Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League tapti fyri botnliði

BK Häcken hevur eina ógvuliga strævna dystarskrá við átta dystum í juli

BK Häcken tapti 0-1 fyri IFK Värnamo ígjár

Komandi mikukvøld klokkan 19.45 verður ársins dystur við Djúpumýru í Klaksvík, tá KÍ í øðrum undanumfarinum til Champions League tekur móti svensku meistarunum, BK Häcken.

 

Häcken fekk ikki tað bestu upptaktina til dystin móti KÍ ígjár.

 

Häcken var á vitjan hjá botnliðnum, IFK Värnamo har verandi svensku meistararnir vóru fyri einum 0-1 tapi, ið kom rættliga illa við í stríðnum Häcken hevur í meistarastríðnum við oddaliðið, Elfsborg og við Malmö FF.

 

Nú staðfestir stóri miðilin í Göteborg, Göteborgsposten, at Häcken hevur havt eina ógvuliga strævna dystarskrá í juli. Tað var annars sami miðil, ið segði tað vera eina dreymastøðu hjá Häcken at møta KÍ í øðrum undanumfarinum í Champions League.

 

KÍ hevur ikki nakran dyst í landskappingini fyrrenn 6. juli, tá KÍ skal til Eiðis at spæla móti EB/Streymi. Hinvegin skal KÍ millum 26. juli og 1. september spæla 11 dystir, harav fimm í landskappingini. 

 

Skráin hjá Häcken í juli:

 

2. juli IFK Norrköping (b) 2–2

 

8. juli AIK (ú) 2–1

 

12. juli The New Saints (h) 3–1

 

15. juli Brommapojkarna (h) 4–2

 

18. juli The New Saints (ú) 2–0

 

22. juli IFK Värnamo (ú) 0–1

 

26. juli KÍ (ú) 

 

29. juli IF Elfsborg (h) 

 

2. august KÍ (h)

 

 

 

BK Häcken tapti 0-1 fyri IFK Värnamo ígjár