Fekk tvey børn við dóttir síni

Í Póllandi er ein 45 ára gamal maður skuldsettur fyri at hava havt eina dóttir sum fanga og fyri at hava fingið tvey børn við henni

Løgreglan tók tann 45 ára gamla mannin, eftir at dóttirin og mamman høvdu greitt løgregluni frá tí, sum hent var. Maðurin royndi at flýggja, men hann bleiv tikin í býnum Siedlca miðskeiðis í landinum. Í gjár var hann í rættinum í Siemiatycze, har dómarin gjørdi av at seta hann í varðhald, og har skal hann sita teir næstu tríggjar mánaðirnar, so løgreglan fær stundir til at kanna málið nærri.

Sambært fronsku tíðindastovuni AFP hevur tann 21 ára gamla dóttirin greitt løgregluni frá, at hon hevur verið fangi hjá pápanum, og at hann hevur neyðtikið hana fleiri ferðir, síðani hon var 14 ára gomul. Í februar í 2005 fekk hon eitt barn og aftur í januar í 2007, og løgreglan í Siemiatycze heldur fyri vist, at hon fekk bæði børnini, eftir at pápin hevði neyðtikið hana. Undir avhoyringum hevur dóttirin sagt, at pápin noyddi seg at lata børnini frá sær.

Fyrr í ár bórust tíðindi um eitt líknandi mál í Eysturríki, har tann nú 73 ára gamli Josef Fritzl er skuldsettur fyri at hava havt dóttir sína sitandi fanga í kjallaranum í 24 ár og fyri at hava fingið sjey børn við henni.

-Í ein ávísan mun kunnu vit siga, at hetta málið líkist Fritzl-málinum, sigur polski løgreglutalsmaðurin Mariusz Sokolowski við sjónvarpið TVN24.

 

DNA-kanningar

Løgreglan fer nú at biðja um kanningar, so tað kann staðfest, um tann 45 ára gamli maðurin er pápi teir báðar smádreingirnar, sum dóttirin fekk. Millum annað ætlar løgreglan at fáa fatur á teimum báðum dreingjunum og at taka DNA-royndir av teimum, sum tað kann staðfestast, um tann 45 ára gamli er pápi teirra. Talsmaðurin hjá løgregluni sigur, at báðir dreingirnir vórðu ættleiddir, meðan teir vóru á sjúkrahúsi, og tí verður nú kannað, hvar teir eru í dag, skrivar AFP.

Sambært polskum miðlum skal kvinnan hava greittløgregluni frá, at hon var innistongd í einum rúmi, og at hon bara slapp út nakrar fáar ferðir, eitt nú tær báðar ferðirnar, tá hon skuldu eiga. Hon skal eisini hava greitt frá, at hon slapp ongantíð út einsamøll, men at pápin altíð var við henni.