dent á, at eftir hansara tykki eiga vit framvegis at halda fram við samráðingunum. - Tað fari eg at gera longu í kvøld. Men eg havi gjørt mínum amerikansku kollegum greitt, at ein avtala skal vera góðkend [...] Løkke Rasmussen. Sambært Maros Sefcovic gjørdist tað "krystallklárt" á fundinum mánadagin, at ES-londini eru samd um at gera tað, sum er neyðugt fyri at verja arbeiðspláss og íløgur. ES-nevndin hevur longu [...] frá einum tolli uppá 30 prosent. - Ein avtala er framvegis endamálið, men vit mugu senda eitt signal um, at avtalan skal vera rættvís fyri báðar partar. Um tað ikki eydnast, so hava vit ein amboðskassa við
sera stóran týdning. Tað er likamikið, um tað er lítið ella nógv, tú gert hvønn dag. Tað, sum er umráðandi, er at røra seg regluliga, sigur hon. Annika Olsen sigur, at ítróttur eisini er góður fyri okkara [...] Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? - Ja, tað hevur alt at siga fyri meg at vera virkin likamliga. Sum fyrrverandi landsliðssvimjari, so liggur tað íborið í kroppinum at vera virkin [...] Hvat gert tú fyri at halda teg sunna? - Eg royni at íðka ítrótt hvønn dag. Tað, sum mær dámar best, er at renna mínar 5-10 kilometrar dagliga. Eg gangi eisini regluliga runt Húsareyn í ein til tveir tímar
leggja aftrat, at tað er ikki bara í norskum sjógvi, at tú kanst stinga teg av fjørsingi. Hetta kann eisini henda við donsku strendurnar. Tí kann tað vera skilagott, tá tú fert útí, at vera í baðiskóm og [...] strendurnar í Mandal í 2021, veit tv2.no at siga. Lagt verður aftrat, at tað helst er broytta veðurlagið við meira hita, sum er orsøkin til, at fiskurin nú er meira vanligur um hesar leiðir. Í einari almennari [...] hóttan. Lagt verður aftrat, at tað er eitt gott hugskot at brúka baðiskógvar, tá tú fert út í, skrivar Lindesnes kommuna í fráboðanini. Um fjøsing kann lesast á netinum, at tað sjáldan verður álvarsligt
hvussu nógvar Patriot-rakettir hann fór at senda, men at hann fór at senda nakrar. Tað er ikki greitt, nær hann fór at senda rakettirnar. Ukraina hevur biðið USA um at levera Patriot-rakettir og skipanir, [...] sum ukrainska stjórnin metir vera avgerandi fyri at verja sínar býir móti russiskum loftálopum. Síðst í juni segði Trump, at hann var opin fyri at senda Patriot-rakettir til Ukraina, men lovaði einki [...] Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði íbnátt, at hann fór at senda Patriot-rakettir til Ukraina. Tað segði hann á Joint Base Andrews hernaðarstøðini, sum liggur uttan fyri amerikanska høvuðsstaðin
Chelsea er heimsmeistari í fótbólti fyri felagslið. Paris Saint Germain hevði eina rættiliga greiða favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum at vinna finaluna á MetLife leikvøllinum í East Rutherford í New [...] 2021. Tó var hetta tað fyrsta stóra endaspælið við 32 liðum. Chelsea-Paris Saint Germain 3-0 (3-0) 1-0 Cole Palmer ('22 ) 2-0 Cole Palmer ('30 ) 3-0 Joao Pedro ('43 ) HER ber til at síggja hæddarpunktini [...] máli Joao Pedro, ið øll vóru skotin í fyrra hálvleiki vann Chelsea dystin 3-0. Talan gjørdist um eitt gott 2025 hjá Chelsea, ið hevur vunnið bæði Conference League og HM fyri felagslið. Harumframt tryggjaði
Og eitt vitni hevur sagt, at hann sá ein "eldkúlu". Lokali politikarin Matt Dent hevur skrivað um hendingina á sosiala miðlinum X: - Enn veit eg bara, at eitt lítið flogfar er dottið niður á flogvøllinum [...] skrivar hann. Tað var stutt fyri klokkan 16 at løgreglan fekk fráboðan um ein "samanstoyt", har eitt 12 metrar langt flogfar var við, hevur tað sagt í eini fráboðan sambært Sky News. Ógreitt er, hvussu nógv [...] bretskir miðlar, eitt nú Mirror og The Times, skriva, at flogfarið var eitt medisinskt flutningsflogfar við útgerð til at flyta sjúklingar. Hetta er tó ikki staðfest. Allar flogferðir til og frá flogvøllinum
tí tá hann vigaði 116 kilo, segði eingin nakað. Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at verða virkin? - Eg havi tað nógv betri nú. Eg orki nógv meira, og rørsla ger meg bæði sálarliga og likamliga [...] gert tú fyri at halda teg sunnan? - Eg renni tríggjar til fýra ferðir um vikuna og geri venjingar fyri armar, búk og rygg – umframt planka. Tað sigur Kári Johansen. Hann sigur seg eisini vera tilvitaðan [...] heldur tú, at rørsla hevur? - Rørsla hevur stóran týdning fyri meg. Sum ungur svam eg kapp og róði kapp, men so gingu 30 ár uttan rørslu og við einari yvirvekt á 40 kilo. Kári Johansen sigur, at hetta endaði
- Tá eg eri burtur, eti eg tað, sum kokkurin ger, og tað er sum oftast grønmeti ella ein salat aftur við døgurðanum. Jón sigur, at hann kortini roynir at hugsa um mongdina, hann etur, men tað er viðhvørt [...] dagin. Tað, at vit gera hetta saman, ger, at prátið ofta snýr seg um venjing, sum avgjørt hevur eina positiva ávirkan. Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin? - Eg vil siga, at eg havi [...] verður sera nógv brúkt. Her er renniband, súkkla og rógvimaskina og ymiskt annað, sum manningin er sera røsk at brúka. Hann sigur, at tað er undantakið á degnum, at eingin er inni í venjingarrúminum. -
1968. Tað sum serliga serliga verður lagt til merkis við hesum Ford Anglia er bakrúturin, ið vendir skeivan veg. Hetta er gjørt fyri at rúturin altíð skal vera reinur og útsýnið aftur eftir er gott. Anglia [...] Søgan um bilin er tann, at Hans Elmar keypti bilin á eini søluframsýning við ellisakførum, sum var í Fredericia í 1998. Hann fór á framsýningina við tí í huga at keypa ein bil, um tað var onkur hann fekk [...] fekk eitt gott prát við eigaran av bilinum, sum var bilmekanikari og hevði arbeitt við bilum alt sítt vaksna lív. Hans Elmar hevði hug at keypa bilin, men prísurin var í hægra lagi. Eftir at hava tingast
hvussu tað kendist at fáa so dyggan stuðul á valinum hesaferð. - Tað er altíð trupult at spáa um val, og frammanundan valinum hesaferð hevði eg í byrjanini onga ábending um, hvussu tað fór at ganga. Hon [...] lætt við at tára, og eg viðgangi, at eg gjørdist rørd yvir dygga stuðulin, eg hevði fingið. Satt at siga kláraði eg akkurát at halda mær, sigur hon brosandi. Síðan valið hevur Marjun bara fingið positivar [...] hon hevði slett ikki ímyndað sær, at undirtøkan fór at gerast so stór. - Eg eri sera takksom og eyðmjúk um stóra stuðulin, eg fekk, og sum borgarstjóri fari eg at royna at gera mítt besta saman við øllum