sum gjørdi kvøldið til eitt rættuligt hugnakvøld, við tað at Hotel Føroyar í sambandi við tiltakið hevði nøkur góð tilboð í matstovuni. Salurin var so at siga fullsettur, tá byrjað varð, og tey knappliga [...] ljós fullu saman í eina eind, og áskoðararnir kundu rætttuliga sita og njóta tað heila. Áðrenn áskoðararnir fóru heim, fingu øll hvør sín gávuposa, har klædnapløgg av ymsum slag vóru í. Harumframt vórðu [...] latin av ymsum føroyskum handlum eisini í hesum posum. Tilsaman var talan um 300 gávukort, sum vórðu lutaði burtur, so ein fittur partur av áskoðarunum fingu í posa og sekk, tey bæði kvøldini, ið framsýningin
politikkari. Edmund Joensen hevur eitt langt lív í politikki. Nógv ár á Føroya Løgtingi, fyrrverandi formaður í Sambandsflokkinum, fyrrverandi Føroya Løgmaður í stutt tíðarskeið, og umboðar nú Føroyar á danska [...] tey, ið hava upplivað meira enn eina búskaparkreppu er tilvitað, at henda eisini leggur at landi í Føroyum, bert seinkað av sjóvarfallinum. Eg fari ikki at endurgeva búskaparligar forsøgnir, tí hesar kunnu [...] nøkrum øðrum, til nakran sóma. Hinvegin kann framferðin nýtast til at seta politisku ábyrgdarkensluna í perspektiv. Búskaparligu rembingarnar, ið hava rakt heimin, eru ávegis, og partvíst komnar til Føroya
ellisheim og heim fyri minnisveik koma í Vági beinanveg, og her er mest sum alt klárt. Nógv annað er at taka hond um í Suðuroynni, tí oyggin er tann stóri útjaðarin í Føroyum og aldursbýtið er skeivt. Tað ræður [...] Hann fegnaðist eisini, tá hann kom til valstaðið í Trongisvági at hitta miðlaumboð fyri sjónvarpið og Rás 2, tá endaliga úrslitið á størsta valstaðnum í Suðuroynni bleiv kunngjørt og tað var greitt, at [...] møguleika at seta búgv í Suðuroynni. Rokna vit runt, at suðurleiðin kostar 100 milliónir árliga, so kunnu hesir pengarnir forrenta nokkso nógv, sigur Jacob Vestergaard. - Ætlanin um eftirskúla í Hvalba skal eisini
yvirnátta á Herberginum, økist í hvørjum. Í fjør yvirnáttaðu 1274 fólk har, meðan talið í ár longu er farið upp um tey 1100. Tá árið er av, fer talið at verða munandi hægri enn í fjør. - Tá vit byrjaðu við [...] heimleysu í Føroyum økist, men framvegis kunnu tey onga hjálp fáa frá myndugleikunum, tá tey standa á gøtuni uttan hús og heim. Fleiri og fleiri fólk leita sær hjálp á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn [...] menn og kvinnur eru fyri seg, men ofta verða vit noydd at leggja fólk á gólvið í rúminum, har vit eta. Átrokandi við hjálp Í leygardagsblaðnum høvdu vit samrøðu við Martin Eliassen úr Klaksvík, sum ongastaðni
hava ringa ávirkan á lívið hjá einum tannáringi heima í Føroyum. Tó eiga hesi kendu at ansa sær. Tey eru vitandi um, at alheims slaturpressan altíð er í hølunum á teimum, og um tey gera okkurt býtt, so veit [...] leiklut í lívinum hjá persóninum, og hetta ger, at talan nærmast verður um eina avgudadyrkan. Tað finnast óteljandi dømir um, at ungfólk eru komin illa fyri, tí at tey hava lagt so nógva orku í at "dyrka" [...] niðurundurkomin í rúsevnismisnýtslu, umframt at hann er kendur fyri at oyðileggja kømurini á teimum gistingarhúsum, ið hann vitjar á sínum konsertferðum kring allan knøttin. Tað skal eisini havast í huga, at
allari list í Føroyum, trongur, og tí hava nógv góð listafólk, tónleikarar, yrkjarar, myndlistafólk, frásøgufólk, o.o. í hesum døgum ókeypis verið við at mynda nøkur hugnalig og fullsett kafé-kvøld í gamla meiaríi [...] lutað býarbørnum sínum. Hetta seinasta árið hevur kommunan rættiliga verið í ?spanderbrókunum?. Milliónirnar, sum hava rullað í ta nýggja fótboltsstadionið, Tórsvøll, hava næstan ongan enda tikið. Og har [...] sum gongur so við lív og sál upp í Tórsvøll, sum ávísir harrar, - eru teir nevndir, so eru teir kendir), til at velja at pumpa allar milliónirnar vit (ikki) hava til yvirs í fótbólt? Er tað enn tann gamla
samráðingarnar uttanófrá? ? Millum annað tað, at formaðurin í Ráðgevandi nevndini í fjør heyst segði, at tað, við búskaparligu gongdini íFøroyum í huga, var pláss fyri eini lønarhækkan. Hesum átti hann at [...] samráðingar útgangsstøði í hesum sáttmálanum. Eg havi brúkt nógva tíð og orku upp á at royna feløgini at skilja, at Føroya Tele ikki er landskassin, men hesum vóru tey ikki samd í. Var tað skeivt av Føroya [...] sum sjálvandi eisini hevur ávirkað samráðingarnar eru tingmannalønirnar, sum vóru hækkaðar nógv fyrr í ár. Tað hevur eisini havt stóra ávirkan, sigur Karsten Hansen, sum leggur afturat, at tað ikki var við
skattalætta til fiskimenn. Onki annað. Eg eri vísur í, at hesin filmurin, eins og teir flestu, hevur tvær aktir. Tann seinna aktin kemur beint aftaná ta fyrru. Í tí seinnu aktini fer Føroya Reiðarafelag at siga [...] hýruprosent kemur í kjalarvørrinum á skattalættanum, kunnu vit rokna við, at eitt uppaftur størri tal av føroyskum fiskimonnum leitar sær hýru uttanlands. Men tað leggur fólkaflokkurin onki í. Endamálið er [...] við, at teir fáa sær hýru við útlendskum skipum, har hýran er hægri, men velja at gjalda skatt í Føroyum við einum frádrátti uppá 15 prosent av inntøkuni. Um hetta verður gongdin kemur føroyski flotin
Málið, sum MEGD í almennari grein 17. mai lýsti, og sum landsstýriskvinnan í útvarpstíðindunum 21. mai viðmerkti, snýr seg um, at Føroya løgting við ársenda 2023 samtykti lógarbroyting við sparing fyri [...] at keypa sær nýggjan persónbil fyrr í ár. Buss kundi hann heldur ikki fáa, tí hansara virkistarn ikki lýkur treytirnar fyri at fáa kassabil, tí hann situr jú ikki í koyristóli, og serútbúnað til bil tørvar [...] eingin hoyring var av feløgunum, ið umboða fólk við breki. Hetta hóast Sameindu Tjóðir í fleiri ár hava mælt Føroyum til at gera ein brekpolitiska virkisætlan, ið kann lýsa, um slík afturstig yvirhøvur eru
kunnu gera, er at spæla casino spøl ella pengamaskinur, sum mann kennir í grannalondum okkara, og sum ikki eru loyvdar í Føroyum. Hesar maskinur vóru alla staðni har tú ferðaðist umborð, so tað var straks [...] ikki á prísunum umborð. Eg kann t.d. nevna nakrar: Kaffi 16 kr. – vanligur prísur í landi 12 kr. Morgunbuffet 75 kr. – í landi 45-55 kr. Tað er mær ein gáta, hví prísirnir eru so høgir. Mín erfaring er [...] hví hesir upplýsingar stóðu á ferðseðlinum, var svarið, at tað stóð í einum katalogi. Men hvør hevur eitt katalog við sær at ferðast í ein mðr.? So um eg taki um tað heila, so skilji eg ikki, hví Norröna