stuttligt, tá ein sær børn kanska fyri tíggindu ferð keypa sær 12 skot við luftbyrsuni fyri 40 krónur og ikki fáa nakað sum helst burtur úr. Vinningarnir eru so ússaligir, ein plastrósa, ella ein hálvnakin [...] botnkarakter. Pylsur vóru seldar um alla Havnina. Ein franskur hotdog kostaði 25 krónur. Eg ivist onga løtu í, at fólk gleðiliga høvdu latið 35 krónur fyri ein ordiliga pylsu, gjørda úr fyrstaflokks tilfari [...] at royna crosssúkluna. Hann stóð ein heilan tíma í bíðirøðini og so varð hon knappliga broytt, so hann kom at standa aftast aftur. Vit góvu upp hendan dagin og spurdu ein av fyrireikarunum um opið eisini
Havnarfeløgini skiftast um rættin til ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, og hugflogið er stórt fyri at fáa ein so áhugaverdan dyst, sum tað ber til. ? Tað er altíð neyðugt at hugsa um pengarnar, men tá vit bjóðaðu [...] ikki hevur verið viðgjørt í nevndini, nevnir Kjartan Mohr møguleikan at lata eina peningaupphædd, kanska 50.000 krónur ella meir, at spæla um á ólavsøku. 30 túsund krónur Svend Jacobsen, formaður í KÍ, [...] kravt fyri at sleppa inn: ? Tá tú tekur høgt atgongugjald, so hava áskoðararnir krav uppá at síggja ein orduligan fótbóltsdyst við væl uppløgdum spælarum, góðum spæli og harvið stórum spenningi. Tað sóu
hevur ein avgerandi savnandi leiklut á okkara tjóðarhátíð. Tað heldur Kinna Poulsen, listaummælari, sum vísir á, at Ólavsøkuframsýningin í mong ár hevði alt at siga í føroyskari list av tí einføldu [...] árið framsýningin varð í Norðurlandahúsinum. – Tað var ein aldeilis forferdilig framsýning, sum hevði svarað til lammiterilsi, sum hevði verið, um ein og hvør Hanus og Janus vóru vælkomnir á Tinghúsvøllin [...] gjøgnumhugsað umframt nýhugsað av bæði tí eldra sum yngra ættarliðnum. - Um ein veruliga vil gera okkurt kollveltandi, skuldu tey kanska heldur sett krøv um, at tøkni skal vera okkurt annað enn tveydimensional
Ein rúgva av nýggjum og spennandi tiltøkum verða í miðbýnum hesa ólavsøkuna. Talan er um tiltøk, sum aftur skulu fáa lív í Vaglið, Tórsgøtu og Vágsbotn. Harafturat byrjar ólavsøkan longu 25. Juli við [...] ð fyri Dans på Brygga niðri í Vágsbotni, har tað verður livandi tónleikur, møguleiki at keypa sær ein góðan bita, og harafturat verður nýggja Café Vágsbotn eisini opin. Sunnudagin verður so ikki nakað [...] sostatt áfram. - Henda dagin fara vit at brúka til at rudda upp og at gera klárt til tað stóra brakið. Ein pallur, nevndur Tórspallur, verður settur upp við norðara enda á høvuðstrappuni á ráðhúsinum, og har
Bjørn Patursson, hvussu summarið hjá honum verður í ár - um tað verður hildið í Føroyum, ella um ein túrur kanska verður gjørdur av landinum? - Nei, talan er slett ikki um at fara av landinum. Eg njóti summarið [...] Men, ferðast Bjørn Patursson nógv í egnum landi? - Eg má ásanna, at eg ferðist ov lítið. Ein orsøkin er kanska, at tá tú sjálvur arbeiðir so mikið nógv í ferðavinnuni og við miðlan í ferðavinnuni, ert [...] gestum á Tjóðsavninum í Koltri í ár, og eg haldi, at føroyingar eru raskir at ferðast í egnum landi. Kanska er orsøkin júst nú, at tað er møtimikið at ferðast uttanlands. Tó er talið av ferðafólki, sum vitjar
leiða skrúðgonguna og at seta Løgtingið. Tað er ein sera stórur og forkunnugur heiður, sum eg eri sera eyðmjúkur um at hava fingið til ábyrgdar. Ólavsøkan er ein vakur mosaikkur av hugna, skemti og dýrd, væl [...] vit eru varin sambandsfólk, ella ótolin loysingarfólk. Um vit eru ung, ella tilkomin. Um vit eru av bygd, ella úr bý, so savnast vit øll til okkara tjóðarhátið og eru eitt fólk á ólavsøku. Ólavsøkan hevur [...] kenningum. Hvat er tað besta við Ólavsøku? Tignarliga løtan í kirkjuni Ólavsøkudag hitar sál og sinn á ein ikki sambæriligan hátt. Løtan í Tinginum, tá Løgmaður ber fram røðu er hátíðarlig sum fá. Við eini
til Keypmannahavnar í dag. - Eg minnist, at eg slapp við ommu míni til Havnar á ólavsøku, og tað var ein serlig uppliving at síggja øll fólkini ganga oman og niðan eftir Áarvegnum. Hon sigur, at tá í tíðini [...] ikki føroysk klæðir, og sjálv skuldi hon fylla 40 ár, áðrenn hon fekk síni. - Síðan hevur tað verið ein fastur táttur hjá mær at fara í føroysk klæðir, tá eg fari á ólavsøku – og um viðrar, fari eg eisini [...] altavgerandi, leggur hon aftrat. Hvat heldur tú er tað besta við tjóðarhátíðini? - Ólavsøkan hevur bæði ein mentanarligan, politiskan, søguligan og hátíðarligan dám. Fólk leita sær úr øllum herðashornum til
ólavsøku? - Hjá mær er ólavsøka so nógv. Ein partur er at mala oman og niðan og tosa við fólk. Hetta at hitta tey, tú bert sært einaferð um árið - ella kanska ikki hevur hitt í 10 ár - er fantastiskt.
tað er eitt vanligt vikuskifti. Tað sama kann sigast um rúsdrekkakoyringina, tí á ólavsøku er bara ein førari tikin fyri at koyra ávirkaður. Eisini harðskapsmálini, sum vóru fýra í tali, víkja lítið frá [...] verið toliliga friðarligt hjá løgregluni á ólavsøku. Tey hava nøkur mál at arbeiða við, men har tað kanska best sæst aftur, at ólavsøka hevur verið, eru allir teir funnu lutirnir, sum eru komnir inn á støðina
longum sendingum, og NSÍ verjan hevði av góðum grundum stóra virðing fyri Popczynski, sum tykist vera eins væl fyri nú, sum hann var, tá ið hann hevði ábyrgdina av FM liðnum hjá VB. GÍ hevði fáar og smáar [...] netið. Megnaðu ikki at varðveita NSÍ legði bragdliga fyri. Teir settu hol á beinanvegin, og tað kundi kanska havt boðað frá, at heimaliðið skuldi leggja unga mótstøðuliðið undir støðugt trýst og fáa tey málini