var ætlað til. Lutfallið er á leið tað sama í dag. Hví skulu tú og eg, sum arbeiða og rinda inn í ALS, fíggja og stuðla teimum nógv størstu vinnunum í Føroyum? Er tað rætt, at arbeiðarin skal rinda stuðul [...] fyritøkunum í landinum kunnu senda starvsfólk hjá sær í ALS part av árinum? Tað haldi eg ikki, men tað er júst hetta, sum hendir. Tað síðsta er, at 40-50 starvsfólk á kryvjivirkinum hjá Bakkafrost í Vági nú [...] havi fýra børn á 6 ár, 4 ár, 2 ár og 0 ár, og búgva vit í Havn. Eg eri útbúgvin Cand.merc.aud., havi arbeitt sum grannskoðari í seks ár og arbeiði í dag á fíggjardeildini á Gjaldstovuni, har eg serliga siti
hondbókin hjá honum um dýr og plantur í Føroyum er ein varði í yrkisbókmentum okkara. Røturnar hjá Theodor vóru gróðurfestar í jørðini, sjónum, klettunum og í gjónni í heimbygdini Gjógv. Theodor greiddi okkum [...] sum síggjast í grótinum í gjónni. Soleiðis hevði Theodor eisini eyga fyri smálutum og eitt hugflog at finna søgur í tí, onnur kanska ikki løgdu til merkis. Eisini hevði Theodor áhuga í myndlist og klassiskum [...] Zachariasen jólabøkur og Jólaboð í fleiri áratíggju og skrivaði fleiri hundrað stuttsøgur, flestar við kristiligum innihaldi. Frá 1968-80 sat Theodor í nevnd Føroya Lærarafelags, og í Bókadeild Føroya Lærarafelags
Havstovan fær fríðar teymar at oysa lort út í hvørt hús í Føroyum, uttan spurningar. Hettar skuldi verið ordans GUFF fyri svong tíðindafólk, at sett Havstovuna skák í mát við viðkomandi hvøssum spurningum, [...] allastaðni í hesum økinum, bæði vestaliga og norðaliga, sum nú ætlanir eru um at stongja í allar ævir, vegna nýggja titulin ungfiskaleið burturav. Tað hevur ongantíð verið so nógvur fiskur í hesum økinum [...] vestanfyri hevur gingið fyri seg í hesum økinum. Og nú á endanum á árinum, var næstan allur føroyski línuflotin eisini í hesum økinum, og frystilínuskipini fyltu seg eisini í sama økið, sum nú skal friðast
umráðandi Tjóðveldi í býráðnum heldur, at tað er umráðandi, at Tórshavnar kommuna sum miðstøðan í Føroyum hevur góð og tíðarhóskandi havnarviðurskifti. Tórshavnar havn hevur síðani í 1920unum havt alstóran [...] góðshavnina í Tórshavnar kommunu inni á Sundi. Tjóðveldi heldur, at tað er ov tíðliga at fara undir at projektera ætlaðu havnarútbyggingina í Havn ítøkiliga, tí ongar kanningar eru gjørdar aðrastaðni í kommununi [...] Tjóðveldi í Tórshavnar býráð: Jógvan Arge, Marin Katrina Frýdal og Jákup Dam, býráðslimir fyri Tjóðveldi. Tjóðveldi í Tórshavnar býráð mælir til, at býráðið samtykkir at kanna møguleikarnar at gera ta
meðan í ár fóru teir ikki av álvara í gongd fyrr enn í august. Hetta merkist sjálvandi væl hjá okkum eisini, sigur Bogi Jacobsen. Makrelurin er væl fyri í ár, heldur Bogi Jacobsen. Tíðliga í heyst var [...] gera, sigur Bogi Jacobsen. Tað er stórt press á í løtuni, tí allur fiskurin kemur upp í einum. Vit hava nógv at gera í eini tríggjar dagar, so nærum einki í nakrar dagar, og so aftur nokk at gera. Tað hevur [...] avtalan er komin í lag, er ikki sama trýst á føroyska flotanum at fiska makrelin. Flotin hevur tí tíð og ráð til at bíða nakað, og tað hava teir valt at gera. Í fjør byrjaðu teir fiskiskapin í juni mánaði,
Í dag hevur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur í Havn, grein í miðlunum, har hon leggur undirritaða undir at hava dult upplýsingar fyri býráðnum. Hetta er sjálvandi ikki so. Til tess at fólk yvirhøvur skulu [...] stutt lýsa málsgongdina. Heildarætlanin Málið snýr seg í stuttum um verkætlanina at byggja ein altjóða leikvøll, eitt landsstadion, so at vit í Føroyum framhaldandi kunnu hýsa altjóða landsdystum á hægsta [...] hægsta stigi samsvarandi krøvunum frá UEFA og FIFA. Hetta arbeiðið fór av álvara í gongd í 2010 sum samstarv millum Tórshavnar kommunu og Fótbóltssamband Føroya. Gjørd varð heildarætlan um útbygging og dagføring
leigu í teimum bygningum, teir húsast í. Hetta er í høvuðsheitum gjørt fyri at tryggja nøktandi viðlíkahald av bygningunum, samstundis sum hetta gevur rúmd fyri bæði enduríløgum og nýíløgum. Í Føroyum er [...] og íløgur í almennar bygningar verða fíggjað umvegis fíggjarlógina. Ein skipan, ið er ótíðarhóskandi, og sum tyngir eina frammanundan sperda ella tronga fíggjarlóg óneyðugt. Landið ræður í dag yvir umleið [...] umleið 240.000 fermetrum í bygningum, og í ár eru settar 21 mió. krónur av á fíggjarlógini til rakstur og viðlíkahald. Tørvurin er 74 mió. krónur og sostatt 3,5 ferðir størri enn játtanin. Til samanberingar
doktari í gudfrøði, tónleikari og rithøvundur. Hann starvast dagliga sum samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík. Fyri gott 1000 árum síðani løgdu víkingar frá landi við Noregsstrendur, vestur í hav, í vónini [...] Fornfrøðingar hava funnið út av, at víkingarnir í Grønlandi vóru rótfestir og sosialt samantvinnaðir. Einir 5000 víkingar vóru í Grønlandi og teir búleikaðust har í 450 ár. Men knappliga blivu teir burtur – [...] tað, sum hendi víkingunum í Grønlandi. Hesir fornfrøðingar eru blivnir ásamdir um, at víkingarnir í Grønlandi veltu jørð og ótu neyt og kríatúr. Og tá ið fornfrøðingar gravaðu í húsaleivdunum, funnu teir
helst hjá borgarstjóranum í Havn, at sláa upp í glens, minkandi landafrøðiliga fjølbroytni, sum er á veg at gerast ein vanlukka fyri alla menning Í farnu viku hevði eg eina kronikk í Dimmalætting, har eg ávaraði [...] høvuðsstaðnum ella nøkrum øðrum, men er skrivað við øllum samfelag okkara í huga, so hevur borgarstjórin í Havn kortini fingið hana skeivt í hálsin og kemur við einum ikki sørt niðrandi, almennum svari undir [...] Tá ið eg hevði lisið grein hansara, rann jantelógin mær í huga, har fyrsta boð er: “Du skal ikke tro du er noget”. Eingin landspartur í Føroyum uttan fyri Havnina skal tora at halda seg klára nakað og
land, arbeiddi hann í mong ár á flakavirkinum, har hann var álitismaður og raskur sum fáur. Hann hevði stóran alsk til seyð og hevði gleði av hesum í mong ár. Hann var seyðamaður í Longudølum og hevði [...] skúlanum á Oyralagi, men best kendust Meinhard og eg frá Thyborøn. Eg var lærari í Thyborøn í 1962 – 63, og tá var Meinhard í fleiri ár fastur maður við “Vágseið”, ein 50 tonsari, sum brøðurnir Jóan Petur [...] gekk upp í samfelagsviðurskifti við stórum áhuga og var burturav Vágbingur við stóra V,sum mann sigur. Meinhard var eitt ár eldri enn eg, so vit kendust longu frá okkara skúladøgum, tá ið vit gingu í skúlanum