Tað var við sorg í sinni at frætta, at mín góði vinur Meinhard ikki longur er okkara millum.
Meinhard hevur verið sjómaður heila sítt lív, og tað var eisini frá teirri tíðini, vit báðir kendust best, tá Meinhard var fiskimaður í Thyborøn. Hesi seinastu árini hevur Meinhard livað hampuliga væl, var úti hvønn dag og gekk sær ein langan túr út á posthúsið og prátaði við fólk, sum hann møtti ella gekk sær ein túr yvir um Sandin, men at deyðin skuldi koma so brádliga og júst nú, vardi meg ikki.
Meinhard var eitt friðarelskandi menniskja, sum ikki gjørdi haltari hønu mein, góðsligur og hjartagóður av lyndi sum øll familjan.
Meinhard var ógiftur, men sigast kann um børnini hjá systkjunum hjá Meinhardi, og tey, ið varaðu av Meinhardi, at tey vóru øll líka góð við Meinhard og hann við tey.
Meinhard hevði ta stóru gleði at halda 65 ára føðingardag í Jomsborg fyri ætt og vinum og hví júst har, jú tí Meinhardi dámdi væl at kvøða. Tað var eisini eitt óføra gott gildi, har nógv fólk var komið saman fyri at heiðra Meinhard, so tað sást, at Meinhard hevði nógvar vinir.
Meinhard var fiskimaður alt sítt lív, og tað segðist um hann, at hann var av raskastu sjómonnum. Tá ið hann legðist á land, arbeiddi hann í mong ár á flakavirkinum, har hann var álitismaður og raskur sum fáur. Hann hevði stóran alsk til seyð og hevði gleði av hesum í mong ár. Hann var seyðamaður í Longudølum og hevði óført hegni til hetta.
Meinhard fylgdi væl við og gekk upp í samfelagsviðurskifti við stórum áhuga og var burturav Vágbingur við stóra V,sum mann sigur.
Meinhard var eitt ár eldri enn eg, so vit kendust longu frá okkara skúladøgum, tá ið vit gingu í skúlanum á Oyralagi, men best kendust Meinhard og eg frá Thyborøn. Eg var lærari í Thyborøn í 1962 – 63, og tá var Meinhard í fleiri ár fastur maður við “Vágseið”, ein 50 tonsari, sum brøðurnir Jóan Petur og Sólberg Thorsteinsson úr Vági høvdu latið bygt og drivu snurruvodd við út frá Thyborøn. Brøðurnir báðir høvdu danska konu.Jóan Petur var giftur við Kristinu úr Thyborøn, og tey búðu har. Sólberg var giftur og búði í Esberg. “Vágseið” var tá eitt av rokskipunum í Thyborøn, og við har var Meinhard.
Tað var fast hjá Meinhard, tá ið túrur var liðugur at halda leiðina niðan til mín. Har húsaðust vit so, til teir fóru avstað aftur næsta túr. Hugnaligt var at koma heim úr skúla, tá íð Meinhard var inni, hann gjørdi altíð góðan døgurðamat, flust epli í grýtuni, á pannuni stoktar reyðsprøkur ella frikadellir, sum hann sjálvur hevði gjørt. Har gekk hann í køkinum og gjørdi mat við hvítum fyrriklæði fyri, tí reinligur og nossligur var Meinhard sum fáur.
Í Thyborøn vitjaðu vit báðir ofta Jóan Petur og Kristinu ella Mariu og Hanus. Hvørki Hanus Smith ella Jóan Petur eru ímillum okkum meira. Kristina bjóðaði okkum ofta til tey fínastu vælsmakkandi knetti við tálg í, sum hon sjálv hevði gjørt, sjálvt um hon var donsk. Hanus var losformaður í Thyborøn, hann bar til dagligt føroyska húgvu. Hanus var ættaður úr Skúgvi. Tað var sum til kvøldsetu at sita og líða á, tá ið Hanus fortaldi, tá íð lendast skuldi við árabáti í Skúgvi, og brim var. Jú, Meinhard og eg høvdu manga hugnaliga løtu saman. Í Thyborøn høvdu vit góðar dagar. Vit høvdu sjálvandi radio, men hoyrdu bert føroyingin av og á, og radio mátti standa eitt ávíst stað a gólvinum, fyri at vit kundu hoyra Útvarpið. Eg minnist serliga eitt kvøldið, val hevði verið í Føroyum, at vit báðir lógu á búkinum skerflatir háls um háls á gólvinum við høvdinum tætt inn at lurtitólinum fyri at hoyra eitt sindur av tí, íð sagt bleiv.
Eg hevði bil, so vit koyrdu mangan biltúrin og ofta inn til læraraskúlan, har Marna var, og altíð høvdu vit dunkar við eftir vatni, tí vatnið í Thyborøn var so salt, at tað kundi hvørki drekkast ella nýtast til mat.
Nú er Meinhard farin, men gott er at hava góð minni um ein góðan vin.
Í stovuni hjá mær hongur ein vakur grindaknívur, flott innlagdur, sum eg fekk í 65 ára føðingardagsgávu frá Meinhardi. Har verður hann hangandi, og hvørja ferð eg síggi hann, vil hann minna meg á mín góða vin Meinhard Báralíð.
Góðu tit øll, sum mist hava, má Harrin troysta tykkum í stóru sorg tykkara.
Minni um Meinhard vil altíð liva okkara millum. Hvíl í friði góði vinur. Ærað veri minni um Meinhard Bárálíð.
Jákup Olsen