- Hetta er ein skeiv avgerð!

- Tað fer at tykjast fátæksligt á oljumessuni í Aberdeen, at Føroyar ongan bás hava. Hetta er eftir mínum tykki ein skeiv avgerð, sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður.

 

Tað undrar løgtingsmannin og fyrrverandi borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, at Føroyar eftir øllum at døma ikki fara at hava bás á Offshore Europe, sum er oljumessan, sum verður í Aberdeen seinni í ár.

 

- Offshore Europe er annahvørt á í Aberdeen og í Stavanger. Føroyskar fyritøkur saman við almennum myndugleikum hava á hvørjum ári seinastu umleið 25 árini vitjað hesar oljumessur. Ein hópur av fólki, sum á ein ella annan hátt starvast innan oljuvinnu, koma til hesar messur, fundarvirksemið er stórt, og sambond verða knýtt.

 

Magnus Rasmussen vísir á, at sjálvur hevur hann - umboðandi Runavíkar kommunu - verið á fleiri oljumessum, bæði í Aberdeen og Stavanger.

 

- At ein føroyskur básur hevur verið á messunum hevur havt stóran týdning. Har hava vit, sum hava luttikið gjøgnum árini, staðið saman sum ein maður og umboðað og selt Føroyar sum eitt áhugavert og spennandi oljuøkið.

 

Tí heldur Magnus Rasmussen tað vera eitt stórt afturstig, at Føroyar ongan bás fara at hava á messuni í Aberdeen seinni í ár, soleiðis at eingin samlað føroysk markering verður á stóra tiltakinum.

 

Løgtingsmaðurin heldur, at tað júst nú er alneyðugt, nú oljuvinnan er í einum aldudali, at føroyingar standa sum ein maður og gera sítt allar allar ítarsta fyri at fáa Føroyar á breddan í oljuhøpi.

 

- Tað fer at tykjast fátæksligt á oljumessuni í Aberdeen, at Føroyar ongan bás hava og eg haldi, at hetta er ein skeiv avgerð, sum er tikin, sigur Magnus Rasmussen.