Eru bjartskygdir um svartkjaftin

Varðin Pelagic hevur góðar vónir um víðari virðisøking av svartkjafti. Eisini eru teir tilreiðar at endurvinna sær pláss bæði á ES-marknaðinum og asiatiska marknaðinum.

Varðin Pelagic á Tvøroyri er nú virkið á triðja ári. Bogi Jacobsen, stjóri, fegnast um góðu gongdina, og er bjartskygdur um framtíðina, serliga hvat svartkjafti viðvíkur.

 

- Vit hava úr at gera, sigur Bogi Jacobsen. Tað er stórt press á í løtuni, tí allur fiskurin kemur upp í einum.  Vit hava nógv at gera í eini tríggjar dagar, so nærum einki í nakrar dagar, og so aftur nokk at gera. Tað hevur verið full ferð á virkinum síðani august ella septembur mánað, og vit hava um 100 fólk til arbeiðis, í trimum vaktum.

 

Bogi Jacobsen sigur, at avtalan við hini strandalondini um makrelin, hevur havt ávirkan á arbeiði á virkinum.

- Sesongin er tveir mánaðir forskotin, sigur hann. Nú, tá avtalan er komin í lag, er ikki sama trýst á føroyska flotanum at fiska makrelin. Flotin hevur tí tíð og ráð til at bíða nakað, og tað hava teir valt at gera. Í fjør byrjaðu teir fiskiskapin í juni mánaði, meðan í ár fóru teir ikki av álvara í gongd fyrr enn í august. Hetta merkist sjálvandi væl hjá okkum eisini, sigur Bogi Jacobsen.

 

Makrelurin er væl fyri í ár, heldur Bogi Jacobsen. Tíðliga í heyst var hann nokk so bleytur, orsaka av øllum ætinum. Hann etur nógv á seinsumri, sum ávirkar dygdina á fiskinum. Nú út á heystið etur hann minni, minni æti er eisini at fáa, og tað sæst aftur í fiskinum, sum er fastari og dygdarbetri nú, sambært stjóranum á Varðanum Pelagic.

 

Bogi Jacobsen heldur, at prísurin er á eini góðari leið, men at tær størru kvoturnar, sum eru ásettar í ár, trýsta prísin nakað niður.

- Tað eru øgilig sveiggj í marknaðinum, sum ávirka prísin, so tað er eitt sindur ilt at meta um, hvussu prísurin er nú, samanborið við í fjør. Men tað er týðiligt, at tær størru kvoturnar gera, at keypararnir royna at trýsta prísin niður. Tað er einfaldur búskapur, at jú størri útboðið er, jú lægri verður prísurin á eini vøru, sigur hann.

 

Bogi Jacobsen væntar, at teir fara at taka ímóti nakað tí sama av makreli sum í fjør. Av sild verður nokk nakað minni tikið, orsaka av at bæði kvotan og tilgongdin av sild er nakað minni.

 

Á Varðanum Pelagic heilfrysta tey, høvuðkappa nakað og flakað eitt sindur, sigur Bogi Jacobsen. Hann sigur, at teir hava ætlanir um, at virðisøkja fiskin meiri, enn hvat gjørt verður nú.

- Vit eru í ferð við at kanna marknaðir og gera forkanningar, men einki heilt konkret er í umbúna. Talan er tó um at salta sild og at skera makrelflak. Vit hava eisini góðar vónir til okkara æltanir um at framleiða svartkjaftafars. Hetta er ein verkætlan, sum vit gera í samstarv við ávísar kundar, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðin Pelagic.

 

- Vit eru sum heild sera bjartskygnir tá svartkjaftin um ræður. Tað er allarhelst tað økið, har framtíðin sær bjartast út. Kvoturnar eru á góðari leið, og tað er uttan iva innan svartkjaftaveiðuna, at tað er mest áhugavert við virðisøking, sigur Bogi Jacobsen.

 

Hann sigur, at teir fyrstu tíðina hava lagt dent á at fáa virksemi í fasta legu, harnæst at útbyggja og menna virksemi meiri.

- Vit hava økt um goymsluna og innfrystingina, og kenna okkum væl fyri. Næsta stigið verður so at menna nýggjan úrdrátt, finna nýggjar marknaðir og annars gerast enn betri til tað, vit gera, sigur stjórin á Varðanum Pelagic.

 

Víðari sigur hann, at marknaðurin hjá Varðanum Pelagic er breiður.

- Undir ES-boykottinum seldu vit nógv til Nigeria og grannalondini, umframt Russland og Ukreina. Nú opnar ES-marknaðurin seg aftur, so vit sleppa inn har, men har verður neyðugt at vinna sær pláss á marknaðinum. Vit náddu so dánt at byrja at selja til ES, áðrenn handilsbannið varð sett í verk, so har verður talan um at fáa sær fótafesti fyri fyrstu ferð.

 

Bogi Jacobsen vísir á, at norskir myndugleikar hava sett 500 milliónir av til marknaðarføring í nýggjum londum, eftir at Russland setti handilsbann í verk móti Noregi. Hann ásannar tí, at avbjóðingin á ES-marknaðin verður sera stór.

 

- Vit fegnast samstundis eisini um, at vit sleppa inn aftur á asiatiska marknaðin nú. Vit mistu atgongdina til asiatiska marknaðin, tá ES setti handilsbann í verk ímóti Føroyum. Okkara útflutningur til Asia fór umvegis ES-lond, men tá hendan leiðin varð stongd, gjørdist tað ov dýrt at flyta fiskin til Asia. Nú opnar hendan farleiðin aftur, so vónandi vinna vit okkum pláss á asiatiska marknaðinum aftur. Tað er eingin loyna, at Japanar oftast eru teir, ið rinda best fyri fiskin, um teir kunnu fáa dygdarvøru, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic at enda.