skipinum. Tað órógvaði, tí tað er ikki lov at flúgva við dronu uppi yvir hernaðarútgerð. Heldur ikki í Føroyum. Franska skipið hevur útgerð at neutralisera dronur við, men teir valdu ikki at gera tað, men boðaðu [...] um eina lítla dronu, og tað var helst orsøkin til, at teir á fronsku fregattini ikki valdu at taka dronuna niður. Tað kunnu teir gera, tí teir hava útgerð at jamma dronur við. Tað er útgerð, sum órógvar [...] metra hædd yvir skipinum, sigur vakthavandi, sum tó leggur dent á, at tað er ikki illgruni um, at hendan hendingin hevur nakað við tað at gera, sum hendi á flogvøllinum í Keypmannahavn sama kvøldið við
og Esbjerg kann tí fara fram sum vanligt í dag. - Tað hevur ikki eydnast at taka dronurnar niður ella finna dronuoperatørarnar, stendur í fráboðanini. Tað er ikki greitt, um steingjan av loftrúminum yvir [...] løgreglan var til staðar á flogvøllinum í Aalborg, eftir at dronur høvdu verið eygleiðaðar í loftrúminum. Loftrúmið varð síðani stongt, og tað førdi til, at tríggjar flogferðir máttu leiðast til aðrar flogvøllir [...] Loftrúmið yvir flogvøllinum í Billund varð stongt tíðliga í morgun í umleið ein tíma. Tað upplýsir tíðindaleiðarin Dan Prangsgaard fyri Ekstra Blaðnum. - Eg fari at vísa til myndugleikarnar fyri nærri
B í Champions League. Á útivølli í Norðurmakedonia eydnaðist tað GOG at vinna fyrstu stigini í Champions League í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi GOG við at vinna 31-28 á Eurofarm Pellister. Í steðginum [...] Leygardagin klokkan 15 hava teir torføran dyst á útivølli móti Fredericia, ið hevur verið í leikligari kreppu í seinastuni. Tað fekk avleiðingar fyri íslendska venjaran, Guðmund Guðmundsson, ið hevur fingið
stór leiting í Grønlandi eftir einum saknaðum manni úr Manitsoq, sum var farin avstað í einari jollu. Tað var seinasta sunnudag, at ein mannleys jolla varð funnin á oynni, Ivittusoq, nærindis Maniitsoq. Stór [...] lívleysur persónur var funnin á sjónum. Stutt eftir varð staðfest, at hetta var maðurin, sum leitað hevði verið eftir. - Vit eru ógvuliga takksom fyri, at sjálvboðin eisini hava luttikið í leitingini, tí hetta [...] ein ógvuliga trupul uppgáva. Grønlands Politi sigur, at tey avvarðandi eru kunnað um vanlukkuna, og tað er Sermitsiaq, sum endurgevur.
altjóða leisti, sum ger tað møguligt at bera saman prísbroytingar við uppgerðir av prísbroytingum hjá øðrum londum, ið framleiða brúkaraprístalið eftir sama altjóða leisti. Tað finnast eisini onnur vísitøl [...] frá august 2024 til august 2025 var 1,1 prosent. Hóast prísvøksturin er minkaður seinasta árið, kann tað kennast øðrvísi fyri húsarhaldini, tí prísirnir eru hækkaðir 20 prosent seinastu fimm árini. ##med3## [...] dýrkaðar næstan 30 prosent. ##med5## Tá hugt verður nærri at hvørjar mat- og drykkjuvørur, ið hava verið fyri prísvøkstri seinasta árið, sæst, at serliga kaffi, te og kakao er dýrkað. Prísvøksturin er næstan
”skúgva frá sær”, at talan í verunleikanum eru um at taka lív. Vóru teir sannførdir um tað, so hevði støða teirra verið ein onnur og høvdu tí ikki tikið undir við uppskotinum um fría fosturtøku! Og at talan [...] taka undir við rættinum hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi, og her kundi ein spurt ”hvør ger ikki tað”? Felags fyri hesar løgtingslimir er, at teir fingu loyvi at liva og vórðu bornir í heim eftir 9 mánaðar [...] kenna og - í roynd og veru sagt - at hesin tryggleiki eigur við lóg at verða settur úr gildi. Nú skal tað verða ”rætturin hjá kvinnum at ráa yvir egnum kroppi” og ikki ”rætturin til lívið hjá barninum” sum
hetta hevur avmarkað skaran á teimum, sum hava verið í uppskoti. Finn er tøkniliga og umsitingarliga væl fyri, og hevur eitt ‘drive’, sum passar væl til tað, sum vindfeløgini hava brúk fyri, sigur Bogi Bech [...] sessinum sum nevndarforfólk. Finn Danberg er útbúgvin cand.merc.aud og maskinmeistari, og hevur fyrr verið í starvi hjá Sev. Hann er partaeigari og stjóri í fyritøkuni Lyfta, og hesum heldur hann fram við
so skynsamt sum gjørligt. Síðan 2017 hevur forstjórin fyri sjúkrahúsverkið eisini verið stjórin á Landssjúkrahúsinum. Tað setir viðkomandi í eina ómøguliga støðu: Hann skal vera tann víðskygdi leiðarin, [...] Nú tíðindini bórust, at forstjórin og stjórin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið nýtt starv, er tað hóskandi at gera eina eftirmeting av leiðslubygnaðinum í sjúkrahúsverkinum. Sum støðan er í dag, eru tríggir [...] eitt av sjúkrahúsunum og hava beinleiðis ávirkan og ábyrgd av dagliga rakstrinum. Eftir míni fatan er tað lætt at síggja, at hesar báðar uppgávur illa lata seg sameina. Av tí at forstjórin javnan kann koma
við, so kanst tú ringja til ráðgevingina á 116 111. Øll, ið ringja, eru dulnevnd. Tað merkir, at vit síggja ikki, hvør tað er, sum ringir, og tær nýtist ikki at upplýsa navn. 116 111 Tú & Eg Ráðgevingin [...] Ráðgevingin, sum er høvuðshjálparlinjan hjá børnum og ungum í Føroyum. Gjøgnum Barnabata hevur nummarið verið virkið í nøkur ár og livir upp til altjóða krøv. Nú er tænastan styrkt, og er hon opin hvønn dag í
Tað er týdningarmikið fyri framtíðar samstarvið millum Danmark og Grønland, at ein umbering verður latin kvinnum, sum fingu snyril ísettan uttan samtykki. Tað sigur danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen [...] gjøgnum okkara felags søgu. Nú hava vit latið vindeyguni upp og vit tora at hyggja skrímslið í eyguni. Tað haldi eg hava týdning fyri okkara framtíðar samstarv, sigur hon. Í morgun hitti forsætisráðfrúan fimm [...] hevur ikki kunnað fingið børn aftaná. Tí er snyrils-málið týdningarmikið, og tey vísa eisini á, at tað er týdningarmikið, at umberingin kemur, so vit kunnu taka skuldarkensluna og skommina av teirra herðum