Hesar seinastu dagarnar hevur telefonin hjá løgregluni gingið heit av fólki, sum ringja við grindaboðum. Men løgreglan heitir nú á fólk um ikki at ringja meiri óneyðugt at ringja tí talan er ikki um grind.
Tey siga, at seinastu dagarnar hevur ein heilt lítil bólkur av nísum ligið og spælt sær á Kaldbaksfirði. Men har er eisini ein springari uppi í og tað er eitt heilt slag av springara við longum nevi, sum er heilt sjáldsamur um okkara leiðir.
Men tað er eitt ótal av fólki, sum hava ringt, tí tey halda seg síggja grind í Kaldbaksfirði. Løgreglan sigur, at fólk ringja eisini á alarmsentralum at boða frá hesi somu grindini, og tað leggur hald á telefonina hjá alarmsentralin – og á arbeiðsorkuna hjá løgregluni.
Tað eru so nógv fólk, sum ringja, at tað er ein trupulleiki fyri arbeiðið hjá okkum, og tí heita tey nú á fólk um ikki at ringja meir.
– Hetta hevur vakt ein øgiligan ans og tað eru bæði kvinnur og menn, ung sum gomul, sum ringja til okkum at boða frá, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at einki verður gjørt við hendan bólkin, men hatta er eitt sera forvitnisligt upplivils, sum nógv hava havt stóra fragd av.










