Venjaraparið hjá EB/Streymi hevði givið Sorin Anghel ein øðrvísi leiklut sunnudagin, í mun til vanligt. Rumenin varð tikin úr álopinum og settur av taka sær av toppskjúttanum í landskappingini, Christian Høgna Jacobsen, og tað var eftir øllum at døma ein skilagóð avgerð, tí at kalla onki sást til landsliðsáleyparan allan dystin.
- Vit avgjørdu at seta Sorin Anghel á Christian Høgna Jacobsen. Hansara uppgáva var at taka Christan Høgna úr spælinum, samstundis sum vit fingu ein eyka mann í verjuna, sum vit síðani brúktu at byggja spælið upp við, og hetta eydnaðist til fulnar. Eftir mínum tykki var hansara avrik so mikið gott, at hann vann dystin fyri okkum í dag, segði Sámal Erik Hentze, hjálparvenjari hjá EB/Streymi eftir dystin í gjár.
Nakað óvæntað var Egil á Bø í miðverjuni, eftir hann sjálvur hevði boðað frá, at hann ikki roknaði við at spæla. Sámal Erik Hentze heldur tó ikki, at tað var djarvt av teimum at lata Egil á Bø spæla.
- Liðbondini høvdu ikki tikið skaða, og tí hevði tað bara verið grenj, um hann ikki spældi.
- Men vit vinna so dystin og tað er óført. Vit brenna nógvar kjansir, men hjá okkum er tað soleiðis, at leikararnir hugna sær, tá vit spæla álopsfótbólt, og so ger tað onki, um teir brenna brenna viðhvørt. Tað, sum umræður er, er at vit skapa kjansirnar, heldur Sámal Erik Hentze.
Hóast sigurin hjá EB/Streymi er rættiliga týdningarmikil, so vil Sámal Erik Hentze tó ikki siga, at meistaraheitið er komið í hús.
- Nú vil eg siga, at bronsan er heima og at málsetningurin okkara næstan rokkin. Tað merkir tó ikki, at vit gevast her, tí vit ætla at koyra á restina av kappingarárinum, segði Sámal Erik Hentze, hjálparvenjari hjá EB/Streymi.










