Føroya Tele var trupulleikin

Tað sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, nú samráðingarnar við Starvsmannafelagið endaliga eru lidnar. ? Hann var okkum ein kleppur um beini, sigur hann

Fríggjadagin fyrrapart endaðu samráðingarnar millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið við at ein nýggjur tvey ára sáttmáli varð undirskrivaður.

Nýggi sáttmálin »kostar« eina lønarhækking upp á 6,5 prosent og sammett við tað, sum Fíggjarmálastýrið byrjaði við, so hevur tað ikki eydnast so væl at hildið aftur.

Hinvegin er tað eisini langt frá tí, sum Starvsmannafelagið upprunaliga kravdi, tá teir løgdu samráðingarkrøvini fram.

Men soleiðis gongur tað nú ofta tá verkfall er, semingsmenninir royna at fáa partarnar at geva seg, og tað má sigast hava eydnast nú nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.

Men er fíggjarmálaráðharrin nøgdur við úrslitið?

? Eg eri væl nøgdur við, at verkfallið er av, men eg haldi, at sáttmálin búskaparliga gjørdist ov dýrur. Vit høvdu eina nullloysn sum útgangsstøði, men tað gekk ikki. Vit hava síðani roynt at halda eftir, so at lønarvøksturin ikki gjørdist búskaparliga óforsvarligur og hetta var tað frægasta vit fingu burturúr, sigur hann.

Hvat var tað, sum gjørdi, at glið kom á nú móti endanum?

? Vit gjørdu fleiri sáttmálar fyrradagin og eg haldi, at tað loysti eitt sindur upp fyri ósemjuni. Vit royndu av øllum alvi, at fáa semju, og tá semingsmenninir góvust við royndunum, tosaðu partarnir sínamillum. Tá vísti tað seg, at tað kortini bar til og vit sendu síðani boð eftir semingsmonnunum aftur.


Ráðgevandi nevndin, prístalið og Føroya Tele

Hví gjørdist alt so trupult?

? Starvsmannafelagið er eitt sera stórt og komplekst felag og tí er nógv um at fara, tað var ein trupulleiki. Umframt tað, so hava tað verið nógvar ávirkanir uttanífrá, sum hava gjørt sítt til, at tað hevur verið trupult at fáa semju.

Hvat er tað, sum hevur ávirkað samráðingarnar uttanófrá?

? Millum annað tað, at formaðurin í Ráðgevandi nevndini í fjør heyst segði, at tað, við búskaparligu gongdini íFøroyum í huga, var pláss fyri eini lønarhækkan. Hesum átti hann at tagt við.

? Eitt annað, sum sjálvandi eisini hevur ávirkað samráðingarnar eru tingmannalønirnar, sum vóru hækkaðar nógv fyrr í ár. Tað hevur eisini havt stóra ávirkan, sigur Karsten Hansen, sum leggur afturat, at tað ikki var við hansara góða vilja, at tingmannalønirnar fóru upp.

Men tað er kortini eitt heilt triðja, sum Karsten heldur hevur havt størsta týdningin fyri tungu gongdina í hesum samráðingunum.

? Sáttmálin, sum Føroya Tele gjørdi við Starvsmannafelagið hevur verið okkum ein sannur kleppur um beinini, sigur hann.

Hvussu tá?

? Tann sáttmálin gav eina væl hægri lønarhækkan enn vit samfelagsliga hildu vera rætt, og tá hann var komin undir land, tóku allar samráðingar útgangsstøði í hesum sáttmálanum. Eg havi brúkt nógva tíð og orku upp á at royna feløgini at skilja, at Føroya Tele ikki er landskassin, men hesum vóru tey ikki samd í.

Var tað skeivt av Føroya Tele at gera sáttmálan?

? Eftir míni meting ja.

Karsten Hansen leggur afturat, at stríðið um prístalið eisini spældi inn undir samráðingunum.

? Vit vistu, at tað talið, sum vit brúktu var tað rætta, men tað vildi Starvsmannafelagið ikki góðtaka og tískil fór nógv tíð til hetta Óneyðug tíð. Men eg gevi teimum rætt í, at vit eiga at hava eitt rætt prístal, og tað mugu vit rætta uppá, sigur Karsten Hansen.


Nakað er eftir enn

Hóast hesin sáttmálin nú er komin upp á pláss, so merkir tað ikki, at samráðingarnar eru lidnar fyri fíggjarmálaráðharran og hansara fólk.

? Vit hava enn Pedagogfelagið eftir, men tað rokni eg ikki við fer at taka so drúgva tíð. Har eru bara smávegis snøklar eftir at fáa upp á pláss, og tí kunnu vit vænta, at tað verður heilt skjótt, sigur hann.

Ein annar bólkur, sum eisini er eftir eru sjúkrasystrarnar. Tær undirskrivaðu við fyrivarni fyri eini tíð síðan, men uppskotið varð ikki góðkent.

? Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum segði, at tað uppskotið var »flovisligt«, so vit mugu síggja til at fáa ein sáttmála við tær, sum ikki er so flovisligur, sigur Karsten Hansen.

Hann sær tó ikki tann stóra vandan í teimum samráðingunum kortini, og hann sigur, at hann vónar, at alt verður endaliga liðugt innan alt ov langa tíð.

Men tað eru nakrir sáttmálar at fáa upp á pláss enn