øll hini vita tí alt um, hvussu tað er at koyra ígjøgnum ein tunnil sum er meiri enn 40 ára gamal og als ikki lagaður til dagsins tørv og ferðslu. Umframt dagliga starv sítt í býnum, er hann somuleiðis ein [...] nevndini hava tey við jøvnum millumbilum havt málið um tunlarnar til viðgerðar. Semja er um, at neyðugt er við nýggjum tunlum. Tey hava víst á hetta málið á fundum og við skrivum, millum annað einum frá [...] hevði verið munandi betri um alt varð lagt í fastar karmar, soleiðis at vit vistu hvørjar ætlanir, ið vit kundu gjørt saman við hinum kommunum í Norðoyggjum. Sum nú er, er hetta ógvuliga frustrerandi hjá
líka styrkir hetta um liðið. Havandi unga miðalaldurin í huga er tó eitt sindur ilt at meta um styrkina hjá liðnum, men eitt tykist tó vist, og tað er at menninr ikki ætla sær verri úrslit enn bronsumerkið [...] tosa um favorittar, skal ikki verða tikin støða til her, men í hvussu so er kann staðfestast, at tá kvinnurnar fara á vøllin, er tað samstundis fyri at verja gullmerkini frá Gotlandi, og hetta er so í [...] monnum er talan um leikarahópir, sum á pappírinum síggja ógvuliga spennandi út, og í greinum í bløðunum hava umboð fyri liðini eisini klárt givið til kennar, at farið verður eftir gullinum. Um tað er rætt
hvørt estetiskt og flott. Eitt ævintýr, sum kann fáa øll at dagdroyma eina løtu. - Hetta er ein so sjáldsom hending. Hetta er ikki nakað, sum hendir fleiri ferðir í lívinum hjá okkum, so eg skilji tað væl [...] kongshúsinum er ikki eins stórur, men tá tað ikki var danski krúnprinsurin, so var tað tað næstbesta, sigur hann. Onki er at taka seg aftur í at norska hjúnarbandið var enn meira ævintýrakent enn tað danska [...] góðum úrslitum. At vera framsøkin er bæði spennandi og avbjóðandi. Tað er altíð gott at seta sær nøkur mál og vita, um tú røkkur teimum, segði Malan Marnersdóttir. Hon er 52 ára gomul og hevur verið í starvi
sett í verk. - Hetta arbeiðið er ofta tað týdningarmesta, sigur August Wang. Onnur mugu gjalda Støðan omanfyri er dagligur kostur í Danmark. Hagtøl vísa nevniliga, at hetta hendir 20 ferðir um dagin, men ikki [...] taka lív sítt. - Tað uppsøkjandi sambandið er ofta tað týdningarmesta, sigur August Wang. Ein menniskja í kreppu er vanliga ógvuliga kensluborið, tá talan er um hvønn veg tað ber. Kann ein halda teimum á [...] leið, bert við at tosa við tey ella við at fáa eina læknaviðtalu í lag, er hetta til miklan bata. - Okkara roynd er, at tað serliga er neyðugt við eini rúgvu av møguleikum fyri at ávirka persónin teir fyrstu
tá tað er meiri áhugavert, um Tobbi hevur etið hummara ella ikki, heldur enn at tosa við vinnulívsumboðini um, hvat nýtt, gott og spennandi kom og kann koma burturúr oljuráðstevnuni. Kommunan er bara millumlið [...] komandi árini fremja útbyggingar á havnaøkinum er sjálvsagt, at vit ikki bara hugsa um farm og ferðavinnu, men eisini hugsa um virksemi á oljuøkinum. Samstarv um oljuvinnuna Menningin av tænastuvirkseminum [...] billa sær inn, at tað er av tilvild, at ein av heimsins størstu boripallum júst er umvældur inni á fjørðinum og hevur givið arbeiði til nærum allar vinnugreinir í økinum. Hetta er úrslit av góðum lobbyarbeiði
álopsfótbólt, og so ger tað onki, um teir brenna brenna viðhvørt. Tað, sum umræður er, er at vit skapa kjansirnar, heldur Sámal Erik Hentze. Hóast sigurin hjá EB/Streymi er rættiliga týdningarmikil, so vil [...] tikið skaða, og tí hevði tað bara verið grenj, um hann ikki spældi. - Men vit vinna so dystin og tað er óført. Vit brenna nógvar kjansir, men hjá okkum er tað soleiðis, at leikararnir hugna sær, tá vit [...] samstundis sum vit fingu ein eyka mann í verjuna, sum vit síðani brúktu at byggja spælið upp við, og hetta eydnaðist til fulnar. Eftir mínum tykki var hansara avrik so mikið gott, at hann vann dystin fyri okkum
á Sundalagsstevnu vann í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum, var spurningurin, um hetta var fráboðan um, at sigursharrin á Norðoyastevnu, Gongurólvur, orduliga var settur upp á pláss. Hesum boðaði [...] kappingunum er møguleiki fyri nýggjum vinnarum. Blikur var eitt sekund frammanfyri Jallin og tvey sekund frammanfyri Royndina Fríðu. Eingin sigur í hesi kappingini er vunnin við meiri enn einum sekundi [...] Gongurólvur fremstur, onkra løtu var munurin meiri enn ein bátslongd, og hóast Hvessingur royndi og royndi og í endaspurtinum gekk sera væl, so eydnaðist tað ikki at hótta bátin við drekastavninum. Í tveimum
verdar at nevna, tí hetta er einki uttan politisk formalisering av veruligu yvirtøkuni, sum fór fram fyri 25 árum síðani. - Men tað kemur ikki eitt einasta sjálvkritiskt orð frá løgmanni um, hvørt tað nú møguliga [...] tosaði í nýggjársrøðuni um at varðveita og styrkja vælferðarsamfelagið, men hetta heldur Hans Pauli Strøm eru bara vøkur orð. - Sum løgmaður hevur Anfinn Kallsberg forða fyri, at hetta kann gerast veruleiki [...] trupulleikar at dragast við. - Hetta er eisini ein partur av føroyska samfelagnum, men júst her hevur landsstýrið svikið, og kanska var tað júst tí, at onki var at hoyra um hesa síðuna av føroyska samfelagnum
ikki hugsað so nógv um tað, men fyri hendan bygdadrongin var hetta ein gáva, sum var nógv meira verd enn nakað, og hetta minnist eg framvegis Margrethu so langa tíð aftaná. Men hetta var eisini eyðkent [...] sum hann er nú. Tað vil siga, at einaferð varð hann fluttur nakrar metrar. Hann lá í vegin, tá ið Bøkjarabrekka varð gjørd, og tá varð húsið flutt eitt hanagleiv hagar, tað er nú. Her er talan um nærum eina [...] havt tað á sama hátt. Hjalmar og Elspa Maria fingu ikki fleiri børn enn Margrethu. Men sum stór smágenta fær hon eina fostursystir. Hetta er Ingibjørg, systkinabarn hennara. Pápi hennara Zakaris var beiggi
eitt rættarmál móti Rulloff. Hetta byrjaði tíðliga í 1846, men eingi lík vóru at vísa á, og tá er ein slík sak trupul at prógva, sjálvt í dag. Men rætturin var avgjørdur um, at Rulloff skuldi í fongsul [...] byrjaði 4. januar 1871, og verjan gekk í fyrsta umfari út upp á at skapa iva um, hvørt hann yvirhøvur hevði verið í New York um hetta mundið, sum innbrotið fór fram, og í øðrum lagi, at hann hevði verið noyddur [...] tvørtur um eina brúgv yvir ánna Chenango. Hann skeitti niðan ánna og sá eitthvørt liggja í vatninum, sum tóktist vera blivið fast í einum steini. Tá hann kannaði málið nærri sá hann, at talan var um eitt