langommubørnini, ynskja tær hjartaliga tillukku á 100 ára degnum. Vit ynskja tær ein óforgloymandi dag. Vit elska teg, og Gud vælsigni teg. Lydia Her eru nøkur vers, sum Jákup skrivaði, tá tú bleiv 98 ár [...] ei bilar við tínum minni, hvørt smáting tú minnist, nógv betur enn vit, nú stákast tú einamest inni. Gumman, vit takka fyri alt tað, vit frá tær hava nomið, tað, tú hevur fyri okkum foralt, og alt, sum frá [...] men tað besta var kakan, tú bakaði (trumfurin). Enn tann dag í dag, stendur tað klárt fyri mær. Ella á jólum. Tá í tíðini vóru ikki so nógvar gávur, men tú goymdi altíð eina gávu til 1. jóladag, til stóra
nítiárunum, kom fólkatalið niður á umleið 240, og talið av skúlabørnum mundi ikki liggja stórt omanfyri 25-30. Nú er aftur vent í holuni, og fleiri familjur við børnum eru fluttar útaftur til Nólsoyar at [...] tóm. Fólk, sum hava búsett seg í Havnini og aðrastaðni, vitja aftur á slóðina. Norðuri í bygdini eitt slíkt kvøld fyri páskir møttu vit mammu Ova, Olevinu Joensen, sum stóð og prátaði við eina vinkonu. Vina [...] at hon misti tveir synir á sjónum, harav Ovi var annar. Slíkar góðveðursdagar, sum dagarnar fyri páskir, siglir Rytan við nógvum fólki, og nógv fólk ? og ikki minst børn ? eru at síggja í trongu túnunum
hvussu liðini eru fyri, nú vit so spakuliga nærkast endaspurtinum í hondbóltskappingini. Mugu standa saman VÍF tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá teir mikukvøldið vitjaðu á Skála, men hóast [...] hoyvíkingar á pappírinum eru sterkari, so er spenningurin um dystin stórur. Júst móti H71 vann Kyndil ein hampuliga óvæntaðan sigur í grundspælinum, og tað er so avgjørt einki, sum bendir á, at liðið er [...] dystinum júst tað, sum kann bjarga VÍF. Teir vita við sær sjálvum, at teir eru førir fyri at standa saman, tá nógv stendur á, og neyvan hevur hetta verið so neyðugt hjá teimum í langa tíð, sum tað verður
at hann hevur eitt sindur av hvørjum á skránni mikukvøldið, tá hann fer á pallin í ítróttarhøllini á Hálsi. -Tað vera løg frá mínum fyrrverandi bólkum sum eitt nú Zapp Zapp, men áhoyrarnir verða ikki snýttir [...] Erann DD leggur serliga stóran dent á, at hann veruliga dámar at spæla, og hetta ikki bara verður ein konsert, sum allar aðrar. -Vit dáma virkuliga væl at spæla, og vit gleða okkum eisini rættiliga nógv [...] útgávuni, sigur Erann DD. Her heima er hann kanska mest kendur fyri sína seinastu útgávu, men tað eru óivað fleiri føroyingar, sum kenna hann frá hansara tíð í bólkinum Zapp Zapp. Erann DD er í løtuni
hjálp frá almennu Føroyum er so long. Hví skulu vit gera tingini torfør fyri vanliga borgaran? Hví skulu vit gera lívið tungt fyri tey? Tað er aldrin rætt! Vit kunnu saktans blíva betri til júst hetta. Eg [...] seg í Føroyum og ikki einans innan heilsuøkið. Um eg nú skeikli mær fótin eftir ein intensan tíma í innandura fótbólti við vinmonnum, og koyri út á Klaksvíkar Sjúkrahús, so taka tey ímóti mær umgangandi [...] vera lættari at liva og virka í Føroyum. Men við tí skrivstovuveldi og tórgreiddu mannagongdum, sum eru bygdar upp seinastu árini, er tað vorðið torførari at liva og virka hjá borgarunum í Føroyum. Í 2015
trupulleikarnar við verandi skipan, og tíverri eru nógv av uppáhaldunum (pástandunum) í greinini púra skeiv. Men áðrenn vit fara inn á uttanumstosið, so mugu vit fyrst undirstrika og grundgeva, hvat tað snýr [...] fólks. Munurin á vinnum í kapping og vinnum við givnum einkarrættindum Fyri at fólk skulu skilja, hví uppáhaldini hjá Jógvani Jespersen eru skeiv, má eg fyrst greiða frá, hvat munurin er á rentabiliteti [...] sunna og vælrikna fyritøku. Vit síggja beinanvegin, at okkurt er heilt øðrvísi í pelagisku vinnuni enn tað er í øðrum vinnum. Yvirskotini í pelagisku vinnuni eru longu nú fleiri ferðir størri enn í øðrum
var veiðihugurin. Tað var sonn lívsgleði fyri hann at vera á floti. Hóast høgan aldur, dámdi honum væl at taka tung tøk á sjónum, og tað eru ikki fáir hemarar hann hevur veitt. Fyri tveimum mánaðum síðani [...] at taka hann heim segði hann við meg: “Nógvar lógir hava vit báðir gjørt og broytt, men eina lóg kunnu vit onki gera við, tað er lívslógin”. Nú hevur Agnar rógvið seinasta fjørðin. Eftir situr familjan [...] er í minnunum, at vit finna troystina. Góðu tit øll - børn, abbabørn, langabbabørn, oldurabbabørn og verbørn. Tit hava mist eitt stavnhald, men minnini eiga tit kær og troystarrík. Vit í Sambandsflokkinum
, so sluppu vit undan nógvar misnýtslu og at fólk keypa tað á gøtuni. Tað eru nógv, ið eru í so svárari neyð, at tey finna sær linna við at keypa cannabis ólógliga á svarta marknaðinum. Nú skal eg fortelja [...] eina løtu. Tað eru fólk, ið risikera at vera tikin og fáa bót og kanska inn at sita, fyri at fáa fatur á hesum. Tað eru fólk í Føroyum í dag, ið ikki fáa livað fyri pínu. Tað eru fólk, ið eru blivin frísk [...] tykkum øllum nakað. Tað eru fólk í Føroyum í dag, í heimsins besta landi, í hesum unbelieavable landi, ið ikki hava tað gott. Tað eru fólk, ið ferðast av landinum fyri at fáa fatur á cannabisi. Fólk flýggja
. Hesaferð gekst tó munandi betri, og við Alistair Carmichael á odda bleiv bólkurin settur á stovn. - Reglarnir eru munandi lempiligari nú, og tað var als eingin trupulleiki at stovna føroyabólkin, sigur [...] ein bólkur settur á stovn, hvørs endamál er at betra um viðurskiftini millum Ongland og Føroyar. Bólkurin telur fleiri enn 20 limir, og fyri fyrstu ferð eru limir úr hesum bólkinum á vitjan í Føroyum. [...] ur og umboðar Bournemouth á suðursíðuni av Onglandi, meðan liberali demokraturin, Alistair Carmichael, umboðar Orkney og Hetland. - Eg havi verið í Føroyum fyrr, men tað eru eini 40 ár síðani. Eg hitti
heldur, at vit áttu ístaðin at lært av Svøríki, sum seinastu 20 árini hevur latið privata arbeiðsmarknaðin bjóða upp á arbeiðsuppgávur á almanna- og heilsuøkinum og aðrastaðni. - Har síggja tey nú avleiðingarnar [...] Heilsurøktarafelagið. Tískili heitir felagið á Løgtingið at atkvøða nei fyri uppskotinum frá Poul Michelsen úr Framsókn um at loyva privata arbeiðsmarknaðinum at bjóða upp á arbeiðsuppgávur innan almanna- og heilsuøkið [...] pengum. - Royndirnar frá londunum kring okkum vísa somuleiðis, at góðskan á tænastu lækkar, sigur Majbritt Mohr. Felagið vísir eisini á, at starvsfólka- og arbeiðsviðurskifti versna, eins og at lønar-pensjóns-