Ólavsøkan verður mín útferð

- Her hevur verið fitt av gestum á Tjóðsavninum í Koltri í ár, og eg haldi, at føroyingar eru raskir at ferðast í egnum landi, sigur Bjørn Patursson.

 

- Eg njóti summarið í fantastiska umhvørvinum - í Koltri og Kirkjubø. Mynd: Tjóðsavnið.

- Várið var svikaligt við drúgvum kulda og turki. Hetta ávirkaði bæði fólk, fæ og ikki minst gróðurin, sum var seinur á veg - og fuglameingið sum eftir eina rímiliga byrjan líkasum fánaði burtur í einki. Vónandi kemur æti aftur í sjógvin og lív í aftur, nú lýðkan kom í luftina.

 

Tað sigur Bjørn Patursson, sum vit hava spurt, hvussu summarið higartil hevur roynst við gestum í Koltri, og um tað bæði eru føroyingar og útlendingar, sum hava vitjað. 

 

- Jú, her hevur verið fitt av gestum á Tjóðsavninum í Koltri í ár, og eg haldi, at føroyingar eru raskir at ferðast í egnum landi. Kanska er orsøkin júst nú, at tað er møtimikið at ferðast uttanlands. Tó er talið av ferðafólki, sum vitjar í Koltri, avmarkað, tí eingin almenn ruta er til oynna.

 

Hann vísir á, at um fólk vilja vitja Tjóðsavnið í Koltri, er neyðugt at eiga ella leiga sær bát, og tað er lutfalsliga kostnaðarmikið í mun til at ferðast við skipunum hjá Strandferðsluni. Bjørn Patursson vísir á, at hetta eisini er orsøkin til, at bert fáir útlendingar finna út í Koltur. 

 

- Vit skráseta ikki, hvussu nógv fólk vitja her, men fyri nøkrum árum síðani gjørdu vit metingar, og niðurstøðan var, at tað koma umleið 1500 ferðafólk út í Koltur í summarhálvuni frá mai til september, harav 80 prosent eru føroyingar. Fyri tað mesta er talan um føroysk virkir og arbeiðspláss, sum gera sokallaðar firmatúrar fyri sínum starvsfólkum. 

 

Vit spurdu eisini Bjørn Patursson, hvussu summarið hjá honum verður í ár - um tað verður hildið í Føroyum, ella um ein túrur kanska verður gjørdur av landinum?

- Nei, talan er slett ikki um at fara av landinum. Eg njóti summarið her í hesum fantastiska umhvørvinum, eitt nú við at taka ímóti ferðafólki og ganga túrar í bygdalagnum og miðla søguliga umhvørvið á Tjóðsavninum í Koltri. 

 

Hann sigur, at tá onkur fríløta er, roynir hann at sleppa sær av oynni og til Kirkjubøar, har hann brúkar stóran part av tíðini í nýggja heiminum á Geilini.

 

Men, ferðast Bjørn Patursson nógv í egnum landi?

- Eg má ásanna, at eg ferðist ov lítið. Ein orsøkin er kanska, at tá tú sjálvur arbeiðir so mikið nógv í ferðavinnuni og við miðlan í ferðavinnuni, ert tú helst ikki so altráður eftir at fara, tá onkur fríløta er. Mær dámar væl at ganga túrar í nærumhvørvinum her í Koltri og í gomlu heimbygdini Kirkjubø, har eg vitji aftur á støð frá barnaárunum. 

 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Nei, ikki so nógv her á Tjóðsavninum í Koltri. Beint nú er lutfalsliga nógv ferðsla. Men, vit valdu ikki at hava Oyggjadagin, sum skuldi verða hin 12. juni, tá eini 200 fólk plaga at vitja í oynni. Orsøkin var ótrygga støðan, sum var júst tá, har korona kyknaði uppaftur. 

Bjørn Patursson heldur annars ikki, at koronu-støðan ávirkar tey, sum vanliga vitja í Koltri, tí talan er fyri tað mesta um bólkar og starvsfólkahópar, sum dagliga eru saman og sum kenna hvønn annan. 

- Annars hevur koppsetingin eftir øllum at døma gingið væl, og vónandi kemur alt meiri og minni í rættlag, nú vit nærkast hásumri og ólavsøku. Á ólavsøku ætli eg mær at ganga oman og niðan eftir Áarvegnum, og tað verður mín útferð í ár, leggur Bjørn Patursson aftrat.

 

##med2##

 

 

 

- Eg njóti summarið í fantastiska umhvørvinum - í Koltri og Kirkjubø. Mynd: Tjóðsavnið.

- Talið av ferðafólki er avmarkað, tí eingin almenn ruta er út í Koltur, sigur Bjørn Patursson.