nýggju fiskivinnulóggávuni, sum arbeiðaraflokkarnir á tingi hálova. Skilji tað hvør ið kann. Dekkarin sigur, at tað verður ikki lætt hjá manningini at fáa ein líknandi kjans aftur. Ringast er hetta fyri teir [...] Konráðsson, sum hevur siglt við Sjúrðarbergi seinastu árini, er eisini dekkari umborð, nú skipið er á síni seinastu ferð úr Føroyum. Skipið er selt, og manningin er uppsøgd, men fær uppsagnarløn í tveir [...] siglt í Barentshavinum. - Hetta er ein túrur við sorgblídni, og tað er ikki frítt, at tú ilskast inn á politisku myndugleikarnar, sum hava gjørt hesa søluna neyðuga. Auðunn Konráðsson sigur, at hann róði
bás á Offshore Europe, sum er oljumessan, sum verður í Aberdeen seinni í ár. - Offshore Europe er annahvørt á í Aberdeen og í Stavanger. Føroyskar fyritøkur saman við almennum myndugleikum hava á hvørjum [...] føroyingar standa sum ein maður og gera sítt allar allar ítarsta fyri at fáa Føroyar á breddan í oljuhøpi. - Tað fer at tykjast fátæksligt á oljumessuni í Aberdeen, at Føroyar ongan bás hava og eg haldi, at hetta [...] oljumessur. Ein hópur av fólki, sum á ein ella annan hátt starvast innan oljuvinnu, koma til hesar messur, fundarvirksemið er stórt, og sambond verða knýtt. Magnus Rasmussen vísir á, at sjálvur hevur hann - umboðandi
vísir á, at nøkur av teimum, sum arbeiða á flakavirkinum í Skopun, ikki hava fingist við annað enn fiskaarbeiði. - Nú virkið letur aftur, noyðast tey kanska heilt inn á Skálafjørðin, um tey skulu fáa líknandi [...] ligið stilt. - Tað var ein steðgur á virkinum eini tvey ár í kreppuni í fyrru hálvu av nítiárunum, tá óføru Delta-menninir á Tvøroyri vóru við til at reisa virksemið á føtur aftur. Síðan var aftur ein steðgur [...] herfyri, tá Marine Harvest hjálpti til við at fáa virksemið á føtur aftur. Forkvinnan í Vónini heldur, at nú er lítil vón um, at virksemið í Skopun verður reist á føtur aftur. - Vit kenna ikki framtíðina,
gjøgnum bakdyrnar. Man ynskti at fáa teir persónar vekk, ið ikki hava somu áskoðanir sum Jógvan Skorheim. Í staðin vilda man hava sínar egnu leigusveinar, greiðir Bjørn á Heygum frá, um hvussu hann upplivdi [...] ógilda atkvøðugreiðsluna, tá man metti, at fleiri á fundinum ikki uppfyltu treytirnar fyri at atkvøða. - Man kann ikki melda seg sum lim og atkvøða á fundinum, uttan nevndin góðkennir tey fyrst. Út frá [...] hevur man ikki ein flokk, men bara nakrar marionettdukkur, sigur Bjørn á Heygum. Viðvíkjandi síni egnu framtíð í flokkinum, sigur Bjørn á Heygum, at hann nú umhugsar sína framtíð. - Eg umhugsi mína støðu og
hjá Jakob Dagliga ferðast ein rúgva av føroyingum á Longubrúgv. Á Amager býr hópin av føroyingum, og teir súkkla ella koyra dagliga tvørtur um brúnna á veg til skúla ella arbeiðis. Ein av kendastu útis [...] summrarnar kemur tað meira enn so fyri, at hann leitar yvir á ein bonk í eini viðalund nærindis at sova. Tað er betur at sova á einum bonki enn á einum pappundirlagi, heldur hann. Dagarnir verða brúktir til [...] hann er ongastaðni at síggja á gøtuni. Tí er einki at gera uttan at geva tol og bíða eftir honum, til hann leitar heim móti kvøldi. Vit fara ein túr inn í býin at gera ørindi. Á veg heim Fram móti nátturatíð
Jógvan Høj, sum hann sá fara niðan á skrivstovuna fyri lítlari løtu síðani. - Farið tit bara niðan. Tað er handa hurðin. So fáa tit kanska ein kaffimunn eisini, sigur hann. Á skrivstovuni hitta vit fyrst Jógvan [...] fyri at vita, hvussu teimum dámar arbeiðið á virkinum. Hóast ikki nógv arbeiði er á virkinum í dag, so eru kortini nøkur fá fólk til arbeiðis. - Farið bara inn á virkið. Har eru nakrir mans og nakrar kvinnur [...] Norðdepil: Turt er í veðrinum her í Norðdepli. Turt er á økinum uttanfyri flakavirkið. Og innandura eru bæði maskinurnar og gólvini turr. Líkt er til, at á NORÐFRA er ikki nógv arbeiði í dag. Eingin maskina
Fyrr var eisini illa, tí tey hava verið á fótum síðani kl. 5 í morgun. Mamman leggur hana at bróstinum og løtu seinni sovnar barnið. Saman við róligu rørslunum á skipinum svevur hetta barnið so blítt og [...] ein ótrúlig ferð. Fyrst norður við gamla Smyrli, so ein heilan dag í Havn og nú á fyrsta túrinum hjá tí nýggja Smyrli á Tvøroyri. Sum mamma at trimum børnum dugir Petra væl at ímynda sær tann týdning hetta [...] nýggja skipinum er tað mestsum eitt spæl at fara um Suðuroyarfjørð. Tað er munur á nú og áður. - Ja, eg kann minnast aftur á mangar buldraligar túrar við gamla Smyrli, sigur Petra. Í síni tíð sang hon við
gevast at drepa springarar, hevur verið sentralur í hesum kjakinum. Eingin munur á grindahvali og springara Hann sær ongan mun á grindahvali og springarum, og skilir ikki, hví fólk hava størri ampa av drápinum [...] ein delfin, líka sum ein springari er ein delfin. Um onkur fer at fáa sær ein grindahval sum kelidjór, og hann fær okkurt navn og kemur á allar heimsins miðlar um nøkur ár, skulu vit so halda uppat at drepa [...] dagarnar um dráp av springarum í Føroyum. Í gjár vóru springarar aftur í Føroyum. Teir vórðu riknir inn á Skálafjørðin, men tá grindaformenninir funnu útav, hvussu fáir og smáir springararnir vóru, varð avgerð
órógva. Tey royndu at fáa sum frægast burturúr á mórudíkinum á tjaldingarøkinum. Føroyskir festivalar hava roynt vansarnar við føroyska veðurlagnum. Regnið og vindurin fekk eisini ávirkan á G!-festivalin í ár [...] undir pallin á sandinum hósdagin, og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið. Tað hevði sína serstøku føroysku sjarmu at hoyra Týr, Eivør, Arch Enemy, Nepew og onnur á spæliplássinum [...] Tað var niðurstøðan hjá Simon Kvamm, meðan hann var á pallinum við Nephew í gjár. Og hann hevði rætt. Tað var eitt lorta veður á G!-festivalinum í ár. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri
vegin. - Prinsippielt er tað ikki í ordan at gera seg inn á hugin hjá fólki at taka ein eyka tíma til arbeiðis. Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at ætlanin gongur eisini móti rákinum sum er í løtuni, har [...] arbeiðsloysið er so lágt sum tað er í løtuni, hava arbeiðsgevarar brúk fyri hvørjum tíma, ið tey kunnu fáa fatur á. Men hetta uppskotið ger tað minni áhugavert at arbeiða hjá lesandi, tí markið verður sett ov lágt [...] brúk fyri íkasti til leigu og annað livikostnað. Og so er tað eisini sunt og gott fyri ung, at tey fáa eitt tilknýti til arbeiðsmarknaðin í einum ungum aldri. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, er