mæla til, at tey ymsu londini seta ferð á at fáa fólk koppsett. Í hesum sambandi mæla tey til, at tíðin ímillum fyrru og seinnu sproytuna, verður stytt so nógv sum gjørligt. Delta-varianturin smittar rættiliga [...] Nú ræður um at fáa fólk koppsett fyri koronu sum skjótast. Tað staðfesta heilsufrøðiligu mynduleikarnir á miðstøðina fyri sjúkufyribyrging í Evropa, ECDC. Teir vísa at tann nýggi delta-varianturin av koronu [...] vandin kortini ikki mettur at vera so stórur, tí her er støðan rættiliga góð, bæði í Føroyum og í Danmark. Men summarferian stendur fyri durum og væntandi er, at fólk fara uttanlands at ferðast. Og stúrt
í tí aftara endanum av norðurlondunum. Tað vísir eitt yvirlit yvir, hvussu nógv fólk í teimum ymsu norðurlondunum eru koppsett fyri koronu. Eitt altjóða yvirlit vísir, at í løtuni hava ímillum 41 prosent [...] erkið í Føroyum, hevur sett upp, sæst, hvussu stórur partur av fólkinum í seks norðurlondum eru koppsett fyri koronu, og har liggja Føroyar í tí aftara endanum, tí vit eru nummar fýra av teimum seks n [...] íslendingar skara framúr, tí har hava heili 71 prosent av fólkinum longu fingið ta fyrstu sproytuna. So er langt aftur til Finnland, sum er á øðrum plássi, tí har hava 57 prosent av fólkinum fingið ta fyrru
koma til Føroya, koma út til føroyingar, so tey verða koppsett. Soleiðis sigur Margit Stórá, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, nú tað liggur fast, at Føroyar fáa nógv meira koppingarevni enn nakrantíð áður [...] at eini 10 prosent av tilkomnum fólki ikki eru koppsett, men Margit Stórá sigur, at hildið verður eyga við, at lutfallið millum koppsett og ikki koppsett verður rætt. Um neyðugt verða tiltøk sett í verk [...] koppseta 7000 til 8000 fólk um vikuna. – Tað krevur sjálvandi, at vit hava nóg mikið av starvsfólkum at taka sær av hesum, men tað rokna vit við, at vit fáa at ganga upp, sigur hon. Koppsett verður á Landssj
Ellivu fólk í Føroyum eru vorðin smittað við covid-19, eftir at tey vóru liðugt koppsett. Tað upplýsir landslæknin fyri Sosialinum. Tað vil siga, at av teimum stívliga 25.000 fólkunum, sum eru liðugt koppsett [...] koppsett, hava 0,04 prosent fingið smittuna. – Hetta vísir greitt, at koppsetingin verjir væl, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Sosialin. Meira kann lesast um evnið í VikuskiftisSosialinum hetta
farnu viku – frá mánadag til sunnudag – vóru 6.997 fólk koppsett, so málið var nátt. Hesa vikuna er søgan ein onnur. Higartil eru góð 2.000 fólk koppsett, og tí er langur vegur upp til málið, nú tríggir [...] eru í holt við at greina tølini. – Vit eru mitt í summarfrítíðini, og tað ger kanska, at fólk ikki hugsa so nógv um at koppseta seg, og tað kunnu eisini vera aðrar orsøkir. Í løtuni arbeiða vit við at greina [...] Teir fýra gerandisdagarnar í hesi vikuni – frá mánadegi til hósdag – eru 2.017 fólk koppsett fyri covid-19. Somu dagar í farnu viku var talið 3.768. Greið tekin eru um, at ferðin á koppsetingini er farin
til at blíva koppsett. Har er nóg mikið av koppingarevni, so vit vóna at hetta fer at blíva avgerandi, sigur Ulla Hjorth, sum er serráðgevi í Horsens Kommunu. Her hava verið ómetaliga nógv fólk, og køin er [...] at gera. Har møta fólk nevniliga upp, uttan at hava bílagt sær tíð frammanundan. Hetta er eitt tiltak, ið Horsens kommuna hevur tikið stig til. Orsøkin er, at tey vilja fáa koppsett øll tey, sum eru dottin [...] er enn long, sigur hon. Hon leggur afturat, at talan serliga er um fólk av øðrum etniskum uppruna, og eru har serliga nógv úr Eysturevropa. Talan er um koppseting ímóti virussmittuni COVID 19.
prosent av fólkinum verða koppsett. Dentur skal eisini leggjast á, at fólk, sum eru koppsett fyri koronu, men kortini fáa smittuna, gerast nógv minni sjúk enn tey, sum ikki eru koppsett – og tað er galdandi [...] halda seg framat. – Liðugt koppsett verða ikki sett í sóttarhald, so ólavsøkan hjá teimum kemur ikki í vanda, sigur Koppsetingarbólkurin. – Ein gularót er, at liðugt koppsett sleppa undan at fara í sóttarhald [...] frælsi. – Fyrra prikið verjir væl ímóti koronu, og annað prikið enn betur, so fólk eru væl vard á ólavsøku, eru tey koppsett. Hava tey fingið bæði prikini, og tað eru gingnir átta dagar síðani seinna prikið
serliga stóran týdning at halda hetta tilmælið í hesum ólavsøkutíðum, tá ið nógv fólk eru komin til landið, og har fólk gera nógv burtur úr at hittast í veitslulagi, heldur hann. Hann sigur, at tað er javnan [...] talan kann eisini rætt og slætt vera, at fólk eru farin at troyttast. Talan kann eisini vera um at at fólk hava ta fatan, at nú eru vit komin so langt at koppseta fólk, at stríðið er av. Men Pál Weihe leggur [...] royndunum at basa koronu, og høvdu vit ikki havt tær, hevði støðan verið nógv verri enn hon er. Tí er tað ein staðilig áheitan á fólk, sum koma til Føroya um at halda hetta tilmælið, tí tað er rættiliga
verða koppsett. - Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk [...] og á fleiri økjum er málið longu rokkið, segði hann. Løgmaður legði afturat, at tá ið fólk gerast langtíðarsjúk, so mugu tey tryggjast væl. Tí fegnast hann um, at tíðarskeiði við dagpengum í sambandi við [...] einum vanligum gerandisdegi og kunnu skjótt seta fulla ferð á aftur samfelagið. Koronatíðin hevur rakt nógv hart og hjá teimum flestu hevur trivnaðurin verið ávirkaður. Løgmaður segði, at nú eru vit komin hartil
eisini mest positiv um koppseting. Herfyri hevði Spania koppsett fleiri enn 25 miljónir borgarar, og tá verður hugsað um fólk, sum eru liðugt koppsett. Tað merkir, at 54,7 prosent av spanska fólkinum nú hava [...] koppseta. Í síðstu viku vórðu tríggjar miljónir fólk koppsett og við teirri ferð, sum í løtuni er, er hugsandi, at 70 prosent av fólkinum verða liðugt koppsett, áðrenn august mánaði er hálvrunnin. Hóast tað [...] prosent av fólkinum eru liðugt koppsett. Ísland liggur eisini ovarlaga við 74 prosentum, ið hava fingið báðar koppsetingarnar. Men, í Spania búgva út við 47 miljónir fólk, og tað merkir, at tað er eitt