brúnni um Streymin hevur kostað tilsaman einar 42 milj. kr. Tað er byggifelagið Pihl & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum upp á bergholið, ið er hálvan triðja kilometur langt. Landsverkfrøðingurin hevur [...] segði, at vegakervið gevur hvørjum einstøkum akførara góðar møguleikar at ferðast við rutum. – Á tí økinum er eisini nakað hent, men kortini kann ikki sigast, at nóg væl er fyriskipað enn, segði Atli Dam [...] vit komin í hæddina við vegabygging í Føroyum. Nú verður talan um ábøtur og viðlíkahald av tí, sum er gjørt heldur enn týdningarmiklar broytingar. Soleiðis metir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingur, støðuna
onkur greiða frá?“ Tað er fólkaræði. Og júst her haldi eg, at tú gert Nina Brockie Hansen órætt. Tú brúkar nógv pláss upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú [...] ikki tikið við á sama hátt? Kunnu tit svara upp á tað? Ella er tað bara eg, sum ikki skilji, hvussu henda tilgongdin er farin fram? Tí um tað veruliga er so, at øll vilja eina góða, trygga og felags loysn [...] Hagalendið er ikki bara eitt kort á einum skriviborði. Tað er okkara felags náttúra. Tað er har, vit ganga túrar, ríða, súkkla, arbeiða, uppliva og finna frið. Tí eri eg áhugað í einari loysn, sum er trygg
ull. Endamálið er at vísa, hvussu náttúrutilfar og avlopstilfar kunnu fáa nýtt lív í staðin fyri at verða beind burtur. Á øðrum verkstaðnum sleppa børn og vaksin at royna bregdabond, sum er ein av elstu [...] hugskot til, hvussu matur kann verða gagnnýttur betur, og høvi verður eisini at smakka tað, sum verður gjørt. Tiltakið er ætlað børnum og familjum, og dentur verður lagdur á, at umhvørvisarbeiði kann vera [...] skapa nýtt úr tilfari, sum longu er til. Skúlin skipar eisini fyri skeiðum í millum annað sniðgeving, binding, matgerð og kreativum handverki. Felags fyri virksemið er nýtslan av staðbundnum tilfeingi
sum ikki klára seg nóg væl, skulu stríðast ímóti hvørjum øðrum, fyri at vera verðandi í sendingini. - Tað verður eitt sindur drama frá mínari síðu, tí tað eru nógvar kenslur uppá spæl. ##med3## Í fyrstuni [...] Umfatandi upptøkuroyndir Tað komu heili 5000 umsøkjarar til sendingina í ár, og tað er metnógv. Anna Røskva var til upptøkuroynd í fleiri umførum, og hvørjaferð blivu nøkur sáldaði frá. Ein upptøkuroynd var [...] hon hevði verið so errin og fortalt øllum um hetta. Mamman er kortini við á annan hátt, Anna Røskva er í troyggju síni til føroyska búnan. Hetta er ein serstøk troyggja, sum mamman bant uttan uppskrift, og
kjakinum? Tað kostar eisini at gera einki Sjálvandi kann landskassin ikki bara avtaka MVG av øllum. Tað er eitt rímiligt mótargument. Men tað er heldur ikki tað, sum er spurningurin. Spurningurin er, um karmarnir [...] Spotify“, er vert at hugsa um, hvussu nógv fólk skulu trýsta á play, áðrenn tað byrjar at líkjast eini vanligari inntøku. Tónleikarar skulu eisini keypa mjólk Tað er kanska her, at blindvinkulin er mest sjónligur [...] veitslu. Tá ivast vit ikki í virðinum á føroyskum tónleiki. Tað er felagsskapur. Identitetur. Minnir. Kenslur. Men tá ljósini pallinum sløkna, er tað ein heilt onnur søga aftanfyri kulissurnar. Nú løgtingskvinnan
vísti Haraldur V eina óvikandi trúgv á norska fólkið. Hann hjálpti okkum at síggja tað besta í okkum sjálvum og hvørjum øðrum, sigur Støre. Haraldur kongur sovnaði stillisliga á Rikshospitalinum í Oslo [...] arbeiddi hann á sín egna hátt fyri einum rúmligari samfelagi, sigur hon. Haakon er nýggjur kongur Eftir andlátið hjá Haraldi kongi er sonur hansara, Haakon, sjálvvirkandi vorðin nýggjur kongur Noregs undir navninum [...] at saknurin eftir Harald kong verður stórur. – Vit hava mist okkara fólkakæra kong, og øll tjóðin er í sorg. Haraldur kongur ráddi í samsvari við valorðini »Alt fyri Noreg«, sigur hann. Sambært stórt
skipanir skapa insitament. Tá fiskidagurin er tað knappa tilfeingið, verður tað búskaparliga skilagott at fáa mest møguligt virði burtur úr hvørjum fiskidegi. Skip leggja seg tí eftir teimum [...] nini. Endamálið við fiskivinnustýring er ikki at tryggja, at fiskimenn bara fara til fiskiskap, tá tað loysir seg. Tað ger marknaðurin longu. Endamálið er at seta eina bindandi avmarking á samlaðu [...] Føroyar royndu ikki eina nútímans kvotuskipan Ein onnur atfinning er, at Føroyar longu hava roynt kvotur. Tað er rætt, men skipanin frá 1994 til 1996 hevði fleiri grundleggjandi veikleikar. Kvoturnar vóru
gerast ótrygg. Tað er væl skiljandi. Nógv ímynda sær, at myndugleikarnir skulu kunna síggja, hvørjar heimasíður vit vitja, hvat vit lesa, og hvørjum vit samskifta við. Men tað er ikki tað, sum uppskotið [...] rættargangslógin setur. Tá ið talan er um inntriv í loyniliga partin av samskiftinum, skal rætturin taka støðu til, um inntrivið er neyðugt og hóskar til álvaran í málinum. Tað eru sostatt tvey ymisk stig: Fyrst [...] vanligum borgarum. Tað snýr seg um, at tey, sum gera seg kynsliga inn á børn, ikki skulu kunna fjala seg, bara tí talgildu sporini eru vekk, áðrenn brotsverkið varð meldað. Endamálið er, at løgreglan skal
eftirlitið gjørt, tá ein veruligur tørvur er. Tað gevur búfólkunum betri svøvn, meira ró og eina umsorgan, sum í størri mun fylgir teirra egnu samdøgursrútmu. Tøknin ger tað eisini møguligt at varnast broytingar [...] skal vísa á ein ítøkiligan vanda og prógva, at tøknin er neyðug fyri at verja persónin ella onnur. Ein “møguligur” vandi er ikki nóg mikið. Úrslitið er ein tung málsviðgerð, har tøknin verður mett sum eitt [...] kunngerðini er neyvan nóg mikið. Kravið um ítøkiligan vanda stendur í sjálvari tvingsilslógini. Tí er neyðugt at broyta høvuðslógina og síðani áseta nærri reglur um, hvør tøkni kann brúkast og undir hvørjum treytum
Andreasen. Tað eru nú 40 ár síðani Ove Joensen, eftir 41 strævnar dagar á Atlantshavinum, róði inn á Langelinie í Keypmannahavn og skrivaði seg inn í føroyska søgu. - Eg minnist enn tann dagin, sum var tað í gjár [...] gjár. Vit fylgdu hvørjum árataki hansara við spenningi. Ove Joensen hevði eitt óvanligt dirvi, ein ósvikaligan vilja og eina trúgv upp á, at tað ómøguliga kundi gerast møguligt. Hann róði ikki bert fyri [...] Tær megnaðu at festa søguna á blað, og vit eiga at vera teimum takksom fyri tað, heldur Birgir Andreasen. Men fyri Birgir er Ove Joensen ikki bara ein søga í eini bók. Hann var ein trúfastur vinur. Ein