hongur saman við, um tú einki koyrikort hevur - ella tú koyrir í frádømingartíð við ongum koyrikorti. Vaktleiðarin sigur, at um bilførari einki koyrikort hevur, men verður tikin fleiri ferðir, veksur bótin [...] frádømingartíð, verður lagt aftrat. Um vikuskiftið var country-og bluesfestivalur í Sørvági, men hetta hevur eftir øllum at døma gingið rættiliga væl, tí her hevði løgreglan ongar uppgávur.
Amerikanski tjóðbankin hevur koyrt rentuna 0,75% upp, og í sama viðfangi er væntandi, at rentan hækkar 6 ferðir bara í ár, og væntandi so fylgir restin eftir. Við hesum hækkingum hevur samgongan eina álvarsliga [...] beinavegin. Vit kunnu taka eitt størri avgjald frá alivinnuni og pelagisku vinnuni. Henda vinnan hevur ein so stóran vinning, ið ikki sæðst aðrastaðni í nøkrum parti av heiminum. Lat okkum bretta upp um
mennirnir gull í liðkappingini, og kvinnurnar vunnu silvur. Marin Danielsen hevur luttikið í unglingabólkinum, og hon hevur tilsamans vunnið 5 gull heiðursmerki og 2 bronsu heiðursmerki. Samanlagt hava [...] bronsu í gólv. Fríggjadagin varð kappast í allround, tá verður kappast á øllum amboðum, og vinnarin hevur flest stig samanlagt. Tá vann Aron D. Jacobsen sannførandi hjá monnum við nærum 4 stigum. Mia Højgaard
rættliga illa við í stríðnum Häcken hevur í meistarastríðnum við oddaliðið, Elfsborg og við Malmö FF. Nú staðfestir stóri miðilin í Göteborg, Göteborgsposten, at Häcken hevur havt eina ógvuliga strævna dystarskrá [...] segði tað vera eina dreymastøðu hjá Häcken at møta KÍ í øðrum undanumfarinum í Champions League. KÍ hevur ikki nakran dyst í landskappingini fyrrenn 6. juli, tá KÍ skal til Eiðis at spæla móti EB/Streymi
skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Við sigrinum í kvøld hevur NSÍ lyft seg upp á 31 stig. Tað er sama stigatalið, sum toppliðið Skála hevur. Skálamenn fara í annaðkvøld at spæla í Klaksvík. [...] Síðani eyðmýkingina, sum tað var, tá ið NSÍ 4. mai tapti 5-0 á útivølli ímóti HB, hevur tað gingið sum eftir ánni hjá NSÍ. Í kvøld tóku teir gulu og svørtu nýtt stórt stig ímóti uppflytingini, tá ið teir
Talan gjørdist um trý greið tap fyri føroyska U17-landsliðið við gentum, sum hevur tikið lut í árligu NM kappingini, ið hesaferð var í Sundsvall í Svøríki, skrivar Fótbóltssambandið. – Vit mugu bara ásanna [...] vit møttu sera sterkari mótstøðu, og samanumtikið, so megnaðu vit ikki nógv ímóti teimum. Men hetta hevur allíkavæl verið ein stór uppliving. Genturnar hava arbeitt hart og verið ótrúliga raskar, samstundis [...] heim við. Soleiðis sigur Eyðvør Jakobsen, ið stendur á odda fyri U17-landsliðnum við gentum, sum hevur verið til NM kapping í Sundsvall í Svøríki. Okkara gentur spældu tríggjar dystir, og talan gjørdist
Hesar seinastu dagarnar hevur telefonin hjá løgregluni gingið heit av fólki, sum ringja við grindaboðum. Men løgreglan heitir nú á fólk um ikki at ringja meiri óneyðugt at ringja tí talan er ikki um grind [...] grind. Tey siga, at seinastu dagarnar hevur ein heilt lítil bólkur av nísum ligið og spælt sær á Kaldbaksfirði. Men har er eisini ein springari uppi í og tað er eitt heilt slag av springara við longum nevi [...] ein trupulleiki fyri arbeiðið hjá okkum, og tí heita tey nú á fólk um ikki at ringja meir. – Hetta hevur vakt ein øgiligan ans og tað eru bæði kvinnur og menn, ung sum gomul, sum ringja til okkum at boða
UEFA enn einaferð hevur víst forsetanum í Fótbóltssambandi Føroya, Christiani Andreasen. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni: Eftir fýra ár sum formaður í lógarnevndini, hevur starvsnevndin hjá [...] verður nevndin kallað Player’s Status, Transfer and Agents Committee. Evropeiska fótbóltssamgongan hevur tvær undirnevndir, sum serliga taka sær av løgfrøðiligum spurningum og regluverkinum aftanfyri sjálvan
úrslitið, tá ið tað var grannauppgerð í steypakappingini. Dan Brimsvík hevur verið B36 venjari síðani seint á heysti í 2020. Síðani tá hevur B36 ongantíð vunnið fulla úrtøku ímóti HB. Frægasta úrslitið var í [...] hann er darvaður av skaða í rygginum. Bartal Wardum er tøkur aftur, eftir at hann seinastu ferðirnar hevur verið skaddur. Tað er stór kapping um plássini á HB liðnum, og tað ber við sær, at spælarar, ið ivaleyst
hvørki Páll A. Klettskarð ella Mads Boe Mikkelsen verða tøkir til dystin í kvøld. Jonn Johannesen hevur vant og kann spæla eina løtu, meðan bæði Heini Vatnsdal og Patrick Da Silva eru at rokna sum tøkir [...] klaksvíkingar tryggjaðir eitt bólkaspæl. Spurningurin er bara í hvørjari kapping. Tapur KÍ í kvøld, so hevur KÍ enn ein møguleika at vinna seg víðari til bólkaspælið í UEFA Europa League. Liðið skal helst møta [...] Gongur tað heldur ikki, so fær KÍ enn ein møguleika í UEFA Conference League. KVF vísur dystin og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.