dagin eftir hevði eg farið á vitjan á øllum hotellum og matstovum fyri at rekruttera og upplýsa um rættindi. Óunniligu dømini, sum m.a. Unga Tjóðveldið hava víst á, eiga ikki at skelka nakran. Hatta [...] nøkrum øðrum, fyrr enn lønar- og setanarviðurskiftini eru fingin í rættlag. Tí tær dumpa upp á sosiala burðardygd. Onkrar av hesum fyritøkunum eru enntá meira og minni alment áttar. So tað er sjálvt landið [...] organisera arbeiðsmegina (fakfeløgini) og við at boykotta sosialu dumpararnar (vit kundar). Okkum manglar nú bara at fáa sett navn á, hvør fyritøka, matstova og hotell ger hvat móti sínum starvsfólkum. Tað gleði
teimum, ið hava tørv á tí, endurnýtslu handlar eru, nógv skeið í fyrstuhjálp verða hildin, samarittarnir hjálpa til á tiltøkum, vitjunartænastan tryggjar góða samveru til tey, ið eru einsamøll og mangt annað [...] takka teimum mongu sjálvbodnu, limum og stuðlum felagsins. - Vit á Reyða Krossi vilja við hesum ynskja tykkum øllum ein góðan 8. mai og heita á tykkum øll, um at halda áfram við, at hjálpa okkum at hjálpa [...] annað verður gjørt hvønn dag her á landi. Eisini hevur Reyði Krossur Føroya latið stuðul til útheimin, bæði til neyðhjálp, eitt nú tá jarðskjálvtin rakti Haiti í 2010 og tá hungursneyðin rakti Eystur Afrika
kunningar kunnu vit leggja aftrat, at Barnabókasavnið er á 3. hædd á Býarbókasavninum í Havn. Joan Waag Høgnesen er námsfrøðingur og arbeiðir í frítíðarskúlanum á Argjahamri. Hon býr á Argjum, og Svansi-Bob [...] hví øll kalla hann soleiðis, og hví øll eru so ill, tí Bob, sum bókin snýr seg um, er jú bara svangur. - Øll eru hjartaliga vælkomin til ókeypis tiltakið á Barnabókasavninum, sum byrjar í morgin klokkan [...] lekkurt at eta. Í morgin, leygardagin hin 31. august klokkan 15, verður hugnaligt og ókeypis útgávutiltak á Barnabókasavninum í Havn, og tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum skipar fyri. Rithøvundurin fer
við integratión á dagstovnum, skúlum og hjá heilsuverkinum, umframt at útreiðslurnar á barnaverndarøkinum eru hækkaðar munandi frá 2023 til 2024, sigur hon. Tingkvinnan visir eisini á, at í Danmark vísa [...] tað mangan verður víst á, hvønn týdning útlendsk arbeiðsmegi hevur fyri føroyska búskapin og BTÚ, meðan minni verður kannað ella greitt frá um tær útreiðslur, sum fylgja við. – Vit vita, at drúgvar máls [...] familjusamanføringar, tíverri, draga niður. – Tí er tað týdningarmikið at fáa greiðu á, hvørjar útreiðslur Føroyar hava á hesum økinum, og um nøkur samlað búskaparlig meting er gjørd, tá bæði inntøkur og
sum avreiða beinleiðis til virkini, hava mangan kensluna av, at teir eru meiri til fortreð, enn til gagns. Hetta sæst eisini aftur á prísinum. Tað er heilt vanligt, at útróðrarmenn, sum avreiða beinleiðis [...] fingið seks krónur minni fyri kilo, enn aðrir bátar um somu tíð fingu fyri sama fiskin. Tá ið vit spyrja, fáa vit at vita, at tær smáu nøgdirnar, og tey fiskasløgini, útróðrarmenn avreiða, passa mangan ikki [...] onkusvegna. Men fáa vit flutningsstuðulin, og hampiligar nøgdir, skuldi tað loyst seg at gjørt eina slíka flutningsskipan- og at fingið hægri prís fyri fiskin, hóast flutningsútreiðslur eru, sigur formaðurin