málan, og er tað tí av týdningi, at eisini Føroyar samhaldsfast átaka sær sín part av arbeiðinum við at steðga veðurlagsbroytingum. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil mæla til, at roynt verður at minka um [...] verða av týdningi at nýta ymiskar avgjalds- og stuðulsskipanir, sum verða nýttar í okkara grannalondum, og sum vísa seg at vera virknar í mun til menning av tøkni og minking í útlátinum. Orsakað av stóra útlátinum [...] seinastu øld fer veðurlagið væntandi at broytast meiri ella minni. Hetta uttan mun til, um tað eydnast pørtunum í Kyoto-protokollini at liva upp til málsetningar-nar. Tí er tað eisini týdn-ingarmikið at fáa staðfest
vænta tey ikki, at útlánstalið av talgildu bókunum fer at lækka niðuraftur á fyrrverandi støði. Ljóð- og ebøkurnar hava nakrar fyrimunir framum pappírsbøkurnar. Til dømis ber til at lurta og lesa á telefonini [...] hækkingina í útlánstølunum og nógvu nýggju lánarunum er sjálvandi tann, at fólk, nú eftir at koronafarsóttin rakti okkum brádliga, høvdu betri stundir at seta seg við einari bók – og bókasøvnini hava sum sagt [...] sær allastaðni. Og fyrimunurin við ljóðbókum er eisini, at tú kanst njóta eina góða bók, meðan tú gert okkurt annað og tað passar væl til okkara modernaða gerandisdag, har øll hava nógv at gera, skrivar
kommunan í næstum fer undir útlutanina av grundstykkjunum, har umsøkjarar verða spurd, um tey ynskja at vera við nú stykkini verða tillutað. Um so er, at stórur áhugi er fyri grundstykkjunum, so er kommunan [...] kommunan klár at útvega 50 grundstykkir aftrat í økinum. Kommunalu stykkini eru um 400 fermetrar hvørt, sløtt og klár til bygging. Útstykkingin liggur omanfyri vegin, millum skúlan á Argjahamri og íbúðarblokkarnar [...] vænta at fáa eitt skriv frá Tórshavnar kommunu, har tey verða bjóðað eitt av teimum 48 grundstykkjunum, ið kommunan hevur gjørt undir Kongavarða. Á heimasíðuni hjá kommuni verður nevniliga upplýst, at kommunan
spæli eg klaver, og mær dámar eisini væl at lesa. Mær dámar væl at flyggja undan veruleikanum og inn í eina bók av og á, sigur Line, sum væl klárar at tosa hebraiskt. - Tað kann vera trongt í kollektivinum [...] men hon fer møguliga at gera útbúgvingina lidna seinni. Tað var eisini í Danmark, at Oddmar og Line hittust. - Vit tosaðu beinan vegin um Ísrael, tí at vit høvdu bæði verið har. Vit kendu eisini, at vit høvdu [...] í Føroyum og Danmark. Tey hava internet og verða javnan dagførd við tíðindum. - Eg hyggi serliga at ítróttinum. Tað hevur mín áhuga, sigur Oddmar við einum smíli. - Tað er serliga fótbóltur og motorsportur
fuglurin var mestur. Havhesturin hevur verið so nógvur, at torført er at meta um, nær hann er minni og nær alt er, sum tað plagar at vera. Jens-Kjeld Jensen, sum er nærlagdur fuglamaður, var 19. august í ár saman [...] Lundin sveik í ár, og menn meta, at orsøkin er, at ov lítil føði er við landið. Fuglurin heldur sær har, sum føðin er. Lítið hevur annars verið at fingið av lunda seinastu árini, og summi ár hava menn [...] staðfest, at pisur ikki eru undankomnar. Soleiðis hevur eisini verið á summum fuglaplássum í ár. Tað eru tó ikki so mong ár síðan, at menn fingu væl av lunda, og tí kunnu vit bert vóna, at náttúruvið
Hann er ikki í iva um, at tíðin er tann rætta til at fáa gongd á samráðingarnar um varandi frið, og han heldur, at bæði ísraelsmenn og palestinar eru greiðir yvir, at tað er nú, tey røttu stigini skulu [...] ðharrin, soleiðis at friðarætlanin hjá ST, USA, ES og Russlandi kann setast í verk. Sjálvandi hevur tað stóran týdning, at ísraelsmenn veruliga eru sinnaðir at taka seg aftur, og at palestinararnir eru [...] Amerikanska stjórnin fer ikki bara at leggja stóran dent á at virka fyri varandi friði ímillum ísraelsmenn og palestinar. Vit ætla okkum at ganga undan, sigur varauttanríkisráðharrin William J. Burns.
heldur tað vera sera hugaligt, at føroyingar eru vorðnir so óførir at ferðast í egnum landi, tí hetta skapar virksemi, og virksemi ger aftur, at tørvur verður á ymiskum tænastum. Hon sigur, at tey eisini [...] tir Kreutzmann. Stjórin vísir á, at rættiliga nógv hevur verið at gera á Hotel Bakkanum í longri tíð, og nú summarið stundar til, vænta tey, at tað verður enn meira at takast við. - Seinastu tveir mánaðirnar [...] bjóða sínum starvsfólki út at ferðast. Hon vísir á, at tá Dansibandsfestivalur herfyri var í Vági, var alt hotellið, sum rímiligt er, fullsett, og soleiðis hevur tað verið at kalla hvørt vikuskifti í einar
tjúkkur og hvítur, og tí góð søluvøra. Men so sanniliga eisisni tí, at føroyingar hava dugað at lurtað eftir marknaðinum og hava framleitt tað, marknaðurin vil hava. Og saltfiskamarknaðurin fer við so at [...] Norðsjónum sigur Kaj Leo Johannesen, at enn hevur tað ikki merkt støðuna hjá okkum so nógv, tí hendan tíðin vanliga er rættiliga góð sølutíð. Men hann ivast ikki í, at tað fer at stabilisera teir sera høgu prísirnar [...] marknaðinum, og líkt er til, at føroyingar hava skilt tey tekin, marknaðurin sendir. Kaj Leo Johannesen, stjóri á sølufelagnum Farex, sigur, útlit eru til, at hesin høgi prísurin, vit uppliva í dag, fer at halda
hann heldur, at prísgongdin við upsanum sum frá líður man fara at ganga útyvir ísfiskatrolararnar, sigur hann: - Ja, kemur ikki vend í, er væntandi, at lágu prísirnir fara gera, at tað fer at tátta í hjá [...] so er, sigur hann, at upsin sum heild hevur sera lágan prís, og skipini munnu væl halda, at tað loysir seg líka frægt at selja hann beinleiðis til virkini. - Reiðaríini vænta ikki, at munurin við beinleiðis [...] beinleiðis sølu og sølu um uppboðssøluna hevur nakran serligan týdning fyri prísin, tey fáa í løtuni. Oskar ásannar, at virkini lata lítlan pris fyri upsan. - Nógvur upsi er at fáa, og marknaðurin er ógvuliga
gongdin fer at batna út á várið, tí bæði veiða og marknaðarútlitini eru so døpur. - Sjálvandi eiga vit ikki at missa mótið, og vit vóna, at viðurskiftini fara at broytast til tað betra, tá tað líður út á [...] meðan støðan við fiskiskapi og prísi er so vánalig. - Úrslitið at fiska og at leggja skipið er fyri okkum at kalla tann sama í løtuni, leggur hann aftrat. Bethuel leggur aftrat, at sjálvandi kundu teir farið [...] til, at hetta árið fer at roynast frægari enn árið í fjør. Gongdin verður helst verri, tí alt bendir á, at 2009 verður ringasta árið hjá Klakki í nógv ár. - Seinastu fimm árini hava vit í januar og februar